fríggjadagur 4. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 65 - 4. apríl 2008
Tað bleiv Fischer-Møller
Í gjár varð greitt, at tað verður Peter Fischer-Møller, sum
skal taka við sum biskupur í Roskilde eftir Jan Lindhardt,
sum fer frá fyri aldur. Tá atkvøðurnar vórðu taldar í gjár,
hevði Peter Fischer-Møller fingið1.174, meðan hitt valevnið,
Paul Joachim Stender, hevði fingið 1.055. Talan var um
umval, tí á valinum 1. februar vóru fleiri atkvøður enn
veljarar. Peter Fischer-Møller verður vígdur og settur í
embætið í Roskilde dómkirkju tann 27. apríl.
Útlendingar fyri seg
Aluminiumsfyritøkan Alcoa fær brúk fyri fleiri túsund
útlendingum, tá felagið fer at byggja nýtt aluminiums-
virki í Grønlandi, og fær Hans Enoksen, landsstýrisfor-
maður, sín vilja, skulu útlendingarnir búgva í barakkum
langt burtur frá grønlendsku býunum. Hans Enoksen
sigur við blaðið Sermitsiaq, at útlendingarnir fáa stóra
ávirkan á eitt nú umsiting, skúla- og heilsuverkið, sjálvt
um teir ikki koma í beinleiðis samband við grønlendingar.
Gongur sum lands
stýrið ætlar, verður
ein EBSlíknandi
skipan sett í verk fyri
europeiska arbeiðs
megi frá 1. juli í ár.
Samstundis hevur
løgmálaráðið heitt á
Arbeiðsgevarafelagið
um at fáa sett í verk
eina fastlønarskipan
fyri fólk í
flakavinnuni
ÚTLENDINGAMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú sær endiliga ú til, at nak-
að fer at røkjast fyri einari
loysn á útlendingamálinum.
Á tíðindafundi í mogrun
greiddi Helena Dam á
Neystabø, løgmálaráðharri,
frá einum uppskoti, sum nú
er klárt at bera niðan í ting-
ið, og sum í stuttum snýr
seg um at gera tað lættari
hjá europearum at fáa
arbeiðs- og uppihaldesloyvi
í Føroyum.
Tað hevur í langa tíð ver-
ið sagt, at tørvurin á arbeiðs-
megi hevur verið størsti
trupulleikin fyri føroysku
vinnuna og harvið eisini ein
trupulleiki fyri samfelagið.
– Sjálvandi vildu vit helst
yvirtikið alt útlendingamál-
ið, og tíðarætlanin hjá lands-
stýrinum miðar ímóti, at
hetta málið verður yvirtikið
í 2009, segði Helena Dam á
Neystabø.
Reint praktiskt verður
beinanvegin ein útlendinga-
stova sett á stovn, sum skal
hava innlit, eftirlit og veita
kunning í viðurskiftum,
sum hava við útlendingar at
gera.
Landsstýriskvinnan í lóg-
armálum roknar við, at
útlendingastovan skal hava
ein leiðara, tveir løgfrøðing-
ar umframt nøkur skriv-
stovufólk.
Tá vit kenna fíggjarlógina
fyri í ár vita vit eisini, hvussu
nógvan pening vit hava at
arbeiða við. Útlendingamál
hava hægstu raðfesting hjá
okkum í ár, segði Helena
Dam á Neystabø.
EBS-líknandi skipan
Arbeitt hevur verið í longri
tíð við útlendingamálinum,
eisini
undir
undanfarnu
samgongu,
men
roknað
verður nú við, at uppskotið
er soleiðis hóttað, at part-
arnir á arbeiðsmarknaðinum
kunnu liva við tí.
– Teir jubla ikki um upp-
skotið, hvørgin partur, men
hetta er so nakað, báðir
partar kunnu liva við, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Uppskotið gongur í stutt-
um út upp á, at europearar
meiri ella minni frítt kunnu
koma til Føroya, tó so, at
teir framman undan skulu
hava eina avtalu við føroysk-
an, góðkendan arbeiðagev-
ara, sum skal vátta, at við-
komandi
útlendingur
er
tryggjaður eina 30 tímar
arbeiðsviku.
Og júst á hesum økinum
kennir Samtak, at føroyingar
verða forfordeildir, tí teim-
um er jú ikki tryggjað eina
slíka avtalu. Men á hesum
økinum ætlar landsstýrið,
at partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum skulu gera eina
avtalu um fastlønarskipan.
