Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 10 Føroyska hondbóltsferðalagið, sum var á Cypros seinastu vikuna, kannaði ikki eftir, um skipanin við klippum í koyrikorti eisini var galdandi á oynni. Men um so var, so stendur eigarin av hesum bilinum væl til eitt av slagnum. Stóra skeltið við parkeringsforboðnum hevði til endamáls at tryggja, at bussar við hotel-gestum sluppu framat høvuðsdyrnum. Men sum sæst, so var tó ikki altíð, at skeltið hevði ætlaðu effektina skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. So er alt, sum tað skal vera Ólavur Presley afturkomin www.nordlysid.fo Skribentur í sjampanjuhýri Dimma.fo og Dimmalætting ynskja Stjørnuni hjartaliga til lullukku við føroyameistaraheitinum Dimma.fo Hvat høvdu tey væntað? Mona Simonsen svam í evstu løtu undir kravtíðina til HM www.uf.fo Er hann á lívi? Nú Shakespeares fyllir 444 ár, verða 35 sjónleikaframførslur leiktir samstundis um allan heimin Vikublaðið Teir stóru spurningarnir Trúgv og føroyskt fíggjareftirlit Johan Dahl í viðmerking Ógvuslig konsert Tað tóktist, sum at okkurt heilt serligt ljóðføri var á lofti, tá ið konsert var í Vestmanna farna vikuskiftið. Í øllum førum kundi hendan greinin á portalinum givið ábendingar um tað. Vónandi var bara bland komin í onkrar myndir. Ríku fólkini kunnu nakað, sum vit onnur ikki kunnu. Her er tað Paris Hilton, sum er kend fyri at verða kend, ið fær hjálp við hárinum hjá sær, áðrenn hon skal í turkiskt sjónvarp. Eitt hjálparfólk hjá henni tekur sær væl av fruntinum. Vit kunnu so bara undrast á, at hon klárar at sita so frætt still. Klippa tey á Cypros? Orna líka fruntin Ikki hyggja upp um akslarnar Hesin maðurin dámar ikki, tá ið fólk hyggja upp um akslarnar á honum. Tað er The Undertaker, sum í næstu løtu syftir Edge eftir gólvinum í b oksiringinum, har Wrestlemania fór fram farna vikuskiftið. Hetta er eitt stórt undirhaldstiltak, sum er einaferð um árið í USA, og har gongur tað harðliga fyri seg í stríðunum millum wrestlarnar. Mynd: Polfoto