fríggjadagur 4. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 4. apríl 2008
13
Í Dimmalætting nr. 61, 31.
mars, skrivar Liljan Weihe
um eina hending, sum fór
fram á floksfundi Tjóð
veldisins tann 29. mars.
Hon greiðir frá, at Kristina
Háfoss, landsstýrislimur
við mentamálum, legði fyri
í sínari røðu við at siga frá
einari hending:
”Ein dagin kom mín tá
seks ára gamla dóttir heim
frá barnagarðinum, og
spurdi um danir ráddu í
Føroyum.”
”Nei, í Føroyum ráða
føroyingar, segði Kristina
Háfoss við dóttir sína, og
helt tað vera illa áfatt í Før
oyum, um lítil børn vórðu
uppfostrað til at trúgva, at í
Føroyum ráddu danir.”
”Dóttirin hevði í barna
garðinum kjakast (sic!hm)
við ein av sínum starvs
feløgum (sic! hm), ein seks
ára gamlan drong, um,
hvørt føroyingar ella danir
ráddu í Føroyum.” Kristina
Háfoss fór so at kanna,
hvør mundi eiga drongin,
sum gongur í sama barna
garði sum hennara dóttir.
Vit ímynda okkum, at
okkara í løtuni verandi
landsstýrislimur við
mentamálum er farin í
barnagarðin fyri at fáa
upplýsingar um hendan 6
ára gamla smádrongin,
sum vísti seg at vera son
ur Kaj Leo Johannesen,
og ”salurin flenti í kíki.”
Um tað er satt, at ein
búskapar/løgfr. (samb.
telefb.) p.t. limur í Føroya
landsstýri við mentamál
um hendi alment hevur
sagt tað, sum Liljan
Weihe endurgevur, eru
dimensiónirnar so ræð
andi, at fólk við vanligum
viti og skili gána sum
sligin á nevið.
Hetta man verða sjálvt
sáið til ónda happing.
Slíkur hugburður hevði
krúnaðar dagar í tí upp
lýsta, men av sjúkligum,
ekstremum tjóðskapar
rørslum fyri 70 árum
síðani so illa pínt Evropa.
Seks ára gomul børn
Heri MoHr
Tað er ein gamal spádómur
í Føroyum, at loysingin, tá
hon einaferð kom, fór at
koma úr Danmark og ikki
úr Føroyum. Danir blivu at
keðast av føroyingum so at
teir blivu bidnir um at sigla
sín egna sjógv. Nú er farið
at líkjast hesum spádómi,
danski statsministarin
hevur haft peikifingurin á
lofti og tala at. Næsta
stigið hjá okkum má vera
loysing og tá manglar so
lítið í. Tað sær ikki matari
út, enn at Javnaðarflokk
urin er blivin ein loysinga
flokkur. Fleiri av okkum,
sum nú eru blivin eldri og
gomul, eru alt annað enn
fegin um at so skal vera.
Eingin tinglimur í flokki
num sigur eitt einasta orð,
tey lata bara standa til.
Minka blokkin til at hjálpa
til loysing við, tað er so
ørt, sum hugsast kann. Tit
eiga einki í tí, ið eftir er av
blokkinum. Blokkurin ið
eftir er, hoyrir fyri ein
stóran part til tað føroyska
sjúkhúsverkið og pensjon
istarnar. Sum tað ljóðar, er
ikki eiti á fyrimunir vit
fáa, um vit fáa loysing, alt
annað er gloymt. Tað vit
hava hevur ongan týdning,
tað verður ikki viðlíka
hildið, vit vilja einans
hava meir. Tað týðir uppá,
at vit eru kedd av at hava
tað gott. Tí gott hava vit
tað ídag, sum ongantíð
áður. Vónandi stendur
Anders Fogh Rasmussen
aftanfyri síni orð, so
okkara politikkarar fáa
nakað at hugsa um og
koma aftur á jørðina. Fyri
mongum árum síðan
hoyrdi eg ein mann, ið var
javnaðarmaður, siga: at
Tjóðveldi kom ikki at
fremja loysing í Føroyum.
Bleiv nøkur loysing, so
kom hon frá Javnaðar
flokkinum. Hesir báðir
spádómar, ið her eru
nevndir eru at ræðast. Eitt
er heilt vist, verður
loysingin verunleiki, so
má repast á øllum økjum
og tað við lít. Livifóturin
má munandi niður, um
ikki so langt niður sum í
Portugal ella Kosovo.
Nú er komið at
evstu stund
Palli
DalsgaarD
BP boraði niður á
3.351 metrar og fann
onga olju sigur felagið
í skrivi
William turrur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
BP váttar við hesum, at
boringin av leitibrunninum
William er steðgað. Steðgað
varð, tá komið var niður á
høvuðsmálið
(primary
target), sum var 3.351
metrar undir havyvirflatuni.
