fríggjadagur 4. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 65 - 4. apríl 2008
Betri eftirlit á sjónum
Norska sjóverjan er farin undir at fyrireika norska partin av einari
skipan, sum skal hava eftirlit við skipaferðsluni. Talan er um eina
skipan, sum umvegis fylgisvein kann staðfesta, hvar einstøk skip eru
stødd. Umframt vanligt eftirlit fyri at tryggja ferðsluna og til hjálp í
sambandi við bjarging á sjónum kann skipanin eisini nýtast til at finna
skip, sum fiska ólógliga. Herumframt kann skipanin brúkast í
bardaganum ímóti yvirgangi á sjónum.
Skipanin kann kanska eisini avdúka skip,
sum koyra olju í havið (Mynd: Nordlys)
Fleiri enn 400 bóka
tittlar eru at velja
ímillum á stóru før
oysku bókaútsøluni,
sum byrjaði í gjár
kring alt landið
Bókaútsøla
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í gjár byrjaði tann stóra før
oyska bókaútsølan fyri átt
andu ferð og hon heldur
fram til 3. mai.
Hesuferð eru fleiri enn
400 bókatittlar frá 18 ym
iskum forløgum drignar
fram undan væðingini at
velja ímillum bæði til børn
og til vaksin.
Prísirnir fara heilt niður í
fimm krónur fyri onkrar av
bókunum, so møguleiki
skuldi verið, at gjørt okkurt
gott bókahál.
Nýggjari bøkur
Vanligt var, at føroyska
bókaútsølan var 3 hvørt ár,
men av tí at tað koma so
nógvar bøkur nú, halda fyri
skipararnir, at grundarlag
er fyri at hava hana oftari.
Reglurnar fyri bókaútsøl
una eru, at sama bókin
sleppur ikki meira enn tvær
ferðir við í lýsingarblaðið
hetta fyri ikki at fylla blaðið
við “gomlum” útsølunýggj
heitum.
Lýsingarblaðið
verður
sum vanligt borið út til
hvørt húsarhald.
Bókhandlarafelagið sam
an við Bókadeild Føroya
Lærarafelags skipar fyri
útsøluni. Tað er Grafikstudio
sum hevur gjørt lýsingar
blaðið hesuferð.
Bøkurnar vera seldar í
hesum bókhandlunum: Í
Havn Rit & Rák í SMS,
H.N. Jacobsens bókhandli
og Hjalmar Jacobsens bók
handli, Í Klaksvík í Alfa
Bókhandli og Leikalund, Í
Runavík í Bókabúðini og í
Heimavirkinum í Vági.
Bókaútsølan er byrjað
Tvær nýggjar bøkur
eru komnar við átta
søgum, har Herviligi
Henry bæði rýmir
heimanífrá og sleppur
í sjónvarpið
Nýggj Bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kæru foreldur hjá Henry
Tað nívir at skula siga
tykkum, at Henry í dag:
Skumpaði Grettir
Legði fót fyri Dorit
Fírdi Øssur
Klípti Egga
gjørdi ókvæmisljóð, tugdi
tyggigummi og tosaði
allatíðina í tímanum
Vinarliga
Bænadikta Blóð-Øks
Tað er ikki hissini Herviligi
Henry fær á skaftið ein van
ligan skúladag – men ikki
júst slíkt, sum foreldrini er
so errin av. Tá tey fyri triðju
ferð í somu viku fáa bræv
frá lærarinnuni Bænadiktu
BlóðØks um, hvussu illa
Herviligi Henry skikkar
sær í skúlanum, halda tey,
at nú kann vera nokk.
Tað
heldur
Herviligi
Henry eisini, so hann avger
at rýma heimanífrá, langt út
í frumskógin, har ongin
foreldur ella lærarar eru at
plága hann.
Men ein dagin gerst
Herviligi Henry so øgiliga
svangur, og brádliga kennir
hann luktin av heitum
pannukøkum ... Hvat so er
at gera hjá Henry, fáa vit
meir at vita um í nýggju
bókini
Herviligi
Henry
verður knappliga ríkur.
Í hinari bókini um Henry,
sum eitur Herviligi Henry í
spøkilsishúsinum,
fær
Henry sjálvur eitt bræv.
Ikki frá skúlanum, tíbetur,
men frá Sjónvarpinum, sum
biður hann koma við í send
ingina Svansivarpið, har
alt kann henda ...
Bókadeild Føroya Lærara
felags hevur givið út tær
báðar nýggju bøkurnar um
Herviliga Henry.
Nýggja Vár-meldurbókin er
onnur av meldurbókunum,
har børnini sjálvi kunnu
leita eftir fólkum, djórum
og lutum. Bókin er á tremur
við myndum. Søgurnar í
bókini eru eisini nógvar,
men tær sleppa børnini at
finna uppá sjálvi.
Í bókini Stolni Steinurin
boðar tað ikki frá góðum, tá
heilagi friðarsteinurin verð
ur stolin frá tí lítla staðnum
við Grønavatn. Ófriður og
myrkar tíðir nærkast í lítlu
bygdini. Tað er bara eitt,
sum kann fáa frið aftur í lag
millum
kubbar,
tøppar,
stjørnusavnarar og træleyp
arar: Friðarsteinurin má
finnast og fáast heimaftur.
Lítli kubbin, Píl, má út á
eina langa og vandamikla
ferð saman við gákandi og
braneggjaða rókinum Olla,
so tey kunnu finna steinin
og bjarga sínum vinum.
Bókadeild Føroya Lærara
felags gevur út Vár-meldur-
bók og Stolni steinurin, sum
er tann fyrsta í røðini um
Grønavatn.
ave
Ups, Flekk
gloymdi
okkurt
Flekk
svevur hjá
vini sínum
er heitið á
nýggju
bókini um
hundin Flekk, sum
flestu føroysk børn
munnu kenna.
Hesuferð
sleppur
Flekk at sova hjá vini sín
um Sørin. Brádliga varn
ast Flekk, at hann hevur
gloymt eina tasku eftir
heima. Lukkutíð kemur
mamman við taskuni.
Hvat tað var, sum var í
taskuni, fara vit ikki at
avdúka. Tað goymir seg
sum vant aftanfyri ein
klaffa í Flekk bókini.
Í januar mánað fekk
høvundurin Eric Hill
høgt metta OBE heiðurin
fyri sínar bøkur um
Flekk.
Tað er Bókadeild Før
oya Lærarafelags, sum
gevur út Flekk svevur
hjá vini sínum.
ave
Meldur
og stolin
steinur
Herviligi Henry er aftur
Møguleiki er at gera
okkurt gott bókahál,
nú stóra føroyska
bókaútsølan er byrjað