Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 4. apríl 2008 5 Føroysk gransking í Amsterdam Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Langtíðarparkeringin við Vága Floghavn Við hesum verður rakstur og vaktarhald av langtíðar- parkeringsøkinum við Vága Floghavn boðin út í almennari lisitatión. Nærri upplýsingar kunnu fáast hjá Landsverki, vegadeildini. Tilboð skulu vera okkum í hendi innan 5. mai, 2008, kl. 15.00. Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, Tórshavn, týsdagin 13. mai, kl. 15.00. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. ÚTBJÓÐING Lisbet Dahl og Jesper Langberg frá sjónvarpsrøðini ”Sommer” vitja Alzheimerfelagið í sambandi við aðalfundin á Hotel Føroyum leygardagin tann 5. april. Skráin fyri fundin verður henda: Kl. 15.00: Aðalfundur við skrá sambært viðtøkum felagsins Kl. 16.00: Sofus Joensen, psykiatari og næstformaður felagsins, greiðir frá tí, ið hendir í heilanum í sambandi við demenssjúkur og sostatt broytir atburðin, ið er so trupult at skilja hjá tí sjúka, hjá teimum avvarðandi og hjá umhvørvinum yvirhøvur. Síðan fara Lisbet Dahl og Jesper Langberg at siga frá, hvussu tey fyrireikaðu seg til leiklutirnar sum alzheimersjúklingur og sum avvarðandi. Høvi verður eisini at seta teimum spurningar. – Møguliga framføra tey okkurt brotið úr “Sommer”. Í steðginum millum aðalfundin og fyrilesturin er kaffi og køka at fáa. Limir 50 kr., onnur 100 kr., íroknað kaffi og køku. Øll eru vælkomin Nevndin sansir.fo Mynd: Mike Kollöffel, DR Tú skalt ráðgeva kundum okkara í net- baseraðum loysnum so sum heimasíður, portalar og serloysnir innan KT. Tú verður prosjektleiðari og kemur at standa fyri spennandi samskiftisuppgávum, sum tú skalt loysa saman við kundunum og okkara dugnaligu starvsfólkum. Hetta merkir, at tú kemur at taka tær av ráðgeving og interaktiónssniði umframt samstarvi við sniðgevar og forritarar. Tú skalt selja professionellar heildar- loysnir, sum byggja á okkara framkomna og brúkaravinarliga CMS, Sansir.net. Heildarloysnirnar fevna um ráðgeving, interaktiónssnið, grafiskt snið og implementering á Sansir.net. Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at loysnirnar, vit skapa fyri okkara kundar, eru góðar og taka støði í mentanini og samleikanum hjá kundunum. Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú eina kandidat- ella bachelorútbúgving innan kunningarvísind, miðlar ella samskifti, ella tú hevur hollar royndir við netbaseraðum loysnum og CMS. Tú hevur lætt við at samskifta við fólk, tú dugir væl at hugsa í heildarloysnum, hevur gott eyga fyri visuellum samskifti og natúrlig evnir fyri handli. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og leiða tíni prosjekt, samstundis sum tú dugir væl at samstarva við tínar starvsfelagar. Sansir eru ein framfýsin samskiftis- fyritøka við 40 starvsfólkum í trimum ymiskum londum. Av hesum arbeiða 11 fólk burturav við serloysnum til internetið. Vit skapa kunningar- og marknaðar-føringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn. Umsóknin skal sendast við telduposti til Tór Verland Johansen á verland@ sansir.fo ella Elin Michelsen á elin@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt fartelefonnummar. Vit skulu hava umsóknina í seinasta lagi kl. 16.00 mánadagin 7. apríl. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Tór Verland Johansen á tel 238371 ella Elin Michelsen á tel 238373. Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Tór Verland ella Elin. www.sansir.fo Pf. Sansir Dvørgastígur 7 Postmoga 1099 FO-110 Tórshavn Sansir søkja internetráðgeva Á eini altjóða ráðstevnu í Amsterdam verður úrslit av føroyskari gransking lagt fram. Tað snýr seg um úrslitini frá kanning av 8. floks næmingum í 2006, sum Tóra Petersen, sálarfrøð­ ingur gjørdi saman við Esk Elklit og J.G. Olesen. Kann­ ingin snúði seg um PTSD (Post Traumatic Stress Dis­ order) ella strongd hjá ung­ fólki í Føroyum, sæð í mun til lívshendingar hjá hesum. Úrslitini av kanningini vórðu løgd fram her í Før­ oyum á nøkrum fundum seinasta heyst, og vóru rættuliga áhugaverd. Nú verða tey løgd fram á altjóða ráðstevnu í Amster­ dam 17. –19. apríl, sum European Society for Trauma and Dissociation Tóra Petersen er sett í starv sum sálarfrøðingur á Psykia­ triska Deplinum á Lands­ sjúkrahúsinum frá 1. maj í ár, og granskingin heldur áfram har í samstarvi við Psykologisk Institut vid Aarhus Universitet. Landsbankin lýsir búskaparstøðu Ætlanin var, at Landsbanki Føroya skuldi koma við eini meting av føroyska búskapinum seinnapartin í dag, men hetta er nú útsett til mánadagin. Einki fæst at vita um, hvørt føroyski búskapurin hevur tað betri ella verri enn seinast, Landsbankin kom við eini búskaparmeting. Hetta mugu tit bíða við at fáa at vita inn til mánadagin, er svarið frá Landsbanka Føroya.