Rakt var ikki við kolvetni í
brunninum.
William brunnurin varð
boraður
á
743
metra
havdýpi, 60 sjómíl í ein
landsýnning úr Føroyum,
av boripallinum Transocean
Rather. Transocean Rather
verður
nú
fluttur
úr
føroyskum sjóøki.
Leitiboringin, sum nú er
framd, nøktar treytirnar í
leitiloyvinum, og eru olju
feløgini nú loyst frá allari
ábyrgd og skyldum í sam
bandi við William brunnin.
Oljufeløgini vilja nú meta
um upplýsingarnar frá brunn
inum, áðrenn støða verður
tikin til, hvat víðari hendir
við leitiloyvi 007 sigur BP í
tíðindaskrivinum.
William
brunnurin
er
borðaður á basaltøki í
leitiloyvi 007.
Oljufeløgini, ið luttóku í
boringini í leitiloyvi 007
eru: BP (50%), Shell (25%)
og
Anadarko
(25%).
Anadarko var við, sum
borin luttakari.
Eingin olja í William
BP segði seg vilja
bora niður á 4750
metrar, áðrenn
farið varð undir
boringina. Sí skurð
av undirgrund
og boriætlan. Nú
verður sagt, at BP
er komið niður
á 3.351 metrar
og hetta er í tráð
við avtaluna við
Jarðfeingi. Kelda
BP
-Av tí, at tað ikki kann
útilokast, at kolvetni
kunnu vera djúpari,
enn nú er borað
til, er brunnurin
ikki endaliga, men
fyribils frágingin.
Tað verður tí lættari
hjá møguligum
áhugaðum feløgum
at halda fram við
boringini sigur
Tórbjørn Jacobsen,
oljumálaráðharri í
viðmerking
William turrur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Leitibrunnur 6005/131A,
sum pallurin Transocean
Rather hevur borað fyri BP
samtakið á loyvi nr. 007, er
nú liðugt boraður. Brunn
urin, sum er á 742 metra
havdýpi,
røkkur
3.351
metrar niður undir sjóvar
málan sigur Jarðfeingi í
tíðindaskrivi
Í brunninum hevur ikki
verið rakt við kolvetni.
Tekniskir
trupulleikar
hava verið við boringini,
umframt at ringa veðrið í
vetur hevur tarnað arbeið
inum. Jarðfrøðiligu viður
skiftini vóru ikki sum
væntað undan boringini m.
a. við tað at basaltfláirnar
vóru drúgvari enn framm
anundan mett. Hetta hevur
við sær, at gosgrýti var at
finna
á
dýpinum,
har
høvuðsmálið við boringini
varð roknað at vera, og at
tey jarðløg, ið vónir eru um
kunnu innihalda kolvetni,
tískil liggja djúpari enn
brunnurin rakk.
Av tí at ikki varð borað
gjøgnum gosgrýti í hesum
umfarinum,
og
at
tað
framvegis eru vónir fyri, at
kolvetni
kunnu
finnast,
varð gjørt av at fara frá
brunninum á ein hátt, sum
ger tað møguligt at taka
upp aftur arbeiðið seinni.
Henda
boring
hevur
givið
okkum
týðandi,
nýggja vitan um jarðfrøðina
nærhendis Munkagrunni
num, og hevur sostatt verið
við til at økt um okkara
vitan
um
jarðfrøðiligu
menningina í økinum sigur
Jarðfeingi.
Landsstýrismaðurin
í
Fiski og Tilfeingismálum,
Torbjørn Jacobsen, sigur,
"Vit staðfesta, at í fyrsta
umfari
hevur
henda
boringin ikki rokkið við
kolvetni í brunninum. Av tí,
at tað ikki kann útilokast, at
kolvetni kunnu vera djúpari,
enn nú er borað til, er
brunnurin ikki endaliga,
men fyribils frágingin. Tað
verður tí lættari hjá møgu
ligum áhugaðum feløgum
at halda fram við boringini.
Vit mugu eisini staðfesta, at
boring á hávetri setir stór
krøv til boriútbúnaðin, men
tað er at fegnast um, at
boriarbeiðið út frá einum
trygdarsjónarmiði
hevur
gingið væl."
Kolvetni kunnu liggja djúpri
Tórbjørn Jacobsen,
oljumálaráðharri:
- Vit mugu eisini staðfesta,
at boring á hávetri setir
stór krøv til boriútbúnaðin,
men tað er at fegnast um,
at boriarbeiðið út frá einum
trygdarsjónarmiði hevur
gingið væl."