Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 65 - 4. apríl 2008 Nýggjan bát til útróður Skopun: 77 ára gamli Mads Winther í Skopun (myndin) er gamal útróðrarmaður, men aldurin hevur ongan týdning. Hann hevur júst keypt sær nýtt far úr Íslandi. Báturin, ein Víkingur 800 er á veg heim til Føroyar. Gamli báturin hjá Mads, eitt 10-mannafar ið er bygt í Miðvági, stendur nú á Sølutorginum hjá bkv.fo. Mads byrjaði annars at rógva út sum 17 ára gamal. Eftir at hava samráðst síðani í summar, varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður í gjárkvøldið millum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Almanna- og Heilsu- røktarfelagið og Psyki- atrifelagið hinumegin borðið FakFeløg Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Argir: - Nýggi sáttmálin er ein viðurkenning frá Fíggj- armálaráðnum av arbeiði okkum sum heilsurøktarar, siga Jóhanna Køtlum og Sjúrður Norðbú, sum hava samráðst saman fyri bæði feløgini. Nýggi sáttmálin er galdandi fram til 1. oktober 2010 og er, sambært teimum báðum eitt greitt tekin um, at virðingin fyri arbeiðinum hjá heilsurøktarum kann les- ast millum linjurnar í sátt- málanum. - Í míni verð tóktist lítil ivi vera um, at tey untu okkum ein slíkan sáttmála, sigur Sjúrður Norðbúð við einum brosi. Formenninir í báðum feløgunum eru samdir um, at samráðingarnar hava gingið sera væl – og hava verið merktar av virðing millum báðar partarnar. Í Almanna- og Heilsurøkt- arfelagnum og Psykiatri- felagnum eru pleygarar, heilsurøktarar, sjúkra- hjálparar, ítrivsvegleiðarar, neurofysiologassistentar og røktarheimsassistentar. Ein sáttmáli – eitt felag Almanna- og Heilsurøktar- felagið og Psykiatrifelagið hava áður bæði samráðst fyri seg og saman, men við hesar samráðingarnar var eingin ivi um, hvat rættast var at gera. Hetta hava verið góðar samráðingar og í góðum anda. Feløgini arbeiða sam- an og halda til undir somu lon, og sum skilst er áhugi fyri at arbeiða fram ímóti, at tey so líðandi fara at ger- ast eitt einstakt felag fyri heilsurøktararnar. Hetta byrjandi samstarvið kunnu teir umleið 300 limirnir í báðum feløgunum longu fegnast um. Eitt úrslit av hesum er, at tað besta úr báðum sáttmálunum er slig- ið saman í ein góðan sátt- mála fyri allar heilsurøktar- arnar kring landið. - Her er nógv nýtt og gott í sáttmálanum. Talan er hálvavegna um eina upp- rudding í teimum undan- farnu sáttmálunum og ein útgreining, og tí kunnu vit ikki annað enn vera fegin um úrslitið, siga tey bæði. Vandaviðbót Í sáttmálanum hjá Almanna- og Heilsurøktarfelagnum og Psykiatrifelagnum eru mong viðurskifti, sum uttan iva fara at gera sítt til at fleiri og fleiri hava hug at velja hetta arbeiðið sum yrkisleið teirra. Í sáttmálanum er millum annað orðið førleikamenn- ing komið inn, eins og eitt slóðbrótandi arbeiði er gjørt fyri at fáa eina sonevnda funksjónsviðbót inn, har møguleiki er hjá heilsurøkt- arum at arbeiða við verk- ætlanum í arbeiðstíð. Lønartalvan er eisini regulerað, og eftirlønin er hækkað úr 12 upp í 15,8 prosent. Sáttmálin sigur eisini, at henda nú somu- leiðis verður roknað av meirtímunum hjá limunum í feløgunum báðum. Lønin er altíð viðkomandi í slíkum samráðingum. Løn- in hækkar til sama støðið sum hjá øðrum fakfeløgum – og sum skilst verður arbeitt fram ímóti at allir bólkarnir fáa einu og somu lønartalvuna. - Eitt annað punkt er, at vandaviðbótin hækkar við 100 prosentum. Og tað fegnast vit sjálvandi um, siga Jóhanna og Sjúrður. Umsíðir viðurkend Reinførið skal í hásætið Á bygdaráðsfundi mánadagin varð sam- tykt at førast