Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 65 • 4. apríl 2008 Ein vánaligur ryggur og ein vitjan á Skipperkroen í Skindergade í Keypmannahavn fyr 34 árum síðani vóru beinleiðis orsøkirnar til, at vágbingurin, Dánial Petur Thorsteinsson, fekk hugskotið at seta á stovn vælkenda vertshúsið fyri føroyingar í danska høvuðsstaðnum, Skarv. Hetta var í 1974, og árið eftir lat hann upp í egnum hølum í Pilestræde 43, eitt hanagleiv frá Strøgnum, Købmagergade og Kongens Nytorv. Stutt eftir møtti hann Kirsten, ið er ættað úr Klaksvík, sum alt fyri eitt gjørdist høgra hond hansara og seinni konan í húsinum. Framvegis eru tað tey bæði, sum í dag eiga trý vaksin børn saman, ið reka vælumtókta vertshúsið fyri føroyskar útisetar og ferðandi føroyingar, sum av eini ella aðrari orsøk er minst líka væl umtókt millum grønlendingar. Sosialurin var inni á gólvinum í Pilestræde páskaaftan, tá Kirsten og Dánial Petur Thorsteinsson gjørdu klárt til eitt hektiskt kvøld, har tónleikanavnið tað kvøldið var kendi útisetin úr Fuglafirði, Stanley Samuelsen. - Eg var sjómaður og staddur í Botsfjørðinum, har eg kom út fyri einum óhappi og fekk skaða í ryggin. Jólini hetta árið helt eg hjá systir míni í Keypmannahavn, og tá eg saman við nøkrum vinmonnum sat á Skipperkroen í Skindergade, sum var vælumtókt millum føroyingar tá og bleiv kallað Skarv, fekk eg eitt hugskot. Eg hugsaði eg, at tá tað bar til at savna so nógvar føroyingar, har nógvir av teimum máttu standa uttanfyri, tí tað var so yvirfylt, so mátti tað bera til at reka eitt stað fyri føroyingar í Keypmannahavn, nú eg ikki kundi fiska meir, sigur Dánial Petur Thorsteinsson. 20. februar 1975 lat nýggja Skarv upp fyrstu ferð, og tað gekk strúkandi frá byrjanini av. Tað vísti seg nevniliga at mangla eitt rúmsáttari stað fyri føroyingar í Keypmannahavn, enn Skipperkroen var. - Onkuntíð hevur gingið eitt sindur upp og niður, men fyri tað mesta væl. Og konan hjá mær, Kirsten, hevur verið ein sera góður stuðul øll árini, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson. Um møtið teirra millum, sigur Kirsten, at hon kom niður til Danmarkar at ganga á húsar- haldsskúla í januar 1975. Hon byrjaði at ganga á Skarv og møtti har Dánial Peturi. - Síðani hava vit verið saman, sigur Kirsten Thorsteinsson. Spurd um, hvussu hesi árini hava verið, sigur Skarv-frúan, at tey hava verið góð. - Onkuntíð hevur tað verið hart. Tað merkir man kanska serliga nú uppi í árunum, tá man arbeiðir um náttina, men í yngri árum var tað fínt, tí vit hava altíð dámað væl hetta arbeiðið. Broytti navn Fyri nøkrum árum síðani broytti Skarv konsept og fekk navnabroyting. Orsøkin til hetta var, at aðrir føroyingar – við millum øðrum Toda Jónssyni á odda – lótu ein dansistað upp í nánd av Skarv, og hetta herdi kappingina millum føroyingarnar í danska høvuðsstaðnum. Jaques, sum tað staðið kallaðist, bar seg ikki fíggjarliga og lat aftur eftir fáum árum. - Allir teir ungu føroyingarnir fóru niðan har, og tí var eg noyddur at gera okkurt fyri, at hetta staðið kundi yvirliva. Tí setti eg fólk at bestýra tí, broytti navn, og hetta koyrdi so í tvey-trý ár undir donskum navni, men hetta eydnaðist ikki serliga væl. Sjálvur dámdi mær tað heldur ongantíð. Tá tað vísti seg, at nógvir føroyingar saknaðu Skarv, tí tað var bara vóru ung, ið komu á hitt staðið, Jaques, meðan tey eldru ongastaðni høvdu at fara. Tí gjørdu vit av at lata upp aftur í 2006 undir navninum Skarv; hesaferð við livandi tónleiki hvørt leygarkvøld, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson. Hann vísir á, at sjálvt um Skarv liggur á somu adressu enn, eru viðurskiftini rættiliga nógv broytt hesi nógvu árini. - Tá vit byrjaðu fyri 33 árum síðani, høvdu vit opið allar sjey dagarnar um vikuna við føroyskum mati á skránni, sum til dømis knettir, frikadellir og onkuntíð lambakjøt. Nú er bara opið fríggjakvøld og leygarkvøld, tí annars hevði tað verið ov strævið fyri okkum. Man kann ikki samanbera tað við tann hugnan, sum var tá, sigur eigarin av Skarv. Hjúnini hava rikið staðið saman øll árini saman, og hava oftani býtt vaktirnar ímillum sín. Viðsíðuna av Skarv høvdu tey, saman við einum skyldmanni, eisini vælkenda Laurits Betjent – yvir av Christiansborg hinumegin Í 33 ár hevur vág­ bingurin, Dánial Petur Thorsteins­ son, rikið væl­ kenda føroyska vertshúsið í Keyp­ mannahavn, Skarv. Tey allar flestu árini saman við konu síni, Kirsten. Í seinasta lagi um tvey ár ætla tey sær at gevast, men ivast onga løtu í, at antin føroyingar ella grønlendingar fara at yvirtaka staðið og reka tað víðari undir sama navni Útisetalív Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Nógv tey fystu árini var Skarv opið sjey dagar um vikuna. Nú er bert opið fríggjakvøld og leygarkvøld Mynd: Kári Mikkelsen Skarv skiftir skjótt eigar