fríggjadagur 4. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 • 4. apríl 2008
Vikuskifti
7
Pílagrímsferðin gevur millum annað tíð til at hugsa,
hugsveima og hugleiða um tilveruna, og kanska at
endurskoða galdandi avgerðir, vanar og veruleikar
Mynd: Jens Kristian Vang
Søgan
Pílagrímsferðir eru í næstan øllum religiónum. Men her
um okkara leiðir fóru tær í søguna við siðaskiftinum og
Luther. Orsøkin var, at tær umboðaðu gomlu katólsku
fatanina av, at tú kundi bøta syndir tínar við gerðum,
til dømis við at gerast pílagrímur. Tí vóru pílagrímar ein
vanlig sjón á gøtunum í Europa í miðøldini. Men fyri
familjurnar hjá teimum dømdu vórðu avleiðingarnar
óbótaligar, tá forsyrgjarar vórðu sendir út á landavegin at
ganga í mánaðir og ár. Tey múgvandi kundu tó altíð leiga
seg inn hjá einum professionellum pílagrími. Lógin álegði
fólki at geva pílagrímum lívd og mat, tí hetta var tað
sama sum at taka ímóti Jesusi. Men tað gjørdist eisini
ein hentur háttur hjá fátækrafólki at yvirliva. Sostatt
gingu í hundraðtúsundatali av fólki og bóðu og slitu
skógvarnar millum bíggja niðri í Europa, til Luther fekk
enda tí, í øllum førum norðanfyri.
Fyribrigdið hevur tó fingið eina endurføðing í
protestantiska heiminum síðstu fimti árini. Serliga
í Noregi og Svøríki eru pílagrímsferðir vanligar. Har
eru góðkendar rutur, feløg, herberg og miðstøðir til
pílagrímar. Síðstu 10-15 árini hevur ein lítil bólkur av
dønum eisini tikið hugtakið til sín, og hava spakuliga
ment seg til eina lítla rørslu, sum skipar fyri ferðum í
Danmark.
Pílagrímurin minnist altíð
• Ein lítlan ryggsekk – hann verður 100 g. tyngri fyri hvønn km
tú gongur
• Góðir skógvar, sum eru væl gingnir til
• At lata seg í sum ein leyk – lag omaná lag
• Regnklæði, sólbrillur, sólkrem, kepp, vatn, okkurt søtt, eyka
hosur, compeed-plástur, tannbust.
• Og sjálvandi: Onga fartelefon!
Sjey pílagrímshugtøk
Tað einfalda
Tað stilla
Tað seina
Frælsið
Stúrið ei
Felagsskapur
Andligheit