fríggjadagur 4. apríl 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 65 - 4. apríl 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Ein smeitur
NATO toppfundurin í Bukuresti gjørdist ein
dyggur smeitur fyri USA og George W. Busch
og hartil eitt bakkast fyri tann ágangandi
uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum teir neo-
konservativu kring Busch nú í skjótt átta ár
hava roynt at noyða inn á allan vesturheimin.
Hetta, at ameriski forsetin ikki fekk sín vilja í
spruninginum at sleppa Ukraina og Georgia
upp í NATO, er ein stórur uttanríkispolitiskur
ósigur fyri forsetan. Hann hevði ætlað at troka
NATO heilt inn á russiski landamørkini og
soleiðis byrgja tað europæiska Rusland inni.
Hesin politikkur, sum er ein liður í royndunum
hjá teimum neokonservativu at breiða út ta
serstøku amerisku útgávuna av tí liberalistiska
demokratiin, er miseydnaður.
Ósigurin hjá ameriska forestan er eingin ósigur
fyri fólkaræðið. Hesin ágangandi uttanríkis-
politikkurin hevur jú ikki økt um trygdina i
heiminum -heldur tvørturímótimen. Busch tók
eftir Clinton ein heim, har heimsfriður ongantíð
í nýggjari tíð hevði havt tað betri. Kalda
kríggið var væl og virðiliga av og tað kaos,
sum natúrliga kom í kjalarvørrinum á nýggju
heimsskipanini var hasað av. Tað nýggja Rusland
og NATO vóru í friði og náðum í ferð við at
finna ein samstarvsform, sum allir partar kundu
liva við. So komu teir neokonservativu í USA
til valdið og fóru undir at grava fram gamlar
figgindamyndir og at skapa nýggjar. Hetta
snúi seg um nýggja vápnadubbing, um valdið
í heiminum og ræði á teimum orkukeldum,
sum USA trýtur. Heimurin er vorðin ótryggari
og eitt nýtt kalt kríggj er við at byrja, og hetta
er at kalla alt teimum neokonservativu kring
feðgarnar Busch fyri at takka.
Men nú gekk hetta so ikki longur. Týskland og
Frakland hava fingið nóg mikið og í Bukuresti
settu tey bæði Merckel og Sarkozy forsetanum
stólin fyri dyrnar. Ein møguligur limaskapur
hjá Ukraina og Georgia hevði verið ein so stór
provokatión mótvegis Rusland, at tann friður
og tann stabilitetur, sum hóast alt valdar í
Europa, høvdu komið í stóran vanda. Hartil
kemur, at Týskland og Frakland illa hava ráð
at koma til illnar við Rusland. Týskland er púra
hevt at russiskum gassi og sámiligum prísum
á hesum gassi. Rusland kann við at snara fyri
ella við at hækka gassprísirnar sum einki týna
týska búskapin. Her er heilt einfalt ikki ráð til
uttanríkispolitiskan ævintýrpolitikk. Frakland
hevur langa søguliga siðvenju fyri góðum
samstarvi og góð viðurskifti við Rusland og hesi
viðurskifti var Sarkozy ikki sinnaður at offra
fyri ideologisku krossferðina hjá feðgunum og
teirra neokonservativu fylgisneytum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Í grein míni “Ein kjakment
an í kreppu?” sum stóð í
Sosialinum herfyri nevndi
eg m.a., at tann gitni Ric
hard Dawkins metir, at
Antony Flew helst er senilur.
Guttormur Djurhuus eftir
lýsir nakrar dagar seinni
kelduna til hesa útsøgn.
Onkur spyr kanska hvørj
ir Dawkins og Flew eru.
Richard Dawkins er
bretskur professari í
lívfrøði. Hann man helst
vera heimsins kendasti
nýateistur og gitin fyri sína
harðrendu skriving ímóti
øllum sløgum av átrúnaði.
Antony Flew er somu
leiðis breti ( f. 1923). Fað
irin var sera virkin innan
metodistkirkjuna og
Antony fekk eina kristna
uppaling. Kortini gjørdist
hann ateistur á ungum
aldri. Hetta kom tó ikki
alment fram fyrr enn nøkur
ár seinni, av tí at Antony
ikki vildi særa kenslur
foreldranna.
Flew fekk eina gylta
akademiska lívskós. Hann
gjørdist professari í heims
speki og høvudur av mong
um bókum og ritum. Tað
fyrsta av 35 verkum um
heimsspeki nevndist “Theo
logy and falsification”.
Flew var partur av tí
sonevnda “Socratic Club” í
Oxford – eitt kjakforum,
har m.a. tann kendi C.S.
Lewis hevði ein stóran
leiklut. Flew og Lewis
kendust persónliga, men
kristnu sjónarmið Lewis
høvdu ikki stórvegis
ávirkan á Flew.
