fríggjadagur 4. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 65 - 4. apríl 2008
KroniKKur
Olaf Olsen, vinnulívsmaður,
Glyvrar
Veðrið má sær ráða, hava føroy
ingar sagt. Onnur hava sagt, at
øll tosa um veðrið, men eingin
ger nakað við tað. Men tað sær
út til at vera ein farin tíð, tí nú
tosa øll um at gera nakað við tað.
Og tað er ikki bara, um tað skal
verða útróðrarveður í morgin,
men: latum okkum køla jørðina
nøkur stig!
Tey, sum eru uppií stórpoli
tikki, hugsa globalt, tí tey rokna
við, at tey hava so stóra ávirkan,
at tey kunnu broyta stór ting. Vit,
sum ikki hava so gott útsýni,
halda, at tað munar ikki so nógv,
hvat vit gera. Fuglfirðingar
plagdu at siga, tá ið teir tosaðu
um stórpolitikk, at tað munar
lítið, hvat gjógvarámenn siga.
Helst er nakað rætt í báðum
førum.
Tað verður tosað um, at tær
broytingar, sum standa fyri
framman, helst eru ógvisligari
enn nakað, vit hava upplivað í
søguligari tíð, so nú vit eru
vorðin so vís og hava so nógva
og góða tókni, eiga vit at royna
at broyta viðurskiftini til tað
betra.
Hvat hava vit gjørt við trupul
leikan, og hvat kunnu vit gera
aftrat?
Um vit tosa um burðardygga
veiðu, so hava føroyingar saman
við grannatjóðum skipað veiðuna
eftir svartkjafti og øðrum uppi
sjóvar fiskasløgum soleiðis, at
hvør tjóð hevur sín avmarkaða
part av tilfeinginum. Hetta var
ikki so fyri fáum árum síðani.
Vit hava fingið eina skipan fyri
botnfiskin, sum ger, at ikki ov
stór veiðuorka sleppur framat, og
økini, har til dømis loyvt er at
trola, eru eisini avmarkaði. Hetta
er ein skipan, sum er munandi
betri enn tær, sum aðrir hava.
Hon er løtt at stýra, hon er løtt at
fiska eftir, og hon er næstan heilt
frí fyri útkast av fiski, og tað
hava aðrir sínar trupulleikar av.
Um myndugleikarnir ansa eftir,
at ikki ov stór veiðuorka kemur
inn í flotan, so er hetta ein sera
góð skipan.
Føroyingar byrjaðu at partrola
fyri mongum árum síðani. Hetta
setti oljunýtsluna niður við 40 %
og trolreiðskap við einum 15%.
Tað eru fáir aðrir á okkara
leiðum, sum hava lagt um til
partroling. Hví hava teir ikki tað?
Tað hevði verið gott, um onkur
fór at granska í tí, tí hetta er eitt
upplagt tiltak fyri at spara
oljuorku.
Hetta hava vit gjørt. Hvat
kunnu vit gera aftrat?
Vit kunnu útvega motorar, sum
eru betri fyri umhvørvið.
Vit kunnu útvega umhvørvis
vinarligari veiðiútgerð.
Vit kunnu útbyggja vatn og
vindmegina.
Alt hetta kann gerast, men tað
hevur eisini verið gjørt í longri
tíð. Tí er hetta ein tilgongd, sum
er í gongd meira og minni alla
tíðina.
Vit kunnu gera vindmyllur til
at pumpa vatn niðaneftir og
savna tað í vøtn, og nýta tað til
orku, tá ið tað rennur omanaftur.
Tað skaðar ikki umhvørvið, og
tað avlagar ikki streymføringina,
tí vatngoymslan virkar sum eitt
battarí. Hetta varð kannað fyri
nøkrum árum síðani. Niðurstøð
an var, at tað lat seg væl gera,
men tað loysti seg ikki við tí
oljuprísi, sum tá var, men hann
er tríggjar ferðir so høgur nú, og
vit eru meira tilvitað um
umhvørvið nú enn tá.
Hetta kunnu og eiga føroyingar
at gera uttan at skoyta til, hvat
onnur gera. Hetta kunnu “gjógv
arámenn” hava ávirkan á.
Mangt annað kann eisini
gerast: 1) Hava færri og smærri
bilar, 2) eitt sindur kaldari inni
(fara í føroysk undirklæðir), 3)
koyra spakuligari, 4) ferðast
minni við skipum og flogførum,
5) íðka minni ítrótt og so fram
vegis. Hetta kann eisini gerast,
og tað hevði óivað munað væl,
men eg haldi, vit skulu hoyra,
hvussu onnur gera við hetta,
áðrenn vit leypa út í tað.