skal ein reinførispolitikkur í Sandavágs komm- unu kommuna Snorri Brend Sandavágur: Fyri einum ári síðan varð farið undir samstarv við Almanna- og heilsumálaráðið, virk- andi landslæknan, Per Vagn Hansen, og reinfør- issjúkrarøktarfrøðingin William Smith um at orða ein reinførispolitikk fyri at fyribyrgja sjúkum og ovurviðkvæmi. Í dag er ikki loyvt at brúka sápur, krem ella líknandi, sum ikki er góð- kent av danska Heilsu- stýrinum, eins og bert pappírshandklæði verða nýtt. Síðan tíðliga í fjør hava allar sjúkur hjá starvsfólki og børnum í kommunalu stovnunum verið skrásettar, fyri at kanna, hvørja ávirkan reinføris- politikkurin hevur havt. Umframt hetta er gjørdur ein reinførispolit- ikkur, sum greitt lýsir, hvat og hvussu ofta tað skal gerast reint. Hetta skal skjalfestast dagliga. Øll starvsfólk, pedago- gar, hjálparfólk, reingerð- arfólk og onkur politikari hava verið á skeiði hjá Williami Smith, har und- irvíst varð í reinføri, fyri at fáa fyribyrgt sum mest av sjúkum. Skeið verður eisini børn- unum, tí ætlanin er at William Smith skal hava skeið fyri teimum í, hvussu ein vaskar hendur. - Hetta, at læra børnini at vaska hendur, er ikki nýtt á Sóljugarði. Tílíkt skeið varð fyri nøkrum árum síðan hildið fyri bæði børnum og vaksn- um á stovninum, verður sagt á heimasíðuni hjá Sandavágs kommunu. Sáttmálin verður undirskrivaður í Fíggjarmálaráðnum av Karstin Hansen, fíggjarmálaráðharra og formonnunum í Almanna- og Heilsurøktarfelagnum og Psykiatrifelagnum, ávikavist Jóhanna Køtlum og Sjúrður Norðbúð. Hetta er ein viðurkenning av okkara arbeiði, siga tey bæði Skil fáast á bygdamørkini Runavík: Hvar er markið millum Glyvrar og Saltangará? Henda spurning tók býráðið í Runavík støðu til á fundinum, sum varð hildin í gjár. Her varð ein tekning løgd fram um markið, og samtykti býráðið at fylgja hesi tilráðingini. Markið gongur millum annað eftir gamla útgarðinum millum bøin á Glyvrum og hagan, men fer annars framvið og gjøgnum traðir á leiðini. Byggi- og býarskipanarnevndin hevur havt málið til umrøðu, og varð teirra tilráðing samtykt. Spurn- ingurin um markið millum Runavík og Saltangará varð eisini til viðgerðar, men her vórðu ongar broytingar gjørdar. Enn er dagurin ikki ásettur, men fólk á útoyggj og onnur áhugað kunnu í summar gleða seg til næstu stevnuna, sum verður hildin í vestastu oyggj okkara, Mykinesi Útoyggj Snorri Brend Mykines: - Vit ætla at gera eina áhugaverda skrá, siga umboð fyri Útoyggjafelagið. Mánadagin hittust tey til fyrsta fundin at fyrireika Útoyggjastevnuna 2008. Fundurin varð sjálvandi hild- in á staðnum – í Mykinesi. - Eini 10 til 12 fólk møttu á hesum fyrsta fundinum og nógv góð hugskot vóru til skránna, verður sagt úr felagnum. Tosað varð leysliga um skránna, men tað tykist verða greitt, at hon verður fjølbroytt og spennandi. Millum annað verður kapp- renning, filmur, frásagnir í bygdini, tónleikur og dans- ur, tiltøk fyri børn eins og søla at mati og øðrum góðum. - Skráin er opin enn, og tí kunnu fólk framvegis koma við góðum hugskotum til tiltøk, og bjóða seg til at hjálpa við praktiskum arbeiði, sigur felagið. Útoyggjafelagið heldur sín árliga aðalfund í Mykinesi hendan dagin, og nógv útoyggjafólk nýta van- liga hetta høvið at savnast til álvara og gaman. Skipað verður fyri flutningi til oynna og væntar Útoyggjafelagið, at nógv fólk fer at leita sær til Mykinesar henda dagin. Allar útoyggjastevnurnar hava verið sera væl vitjaðar bæði av føroyingum og útlendingum. Og tað verður henda uttan iva eisini. Útoyggjafólk stevna saman í Mykinesi