Tað kom óvart á mong tá
Antony Flew í 2004 kunn
gjørdi, at hann hevði slept
síni ateismu og var vorðin
“deistur”. Pressan gjørdi
nógv burturúr hesum.
Richard Dawkins hevur
síðani úttalað seg fleiri
ferðir um sín fyrrverandi
“trúarfelaga”. Dawkins
minnir altíð fólk á, at Flew
er gamal. Hetta ger hann
eisini í bókini “The God
Delusion”, har hann knýtir
“fráfallið” hjá Flew við
aldurin.
Dawkins sigur aðrastað
ni, at sjónarmiðini hjá
Flew borga ikki fyri “the
surviving power that Flew
once had as an intellect
ual”. Hann umtalar eisini
Flew sum ein fyrrverandi
stóran heimsspeking.
Hetta verður av flest
øllum, og ikki minst við
haldsfólkum hjá Dawkins
tulkað soleiðis, at Dawkins
setur spurnartekin við ands
evnini hjá tí gamla Flew.
Niðurstøðan er kanska ikki
so løgin, tí smb. skriving
ina hjá Dawkins er skilvísi
og upplýsing ein trygg leið
til gudloysi.
Tað er tí kanska ikki so
løgið, at amerikumaðurin
Michael Ruse (professari í
heimsspeki á Florida State
University) tekur soleiðis
til um skrivingina hjá
Dawkins: “The God Delus
ion makes me embarrased
to be an atheist.”
Útsøgnirnar frá Dawkins
um Flew eru eisini umrødd
ar “preface” í bókini
“There is a God” eftir A.
Flew. Bókin kom út í 2007.
Tey, ið lesa hesa bók,
kunnu so meta um mentalu
støðuna hjá Flew.
Keldur:
Richard Dawkins:The God
Delusion
Alister McGrath:The Dawkins
Delusion
Antony Flew: There is a God
YouTube:
Dawkins: Røða í Virginia t.
23.10.2006
Kjakmentan og Dawkins
SÍMUN
ABSALoNSEN
Løgtingið viðger í løtuni
eitt uppskot frá Landstýri
num um umhvørvisavgjøld
á motorakførum. Uppskot
ið snýr seg um at umleggja
ein part av verandi skrá
setingargjaldi til ávikavist
CO2 avgjald fyri vanligar
bilar, og eitt umhvørvis
avgjald fyri lastbilar,
bussar og vøruvognar.
Eisini verður skotið upp
hækka burturbeiningar
gjaldið úr 1500 kr. til
5.000 krónur.
Uppskotið kemur at hava
við sær, at jú minni tín
bilur dálkar, jú minni er
avgjaldið, meðan keypir tú
ein bil, ið dálkar illa, so má
tú gjalda meira. Orða
skiftið við 1. viðgerð vísti
eisini, at breið semja er í
løgtinginum um uppskotið.
Hetta, at knýta avgjalds
og umhvørvispolitikk
saman er, eftir mínum
tykki í tøkum tíma. Alt ov
longi hava vit bert tosað
um at gera nakað fyri at
verja umhvørvið, meðan
gerðirnar hava manglað.
Hetta uppskotipð kann
tykjast sum smáting í mun
til avbjóðingina við um
hvørvinum, men tað, ið
hevur tann stóra týdningin
er, at nú byrja vit at taka
ítøkilig stig til at verja
umhvørvið.
At taka atlit til umhvørv
ið er í stóran mun ein
spurningur um hugburð og
at vit eggja fólki til at
hugsa um umhvørvi. Øll
kenna til, at gamlir bilar
liggja og sløðast í nat
túruni. Hækkingin av
burturbeiningargjaldinum
er eitt tiltak, ið skal stim
bra undir at ruddað verður
upp í hesum, og at bilarnir
verða burturbeindir ístaðin
fyri at liggja og sløðast.
Tað er eisini eitt gott og
positivt signal mótvegis
umheiminum, at Føroyar
kunnu vísa á, at okkara
avgjaldslóggáva er skipað
so, at vit taka atlit til at
minka um CO2 útlátið sum
vit hava bundið okkum til í
STveðurlagssáttmálanum
og Kyoto sáttmálanum.
Sitandi samgonga hevur
sett sær fyri, at Føroyar
skulu ganga á odda í
tilfeingisrøkt, so at vit
kunnu lata børnum okkara
eitt ríkt og livandi um
hvørvi. Samgonguskjalið
sigur, at miðað verður eftir
at flyta Føroyar yvir í ein
“reinorkubúskap”, so vit
taka okkara part av
ábyrgdini at minka globala
útlátið av CO2.
Fyriliggjandi uppskot er
eitt lítið men týdningar
mikið stig á leiðini.
Umhvørvið sett á breddan
løgtingskvinna
EyðgUNN
SAMUELSEN