fríggjadagur 4. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 65 - 4. apríl 2008
Risastór íløga
Fyritøkan Norðurál hevur gjørt av at byggja eitt stórt
aluminiumsvirki í Helguvík, sum er stutt norðan fyri
Keflavík. Í gjár almannakunngjørdi felagið tølini í
sambandi við verkætlanina, og tey eru stór. Mett verður,
at virkið fer at kosta millum fimm og seks mia. danskar
krónur, og av hesum fara ætlandi umleið 15 prosent til
lønir í byggitíðini. Nýggja virkið skal takast í nýtslu um
árslok 2010 og fer at framleiða 150.000 tons av
aluminium árliga.
Nýggja virkið skal byggjast her í Helguvík (Mynd: Vísir)
Eingin stuðulssáttmáli
Í vikuni ljóðaði, at íslendski tjóðbankin kanska fór at venda
sær til hinar norðurlendsku tjóðbankarnar um hjálp til at
styrkja íslendsku krónuna, og at hetta skuldi gerast eftir
einum sáttmála millum tjóðbankarnar. Men í gjár kunngjørdi
svenski tjóðbankin, at eingin tílíkur sátmáli er til. Tað sama
sigur tann finski tjóðbankin, og sambært Bloomberg skilst
hevur orðaskiftið í íslendsku fjølmiðlunum eisini vakt ans í
danska tjóðbankanum.
Mánakvøldið verður
norðuratlantisk
frumsýning av
vakra grønlendska
filminum “Við
frosnu fossarnar” í
Miðlahúsinum
Filmur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Isak Kleist
Grønlendski journalisturin
Isak Kleist, hevur framleitt
áhugaverda filmin “Við
frosnu fossarnar”, sum snýr
seg um lívið við Diskovík
ina. Í sambandi við stóru
veðurlagsráðstevnuna
í
komandi viku hevur hann
gjørt av at koma til Føroyar
at hava norðuratlantiska
frumsýning av filminum.
Filmurin gevur eina mynd
av lívinum við Diskovíkina,
um
sambandið
millum
náttúruna og fiskivinnuna,
og hvussu viðbrekið havið
er í einari náttúru, har ógjør
ligt er at dyrka lendið.
Ítøkiliga hevur innlands
ísurin, jøklarnir og íslagið
stóran týdning fyri vist
skipanina og fotosyntesuna
í Diskovíkini og restina av
arktiska heiminum. Film
urin gevur eisini eina mynd
av møguligum avleiðingun
um fyri grønlendska samfe
lagið, vinnulívið, búskapin
og fólkalívið, um vistskip
anin
broytist
munandi
vegna alheims upphiting
ina.
Tittulin á grønlendskum
er: ”Kuussuit Qerisut Sina
anni” , og á enskum ”By
the Frossen Rivers”.
Filmurin er í tveimum
pørtum á 35 minuttir í part.
Til sýningina í Miðlahúsi
num verður donsk tala og
undirtekstir á filminum.
Stórsligin filmur um Grønland í Miðlahúsinum
Frumsýningin
verður í Miðlahúsinum
mánakvøldið kl. 20.
Umframt Isak Kleist
kemur annaðhvørt
Josef Motzfeldt,
grønlendskur
landstingslimur og
fyrrverandi ráðharri,
ella Juliane
Henningsen,
folketingslimur, at siga
nøkur orð um filmin í
Miðlahúsinum.
Føroyskir yvirmenn
eru noyddir at taka
stórt sæð sama
brandskeið tvær
ferðir fyri at fáa góð
kent trygdarprógv
Spill av tíð, lærara
kreftum og landsins
resursum, heldur
føroyskur yvirmaður.
– Góðskutrygd, sigur
leiðarin á Trygdar
miðstøðini
Sjóvinna
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyri tveimum mánaðum síð
ani tók ein føroyskur yvir
maður brandskeið við Áir.
Fyri at fáa endaligt trygdar
sertifikat, skal yvirmaðurin,
nú taka trygdarskeið á
Trygdarmiðstøðini í Klaks
vík. Hetta skeiðið tekur
tveir dagar, har annar dag
urin er settur av til brand
skeið.
