Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 65 • 4. apríl 2008 Navn: Dann Thorleifsson Føddur: 7. januar 1984 Bústaður: Tórshavn Starv: Sølumaður Feløg: Neistin og Tjaldur (Hondbóltur), Tór (Borðtennis), HB (Fótbóltur) Fakta skrivilig Nýkosni føroyameistarin Dann Thorleifsson sleppur at royna seg í europeiskum dysti seinni í ár Mynd: Álvur Haraldsen Dann um Áka Mørk Áki er eitt sera posivtivt og lívligt menniskja. Allir í hópinum halda nógv av Áka. Og so kemst ikki uttan um, at Áki er bæði ein framúrskarandi hondbóltsspælarar og fótbóltsspælari. Bert synd, at skaðar hava darvað honum so nógv. Dann um Neistakvinnurnar Tær fingu eitt ótrúliga gott úrslit hetta kappingarárið. Eg haldi, at vit sóu eitt lið í finalunum, sum spældu upp til sítt besta. Eg haldi bara, at tað er ræðuliga harmiligt, at tað ikki eydnaðist teimum at knógva Stjørnuni. nevnast núverandi liðfelagarnir Tróndur Kragesteen og Jón Ludvig. Um ikki so gott skil var á spælinum í byrjani, so komu teir smáu og knáu skjótt á lagið. Og undir kønu leiðsluni hjá Svannu og Kára eydnaðist tað Dann, at gerast Føroyameistari og Steypavinnari í Dreingjum 10 ár, 12 ár, 14 ár, 16 ár og mansunglingum. Men í hesum árunum fekst hann ikki bara við hondbólt. Hann leikti nógv borðtennis við felagnum Tór, sum tá hevði góðar karmar at virka undir, nevnliga IDÉ-húsið, ella Høvuðsposthúsið, sum tað eitur í dag. Men tá Tór misti sínar umstøður at virka undir gjørdist valið lættari hjá Dann. – Góðar umstøður, og góðir karmar hava alt at siga. Tað er ringt at mennast, sum ítróttarfólk uttan góðar karmar. Dann plagdi eisini at leika við HB um summarið, men komin til mansunglingaaldur valdi hann hondbóltin, sum sína ítróttargrein. Eitt skifti í Tjaldrinum Um sæð verður burtur frá 3 mánaðum, so hevur Dann altíð leikt við Neistanum. Men í januar 2001 gjørdi hann eitt felagsskifti, nærmast av tilvild. Hann fór við 3. deildarliðnum inn til Runavíkar at leika ein dyst. Hann gjørdi tað gott hendan dystin, og hann skeyt 12 mál. Táverandi formaðurin í Tjaldrinum spurdi, um hann ikki hevði hug at sleppa at royna seg við liði teirra í bestu deildini. Dann bleiv freistaður, og frá januar til apríl leikti hann við Tjaldrinum. Tapini gjørdist mong, og teir endaðu eisini í botninum, men fyri Dann var tað ein lærurík roynd, sum gav honum brell at leika hondbólt á hægsta støði í Føroyum. Næsta kappingarárið gjørdist hann partur av hópinum hjá Neistanum. Tey fyrstu árini gekk misjavnt, og summi tíðarskeið sat hann nógv á beinkinum. Dann hevur kortini verið heppin við skaðum, og tí hevur hann altíð verið tøkur hjá venjaranum. Hann upplivdi eisini saman við einum blaðungum Neistahópi at fáa eitt skallut stig í Atlantic Airways-kappingini. Men hetta kappingarárið komu teir úr naggatódnini. Landslið og Europa Cup Spurdur um landsliðið svarar Dann, at landsliðið hevur sera stóran týdning fyri allar, sum íðka hondbólt á hægsta stigi í Føroyum. Eitt landslið er ein gularót, og ein motivasjónsfakto- rur, sum leikarnir hava tørv á. Tó fýlist Dann á, at landsliðsarbeiðið er ov óregluligt. Landsliðið fekk veruliga roynt seg í undankapping ímóti Serbia og Ísrael, men eftir teir dystirnar hevur einki verið at frætta um landsliðsvirksemi. Men Dann og liðfelagarnir hava kortini fingið eina gularót. Neistin fer at melda seg til Evropa Cup, og longu í næstu viku fara Neista-leikarnir í gongd at venja í Yndi. Um talan ikki var um Evropa Cup, so hevði kortini rátt um at koma gott í gongd. Tað kostar sjálvandi fíggjarliga at luttaka – ein fær ikki somu pengar, sum fyri at luttaka í evropeiskum kappingum í fótbólti - men tað er gott fyri leikarnar at møta onkrum øðrum liðum, enn teimum somu 5 liðunum, sum ein møtir 4 ferðir í føroysku landskappingini. Tað er gott og læruríkt at fáa dystir, sum eru út um tað vanliga. Dann og liðfelagar hansara skulu ikki bíða leingi eftir tí stóru avbjóðingini, og teir ætla ikki, at Neista-viðhaldsfólkini skulu bíða líka leingi eftir FM-heitinum, sum tey hava gjørt gjøgnum árini.