Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 9 kanalina – í níggju ár, sum tá var eitt morgunvertshús. Spurdur um, hvussu tað ber til, at grønlendingar eisini hava verið so glaðir fyri Skarv, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson: - Grønlendingar eru altíð komnir nógv, har sum føroyingar hava verið. Hetta var eisini galdandi á gamla Skipperkroen í Skindergade. Tá eg so byrjaði her uppi, blivu teir verandi eina tíð har, men eg haldi, teir hugdu uttanum seg og undraðust á, hvar føroyingar blivu av, tí teir hvurvu, sigur Dánjal Petur smílandi. - Og so gekk ikki so long tíð, so vóru teir her eisini. Soleiðis hevur tað verið líka síðani, men nú hava grønlendingar sjálvir eitt stað beint yvirav og ganga ímillum og ella koma her yvir at dansa. Grønlendingar eru nógv í býnum fríggjakvøld, men leygarkvøld eru næstan bara føroyingar her. Dánjal Petur Thorsteinsson sigur, at sjálvt um føroyingar og grønlendingar ikki blanda seg so nógv við hvønn annan, standa teir væl um sátt. - Kuluturelt er tað sjálvandi ein munur. Grønlendingar sita við síni borð og tosa grønlendskt, meðan føroyingar sita við síni og tosa føroyskt. Men tá teir koma til barrina, tosa teir sínamillum. Best í sjeytiárunum Hvat er tað so, sum hjúnini Thor- steinsson minnast serliga aftur á, hesi árini tey hava rikið føroyskt vertshús í Keypmannahavn? - Fyri meg vóru sjeytiárini tann stuttligasta tíðin, tá harmonikan oftani var á lofti, og tað vóru nógvir politiskar diskussjónir millum gestirnar. Tað gekk oftani hart fyri seg, har eg mátti biðja fólk líka um at dempa seg, og enntá skilja persónar at, sum vóru farnir til hendurs, sigur Dánial Petur Thorsteinsson. Kirsten heldur eisini, at tíðin frá seinast í sjeytiárinum var góð, og kanska serliga frá miðskeiðis í áttatiárunum og uppeftir. Hon vísir á, at tað eru nógvir reglar, sum skulu haldast fyri at sleppa at reka eitt tílíkt stað, og tað er sera kostnaðarmikið at leiga mitt í Keypmannahavn. Spurd um, hvussu leingi tey ætla at halda fram, siga hjúnini, at tey oftani hava sagt, at nú verður tað bert tvey ár afturat. - Hesaferð er tað heilt víst, at tað verður ikki longri enn tvey ár afturat, tí tá er maðurin blivin so gamal og orkar ikki meiri, sigur Kirsten við einum argandi smíli. - Ja, nú verður tað skjótt. Vit hava gjørt av, at í seinasta lagi í 2010 verður tað sett til sølu. Eg eri jú pensjónist, men havi tað sera gott við tí, so tað verður ikki nakar trupulleiki, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson. Hann ber ongan ótta fyri ikki at sleppa av við Skarv, tí bæði føroyingar og grønlendingar hava víst áhuga fyri at keypa staðið. - Eg vóni tó, at tað vera føroy- ingar, sum yvirtaka Skarv og reka tað víðari undir sama navni, sjálvt um vit ikki longur eru her, sigur Dánial Petur Thorsteinsson. Hóast nógv ár í Danmark, so hava Kirsten og Dánial Petur Thorsteinsson eisini búð í Føroy- um í nøkur ár í áttatiárunum. Tey bygdu sær hús í Vági í 1983, men høvdu Skarv allatíðina. Ta tíðina arbeiddi Dánial Petur ein mánaða í senn og ferðaðist ímillum. - Vit hava trý børn, og tey bæði elstu duga føroyskt og gingu í skúla í Vági. Tann yngsta, sum er fødd eftir tíðina í Føroyum, tosar ikki føroyskt, men skilir tað væl, sigur Kirsten Thorsteinsson. Í 1990 fluttu familjan aftur til Danmarkar. Hjúnini Thorsteinsson eru longu farin undir at fyrireika aldurdómin og hava keypt sær hús í einum hugnaligum landsbýi á Fjón nakrar fáar kilometrar uttanfyri Odense. Skarv heldur til í Pilestræde í hjartanum av Keypmannahavn Mynd: Kári Mikkelsen ar