Við próvnum um, at hann
júst hevur tikið brandskeið
við Áir, í hondini, gekk
yvirmaðurin út frá, at hann
slapp undan at brúka ein
heilan dag í Klaksvík at
venja seg at sløkkja eld.
Men so var ikki. Frá
Trygdarmiðstøðini fær mað
urin nevniliga at vita, at
Trygdarmiðstøðin
ikki
kann góðskriva skeiðið,
hann hevur tikið við Áir.
Eg dugi ikki við mín
besta vilja at skilja, hví
Trygdarmiðstøðin
ikki
kann góðskriva eitt tveir
mánað gamalt brandskeið,
sum hartil er munandi meir
umfatandi enn tað, tey
bjóða í Klaksvík. Eg eri
nevniliga noyddur at taka
skeiðið við Áir, tí skeiðið í
Klaksvík lýkur ikki krøvini,
ið verða sett, um eg skal út
at sigla sum yvirmaður,
sigur maðurin, og sipar til,
at brandskeiðið í Klaksvík
ikki umfatar roykkaving.
Góðskutrygd
Frá Trygdarmiðstøðini í
Klaksvík verður sagt, at
ongi formlig krøv eru um,
at støðin skal góðskriva
brandskeið, tikin við til
dømis Áir. Eisini vísir leið
arin, Marius Magnussen á,
at gjørdu teir tað kortini,
kann tað fáa óhepnar av
leiðingar.
Vit kunnu ímynda okk
um eina støðu, har bert ein
vika er eftir av vanligu
fimm ára gildistíðini á
skeiðnum, ið er tikið aðra
staðni. Góðskriva vit eitt
slíkt prógv, merkir tað, at
tað ganga 10 ár uttan endur
nýgging av skeiðnum, ið
má sigast at vera ábyrgdar
leyst, sigur Marius Magnus
sen.
Hann minnir tó á, at hóast
ónøgdin við støðuna má
sigast at vera menniskjalig,
tryggjar galdandi manna
gongd, at góðskan á trygdar
próvnum er í lagi.
Spill av tíð og
kreftum
Javnan frættist, at føroyskir
sjómenn ikki sleppa avstað
til skips, tí bíðitíðin at
sleppa á kravda trygdar
skeiðið í Klaksvík er so
long.
Eitt nú skal áðurnevndi
yvirmaður bíða í tríggja
vikur, til hann sleppur á
trygdarskeið. Sjálvur ímynd
ar hann sær, at um ikki allir
hesir yvirmennirnir vóru
noyddir at taka dupult brand
skeið, hevði tað stytt um
bíðitíðina
Marius Magnussen váttar,
at tað av og á er bíðitíð at
sleppa á skeiðið. Hann held
ur tó ikki, at hetta kann
setast beinleiðis í samband
við, at yvirmenn verða
noyddir at taka brandskeið
tvær ferðir.
Bíðitíðin stavar sum oft
ast frá, at fólk, ið hava
teknað seg til skeiðið, kort
ini ikki møta upp, og tað
gongur út yvir planlegging
ina, sigur leiðarin á Trygd
armiðstøðini.
Yvirmaðurin er tó fram
vegis sannførdur um, at
tvørligi mátin at ogna sær
eitt trygdarsertifikat í
Føroyum stavar frá, at
stovnarnir eftir øllum at
døma
ikki
megna
at
samskipa síni skeiðstilboð.
Meðan yvirmenn aðra
staðni taka eitt samlað
trygdarskeið, mugu vit taka
tvey ymisk, sum hartil yvir
lappað hvørt annað. Eftir
mínum tykki er hetta spill
av tíð, lærarakreftum og
landsins resursum, sigur
yvirmaðurin.
Tápuligt stríð um brandskeið
Føroyskir yvirmenn eru noyddir at taka ikki færri enn tvey brandskeið, sum yvirlappa hvørt annað, áðrenn teir sleppa til skips