fríggjadagur 4. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 • 4. apríl 2008
Vikuskifti 11
Stokkholm er størsti býurin í Norðan
londum. Tað búgva umleið tvær
miljónir í býnum, og rundanum.
Byurin grundaðist á 1200tali
num av Birger Jarl. Stórur partur
av gamla byarpartinum Gamla
Stan er varveittur síðan gamla tíð,
og er sera áhugaverdur at vitja.
At so fáir føroyingar hava
vitjað Stokkholm, kemst helst av,
at býurin ikki hevur haft nakað
serligt samband við Føroyar
gjøgnum ferðing ella fiskiskap.
Men hetta verður so broytt nú,
tá ið beinleiðis samband verður
alt summarið millum Føroyar og
Stokkholm.
Stokkholm og Keypmannahavn
kappast um at kallast høvuðstað
urin í Skandinavia. Hvør, ið eigur
tað heitið, vil eg ikki døma um,
men Stokkholm er ein avbera
vakur býur, ið hevur nógv at bjóða
ferðafólki.
Um ein er áhugaður í mentan,
eru nógv søvn at fara til. Eitt nú
Vasamuseet við 300 ára gamla
stríðsskipinum Vasa. Tað lá á hav
sins botni í 250 ár og bleiv síðani
uppafturtikið í 14.000 pettum og
haraftaná samansett aftur.
Undir liðini á Vasamuseet
liggur Skansen, ið er eitt stórt
uttandura savn við 150 gomlum
bygningum úr øllum Svøríki. Eisini
er ein djóragarður har við djórum,
sum liva í Norðanlondum eitt nú
bjørn, úlvur, rádýr og kópur.
Nógvir handlar
Bussambandið og undurgrundin
tunnelbanan gera, at tað er
lætt at ferðast í býnum. Men vil
ein heldur ganga, er tað ikki langt
ímillum søvn, shopping og tey
flestu hotellini.
Stokkholm er eitt paradís fyri
tey, ið dáma at brúka pening!
Heimsins størsta IKEA liggur beint
uttanfyri býin, og tað var her H&M
einaferð læt dyrnar upp. Nú er
næstan eitt H&M á hvørjum horni,
og tað sigst at ongastaðni í Evropa
eru líka nógv innandurasentur sum
akkurát í Stokkholm.
Um ein heldur vil nýta náttúr
una eru mong høvi til tað.
Stokkholm er sum sagt byggt
á 14 oyggjar og skergarðurin
liggur nær við. Longu 20 minuttir
frá sentrum er fyrsti hugnaligi
oyggjabólkurin Fjæderholmarna.
Nógv fólk eru á oynnum summar
tíð, og matstovur og gistingarhús
eru eisini at finna á nøkrum av
teimum 30.000 oyggjunum.
Í Føroyum er Svøríki nógv kent
fyri tónleik. Nógvir kendir bólkar
koma herfrá, eitt nú ABBA. Teir
báðir Benny og Bjørn gera enn
um seg, og teirra musikalur
MammaMia verður hetta summar
at síggja í stóra konserthølinum
Globen í Stokkholm. Eitt frálíkt
høvi fyri øll, ið dáma væl ABBA.
So tit, ið vilja njóta lívið við
tónleiki, shopping, og vónandi
góðum veðrið, bíleggið ein
ferðaseðil til stórabeiggja í
Norðurlondum Svøríki!
Nýt lívið í Stokkholm
í summar
Stokkholm er órørd jørð fyri stóra fleirtalið av føroyingum. Tá Atlantic fyri fyrstu ferð
nakrantíð fer at flúgva beinleiðis til Svøríkis í summar, verður tað eitt gott høvið at
vitja Stokkholm og síggja, hvat hesin avbera vakri býur hevur at bjóða
Ferðing
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
mynd: Stockholm Visitors
Board
Guðrið Højgaard, Stokkholm
Sum marknaðarstjóri fyri ferðavinnuni í Stockholm, fái eg
sjálvandi hendan spurningin øgiliga ofta frá útlendskum
fjølmiðlum, men hóast tað haldi eg altíð, at tað er líka ringt
at bert geva eitt tips, tí at Stokkholm hevur so nógv ymiskt
at bjóða uppá. Men í so fall vil eg nevna oynna Djurgården,
sum er ein fantastisk oasa mitt inni í býnum. Hendan
oyggin bjóðar bæði uppá náttúruupplivingar samtstundis
sum hon eisini hevur eina rúgvu av ymiskum attraktiónum,
harímillum tað heimskenda Vasamuseet og eisini Skansen,
harífrá man hevur eina sera flott útsýni yvir býin.
Heri Eysturlíð, Stokkholm
Ein túr út í skergarðin, helst
við einum gomlum guvubáti.
Ella ein gongutúr í góðum
veðri frá Kungstrædgården
eftir Skeppsbron, inn í
Gamla stan og víðari niðan
á Mosebacke. Stokkholm
er fult av flottum kirkjum,
museumum og sermerktum
bygningum.
Oddvør Lamhauge, Stokkholm
Tað er so nógv ein kundi nevnt. Gamla Stan, Vasa
museet, Eriksdalsbadet millum annað, men ein av
mínum mest minniligastu túrum var ein túrur til oynna
Sandhamn uttanfyri Stokkholm. Báturin frá Stokkholm
leggur til á fleiri oyggjum á veg út til Sandhamn, so
man kan hoppa av har man vil. Man fær áhugaverda
kunning frá ferðaleiðarinum um oynnar, kend fólk
sum búgva har o.s.fr. Har eru eingir bilar og øll taka
tað bara róligt og hugna sær. Dejligar strendur,
tennisbanar, museum og matstovur.
Mildrid á Lógv, Stokkholm
– Vasamuseet er sera áhugavert at síggja. Samstundis
er Moderna museet, Naturhistoriska og Tekniska
museet eisini áhugavert. Børnini elskaðu at síggja
fyra dimensionellan film við serligum brillum á Tekn
iska museet. Fyri børnini er Skansin, Grøna Lund og
Junibakkin sera stuttligt. At spáka sær ein túr oman
gjøgnum Drotningagatan, síggja Kongahúsið, Riks
dagen og síðan eta eina góða máltíð á eini av mongu
matstovunum í Gamla Stan er sera hugnaligt og eitt
"måste" fyri ein sum vitjar Stokkholm fyrstu ferð.
Tað búgva ikki nógvir føroyingar í Stokkholm, men nakrir eru! Vit hava spurt nøkur av teimum, hvat teirra besta stokkholmstips er?
Hvat er títt besta Stokkholmstips?