Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 6 At fara á pílagrímsferð er eitt fyribrigdi, sum er vorðið alt meira vælumtókt síðstu árini. Millum annað hoyra vit við jøvnum millumbilum um fólk, sum ganga eftir gomlu kirkjugøtunum í Norðurlondum og Suðureuropa, til dømis til Santiago de Compostella í Spania. - Men tað er ikki neyðugt at fara fleiri túsund kilometrar heimanífrá í fleiri vikur fyri at fara á pílagrímsferð. Í veruleikanum er tað bara at fara út gjøgnum hurðina, sigur Kristine Stricher Hestbeck, sum hevur skipað fyri pílagrímsferðum í Danmark síðan 2001. Og nú er túrurin komin til Føroyar. Tað var tí lagamanni at sláa seg saman við føroysku Randi Meitil, sum hevur skipað fyri gongutúrum fyri ferðafólki í fleiri ár. Rutan, sum gingin verður, er millum Hósvík og Norðradalsskarð, við gisting í Mjørkadali. Báðar dagarnar verða gingnir einir 10 km í 7-8 tímar hvønn dagin. Á vegnum heldur Kristine Hestbech nakrar smáar andaktir og hugleiðingar til umhugsan. Harumframt sigur Randi Meitil frá um náttúruna og søgulig viðurskifti. Leygarkvøldið verður gist í einkultum og dupultum kømrum í Mjørkadali. Har verður eisini borðreitt við einum betri bíbilskum bita, eitt nú jákupsskeljum, lambskjøti og reyðvíni. Aleina og saman Tær báðar greiða frá, at á eini pílagrímsferð gongur tú ein langan túr saman við øðrum pílagrímum. Tit ganga allan dagin og hava mat og vatn við til ferðina. Um kvøldið verður etið og gist á einum herbergi, og morgunin eftir verður farið avstað aftur. Møðin sigst verða heilt serlig aftaná ein slíkan dag, og pílagrímar nevna eisini ofta sermerkta luktin í herberginum. Børn, djór og fartelefonir hóska ikki til pílagrímsferðir, meðan góðir brúktir skógvar og góð kondi eru sjálvsagdir lutir. Hetta síðsta er alneyðugt, tí tað kann vera sera spillandi fyri hini, um onkur ikki fær gingið meira og skal hjálpast heim í úrtíð. - Men tað er ikki ov seint at koma í form til túrin, um tú venur teg við at ganga frá nú av, leggja tær dent á. Tilverunnar viðføri Men pílagrímsferðir eru ikki bara vanligir gongutúrar. Tær hava bæði eitt andligt, sálarligt og kropsligt sikti. Og hóast Kristine Hestbech er prestur, og leggur dent á kristna boðskapin og innihaldið, er tað ongin loyna, at ein pílagrímsferð eisini er ein ferð út úr gerandislívinum og inn í teg sjálva. - Modernaða menniskja hevur so nógv um at vera, og livir eitt sera útvent lív. Hetta ger, at vit sjáldan hava tíð til bara at vera og at kenna lívið, sigur hon. Og skoytir uppí, at pílagrímur merkir “fremmandur”, og pílagrímsferðin er ferðin hjá tí fremmanda. - Vit ferðast úr vøggu í grøv, og úti í lívinum. Vit eru pílagrímar í okkara egna lívi. Tá vit ganga pílagrímsferð úti á alfaravegi og samstundis pressa okkum kropsliga, hendir nakað innan í okkum. Eins og at vit gerast áskoðarar til lívið, og læra til- verunnar viðføri at kenna á ein nýggjan hátt, sigur Kristine Hest- bech, sum eisini vísir á, at ein pílagrímsferð er ein reinsan, ella gevur møguleika fyri reinsan. - Vit báðar eru eisini við á túri- num sum samrøðupartnarar, sum oyru og mótspæl. Tí tá tú ferðast út, ferðast tú eisini inn, sigur Kristine Hestbech, sum umframt at vera prestur eisini er útbúgvin gestaltterapeutur. Lívsleiðin á varðagøtuni Tær báðar, Kristine og Randi siga, at tað eisini er rættiliga symbolskt, at gingið verður eftir gomlu varðagøtunum, sum jú vóru lívsæðrin hjá teimum, sum undan fóru. - Her varð lívið livað: til kirkju- gongd, dópsferðir, brúðarferðir og á lívsins síðstu ferð, sigur Randi, sum er staðkend í økinum, har gingið verður. Ongin ivi er um, at kristindóm- urin er útgangsstøðið í pílagríms- ferðini. Kristine Hestbeck greiðir frá, at Bíblian eisini er bygd upp sum ein pílagrímsferð. - Hetta er eisini orsøkin til, at eg haldi nakrar andaktir á vegnum. Harumframt fari eg at taka nøkur smá evni upp, sum fólk kunnu hugsa um ella lata vera. Tað er upp til teirra, sigur hon. Síðsta vikuskiftið í mai skipa danski presturin Kristine Hestbech og føroyska Randi Meitil, studenta­ skúlalærari, fyri einari føroyskari pílagrímsferð Andslív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Praktiskt Vikuskiftið 31. mai til 1. juni. Kostnaður: 950 krónur (fyri allar máltíðir og gisting í Mjørkadali) Tekning fer fram við at senda navn, adressu og telefonnummar til trekking@post.olivant.fo í seinasta lagi 3. mai. Tá gjaldið er flutt á konto 9181 - 131.989.4, er tað samstundis prógv fyri luttøku. Í mesta lagi 25–30 fólk sleppa við, so først til mølle.. Pílagrímsferðin – ein ferð inn í sálina Fyrra dagin: 1. Hósvík 2. Upp um skarðið millum Gívrufjall og Bøllufjall 3. Leynavatn 4. Leynar 5. Skælingsvatn 6. Hundsarabotnur 7. Mjørkadalur Seinna dagin: (túrurin fyri vestan) 1. Mjørkadalur 2. Norður um Sornfelli 3. Gjáarbotnur 4. Skoradalur 5. Oman fyri Stígar 6. Norðadalsskarð Rutan