fríggjadagur 4. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 • 4. apríl 2008
Vikuskifti 13
Stokkholm
14.30 Støkk inn á gólvið hjá
kaffistovuni Vetekatten og fá tær
ein "bulle" við kaffi.
15.00 Nù er tú nær við tað
stokkholmska "Strøget" nevliga
Drottninggatan. Har eru allar tær
stóru keturnar, Zara, H&M, Lindex,
Indiska, JC millum annað.
16.30 Kulturhuset liggur mitt í sentrum, og
er mentunnarháborgin í Stokkholm. Her kanst
tú síggja framsyningar, og oftani er onkur
sjónleikur eisini at síggja. Børnini hava eina
heila hædd fyri seg sjálvan at spæla í - "Rum
før barn", eitur hon.
18.00 Nordic Light Hotell hevur eina sokallaða Ice Bar,
har alt er gjørt av ísi - eisini gløsini. Tú verður ílatin
tjúkka drakt, og so er bara at byrja kvøldið við at njóta
ein góðan drykk.
19.00 Nú er hungurin komin, og tíð er at fáa sær ein
góðan bita. Ein nyopnað matstova, ið hevur fingið nógv
góð ummæli, er Pontus á Brunnsgatan 1.
22.00 Nú er tú nær við Stureplan, ið er "The place to
be", um ein vil í býin! Tað eru nógvir náttklubbar og
diskotek at velja ímillum - eitt nú Spy Bar, Berns, Riche
og Café Opera.
00.00 - Ein stuttligur og strævin dagur er at enda! Um tú
ikki hevur funnið tær eitt hotell, so er tað so avgjørt tíð til
tað nú. Tað eru sera nógv hotell at velja ímillum, men um
tú vil búgva eitt sindur annarleiðis og hampuliga bíligt,
kann báturin "Af Chapman", ið liggur mitt í Stokkholm,
verða eitt gott stað. Báturin liggur við kai alt árið og er
vallaraheim um summarið.