Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 65 - 4. apríl 2008 Anna Byrgadóttir í Smiðjuni Listaframsýning hjá havnarkvinnuni Onnu Byrgadóttir verð­ ur í Smiðjuni í Lítluvík 4. ­ 8. apríl. Framsýningin inniheldur náttúralistiskar oljumálningar, har myndevnið er føroyskt. Eisini er verk við átrúnaðarligum íblástri. Anna Byrgadóttir er 38 ára gomul. Hon hevur nomið sær kunnleika á Listahá­ skúla á Langeland og í Holbæk. Hon hevur fyrr sýnt fram í Smiðjuni, Leikalund og á Ólavsøkuframsýning. Fernisering­ in er fríggjadagin 4. apríl kl 16. Framsýningin er opin allar hinar dagarnar frá 12­18, tó sunnudag frá 14­18. Hugnalig várkonsert við GHM Árliga várkonsertin við GHM verður í Müllers pakkhúsi sunnudagin, 6. apríl kl. 16.00. Skráin til konsertina er sera spennandi, og temað er filmstónleikur. Spæld verða løg úr filmum sum James Bond, Grease, Indiana Jones, Mary Poppins, Barbaru og Kaj Norman. Dirigentur verður Jens Knudsen. Til tess at gera konsertina til eina hugnaliga uppliving hjá vaksnum og børnum, verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn við einum køkubita afturvið. GHM vónar at síggja nógv fólk til konsertina. Mánadagin 7. apríl letur bilasølan hjá Reyni Sevice upp í leigaðum hølum á Hjalla. Hetta verður gjørt meðan arbeiðið við at umbyggja og nútímansgera bygningin í Hoyvík fer fram Bilasøla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Reyni Service í Hoyvík skal nú umbyggjast og nútímans­ gerast. Eftir at fyritøkan fyrst var í yvir 30 ár í Rættará, og 30 ár eru liðin síðan flutt var til Hoyvíkar, stendur bygn­ ingurin hjá Reyni Service, sum fleiri ferðir er víðkaður, umbygdur og dagførdur, nú framman fyri tí størstu útbygging og nútímansgerð, sum nakrantíð hevur verið gjørd har. Tá arbeiðið verður liðugt, verður bilasølan á tilsamans 440 fermetrum og eykaluta­ goymslan á 200 fermetrum. Í framsýningarhølunum er í dag pláss fyri 3­4 bilum, og eftir umbyggingina verður pláss til 10­12 bilar. Stóra framsýningarhølið verður partvís í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini verða umsiting og fundarhølir. Umbyggingin verður gjørd í samráð við Toyota, eftir tí teir nevna »Retail Concept«, og kemur bygningurin at líkj­ ast øðrum Toyota bilasølum úti í heimi við øllum tí sum har til hoyrir. Inni í stóra framsýningarhølinum verður kundamóttøka til innskriving til verkstaðið og avgreiðsla av eykalutum. Har verða eisini stórir sjónvarpsskíggjar og teldur til kundarnar at nýta, eins og playstation til børnini og ein »lounge« til kundarnar at hugna sær við kaffi og bløðum. Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, sigur, at við tað at umbyggingin verður so umfatandi, hava teir gjørt av at flyta bilasøl­ una við nýggjum og brúkt­ um bilum niðan í leigaði hølir á Hjalla. Tað er bert bilasølan sum flytur, eyka­ lutagoymslan, mekaniski – og plátuverkstaðurin og TidyCar verða framvegis í Hoyvík. Eftir ætlan verður umbyggingin liðug í heyst. Reyni Service umbyggjast og nútímansgerast Tekning av eystursíðuni á nýggja bygninginum hjá Reyni Service í Hoyvík, sum verður bygdur eftir »Retail Concept« hjá Toyota Nýggju framsýningarhølini verða kunda- og familjuvinarlig Komandi mánadag flytir bilasølan hjá Reyni Service í hendan bygningin á Hjalla Mynd: Jens Kristian Vang