Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 12 Hóast Stokkholm er ein stórbýur, so fær ein nógv gjørt uppá eitt døgn. Her eru nøkur hugskot til hvat ein kann fylla døgnið við Eitt døgn í 09.00 Byrja dagin við einum herligum morgunmatið. Um hotellið hjá tær ikki serverar "cafe latte", far so út í býin og fá tær ein góðan kopp. Grand Hôtel er kent fyri ein fantastiskan morgunmat. 10.00 Spáka ein túr á Strandvægen og hygg eftir bátunum og teimum dyru bilunum. 10.30 Gang yvirum Djurgårdsbron og leiga tær eitt par av inlines á Djurgårdsbrons Sjøcafé. Djurgården er perfekta staðið at skoyta á. 11.00 Vitja Vasamuseet. Gamla strídsskipið Vasa sakk á síni jomfruferð. Sera áhugavert savn. 12.00 Et døgverða á Ulla Winbladh. Her fært tú ein góðan svenskan døgverða. 13.00 Tak sporvognin inn til fínu gøtuna Biblioteksgatan. 13.10 Um mappan er tjúkk, shoppa so á fínu gøtunum við merkjahandlum sum Filippa K, Armani, Kookai og hinum kendu ... Um mappan er tynnri, keyp onki, men gang á reyða leyparanum ið liggur á allari Biblioteksgatan og hygg eftir fínu fólkunum. Her er besta staðið at síggja kend fólk í Stokkholm. 13.30 Frá Biblioteksgatan kann tú ganga yvir til Kungsgatan, har eru handlarnir eitt sindur bíligari. Um tú dámar væl at keypa ting til heimið er ein sera stuttligur handil har, ið eitur Stockhome.