– Ein slík avtala hevði
verið størsta frambrotið
innan arbeiðsmarknaðinum
í fleiri áratíggju, segði
Helena Dam á Neystabø.
Eitt annað, sum ger skip-
anina lættari fyri útlend-
ingar, er, at tað eftir hesum
uppskotinum skal kunna
bera til hjá útlendingum at
skifta millum arbeiðsgevar-
ar, uttan at teir skulu gjøg-
num myluna einaferð aftrat.
Einasta treyt er, at arbeiðs-
gevarin skal verða góð-
kendur.
Somu løn
Sum nevnt verður skipanin
líknandi henni, sum umfata
tey fýra frælsini. Tey fýra
frælsini tryggja frían flutn-
ing millum EBS-londini av
arbeiðsmegi,
tænastum,
vørum og kapitali.
Í førinum arbeiðsmegi er
eisini etableringsrættur, og
hann merkir, at fyritøkur
kunnu fara í onnur lond at
gera arbeiðir, og taka sína
egnu arbeiðsmegi við. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at um ein lettisk fyritøka
kemur til Føroya at gera eitt
arbeiði, og hevur egna ar-
beiðsmegi við, kan hon
rinda sínum arbeiðsfólki
somu løn, sum tey fáa
heima í Letlandi. Hesin
parturin verður tó ikki gald-
andi í føroyska uppskotinum
um útlendska arbeiðsmegi.
Hinvegin skal arbeiðsgev-
arin,
sum
tekur
inn
útlendsku arbeiðsmegina,
vátta, at viðkomandi arbeið-
ari fær trygd fyri 30 tíma
arbeiðsviku, og at við-
komandi somuleiðis verður
løntur eftir teimum á før-
oyska marknaðinum gald-
andi lønarsáttmálum.
Fellur
arbeiðstilboðið
burtur – er ikki brúk fyri
útlendinginum longur – fell-
ur eisini arbeiðs- og uppi-
haldsloysið burtur, og við-
komandi má fara av land-
inum aftur.
Roknað verður við, at eur-
opearar eru munandi meiri
mobil arbeiðsmegi enn ar-
beiðsmegi úr triðjalondum.
Regulerast
Í løtuni verður skríggjað eft-
ir arbeiðsmegi, og eftirsum
arbeiðsloysið í Føroyum
einans er 1,4%, sum er met-
lágt, verður mett, at tað í
veruleikanum er tørvur á
arbeiðsmegi. Og tað vísir
seg eisini.
Serliga innan flakavinn-
una er mangul upp á fólk,
men eisini innan byggivinn-
una kann roknast við stórari
tilgongd av útlendskari ar-
beiðsmegi, tá nýggja lógin
kemur í gildi.
Fyri at tryggja skjóta til-
gongd av arbeiðsmegi, tá
hon er neyðug, kunnu ar-
beiðsgevarar taka útlend-
ingar inn, og hava so 30
dagar at avgreiða formligu
viðurskiftini hjá viðkom-
andi.
Ein onnur regla verður, at
um arbeiðsloysið fer upp
um 3,5% í eitt tíðarskeið
upp á tríggjar mánaðir, fell-
ur lógin burtur, og gamla
lógin kemur aftur í gildi.
Uppskotið hjá Helenu
Dam á Neystabø, løgmála-
ráðharra, er longu framman
undan tryggjað undirtøku í
danska fólkatinginum, og
landsstýriskvinnan heldur,
at undirtøka eisini er í sam-
gonguni fyri uppskotinum.
– So mikið nógv hevur
verið tosað um hetta upp-
skotið, at tað rokni eg við,
sigur Helena Dam á Neysta-
bø.
Ætlanin er, at skjótt skal
berast at. Seinasti framløgu-
dagur í fólkatinginum er
týsdagin, og miðað verður
ímóti at hetta uppskotið
skal leggjast fyri í hesi
donsku tingsetuni. Verður
talan um broytingar í løg-
tinginum av uppskotinum,
ber saktans til at bíða við
triðju viðgerð í fólkatingin-
um, fyri at fáa møguligar
broytingar við.
Helena Dam á Neystabø
ætlar, at hetta lógaruppskot-
ið skal kunna setast í gildi
1. juli í ár.
EBS-líknandi skipan fyri
europeiska arbeiðsmegi
Helena Dam á Neystabø ætlar, at tað skal gerast lættari hjá europearum at koma til Føroya at arbeiða frá 1. juli í ár
Mynd: Jens Kristian Vang