Tað eigur ikki at koma føroy
ingum til skaða, at teir hava havt
eina tunga vinnu viðvíkjandi
orku, og hava tó sum høvuðs
vinnu havt framleiðslu av føði, tí
henni hava vit og onnur altíð
brúk fyri, meðan onnur kunnu
sleppa lættari, tí tey higartil hava
nýtt minni orku. Uttan at vita
tað, so gangi eg út frá, at tað
verður tikið atlit til hetta.
Eitt annað er, at tá ið føroy
ingar skulu útvega sær útgerð til
ymist, so má tað ofta fáast úr
útlondum, og tey flestu av
teimum londum, vit fáa okkara
útgerð frá, eru tey, sum skulu
ganga undan viðv. umhvørvinum,
og tí má roknast við, og óivað er
tað eisini soleiðis, at vit harvið
fylgja teimum betringum, sum
onnur framkomin lond leypandi
menna sína útgerð við. Hetta
gera føroyingar eisini við tí, sum
teir útflyta. Tað verður t.d. gjørt
nógv við at menna trolútgerð,
sum verður seld til útlond – og til
føroyingar við so hon verður
umhvørvisvinarligari og minni
orkukrevjandi. Her eru føroying
ar eisini við í samarbeiði við
stovnar í øðrum londum.
Ein stórur spurningur er,
hvussu nógv vit kunna ávirka tær
komandi broytingar, sum roknað
verður við fara at koma yvir
okkum. Persónliga meti eg ikki,
at um tað verður, sum tey meira
pessimistisku halda, at vit menn
iskju klára at standa ímóti tí, sum
kemur. Um tað vísir seg at muna
ov lítið, so eiga vit at hjálpa
teimum, sum koma illa fyri av
broytingunum, til at laga seg til
tær broyttu umstøðurnar, men
samstundis gleða okkum saman
við teimum, har tað verður betri
at liva. Hvussu munnu viður
skiftini fara at verða á okkara
leiðum?
Annars hevur mannaættin duga
væl at laga seg til broytandi viður
skifti. Sjálvt føroyingar hava ofta
broytt mynstri í livihátti og inn
tøkugrundarlagi. Tað hevur verið
gjørt, tá ið umstøðurnar hava
broytt seg.
Eisini aðrir hava verið útfyri
árinum, sum hava skapt trupul
leikar. London mundi gingið
undir í rossalorti fyri góðari øld
síðani. So komu bilarnir, og tann
trupulleikin var harvið loystur.
Ídnaðurin nýtti nógv kol, og
londonbúgvar og onnur mundu
kódna í kolosa og “smog”. So
kom oljan og eisini reinsingin av
bygningum og áum. Tað broytti
viðurskiftini nógv til tað betra.
Fiskur kom aftur í stórar áir, t.d.
Themsen. Nú er CO2 í ferð við
at kvala okkum. Kønu heilarnir
við sínum tøkni fara at hjálpa
okkum undan tí. Ein vísur føroy
ingur, sum eg hevði størstu
virðing fyri, segði: Tá ið tað sær
út til at ganga serliga væl, so skal
man altíð rokna við, at tað
verður ikki so væl, og tá ið tað
sær út til at fara at ganga
serliga illa, so skal man
vita, at tað verður
ongantíð so ringt.
Um bretar høvdu
farið út í eitt størri
prosjekt við at
reinsa London og
aðrar býir fyri
hestalort, so tað
kundi verða
livandi í býnum
um 50 ár, og
nýttu stórar
upphæddir til
tað, men so
var eingin
lortur eftir 10
árum, so
hevði tað ikki
verið væl
útgivin
peningur.
Nú hevur
oljuøldin vart
eina øld. Hvussu
leingi man hon
fara at vara aftrat?
Tøknin er aldrin
ment so skjótt sum á
okkara døgum. Eg
rokni við, at við teimum
møguleikum, sum vit hava
í dag til at menna bæði eitt
og annað, og við tí oljuprísi,
sum nú er, so man tað ikki fara at
verða so leingi, til vit finna
nakað annað til at útvega okkum
ta orkuna, sum vit framvegis
koma at nýta, og helst í størri og
størri mun.
Tað verður torført at standa
móti teimum krøvum, sum
kanska velta inn yvir okkum sum
ein hálvandi bylgja. Tá nyttar
helst lítið, hvat “gjógvarámenn”
siga . Í einari kendari bók
stendur: Stúrið ongum fyri!
Mong hava lyndi til at stúra fyri
øllum. Vit eiga at brúka okkara
vit og skil fyri ikki at arma
okkara samfelag út, men sam
stundis taka atlit til tað, sum
onnur semjast um at gera.
Kanska tað tó verður, sum
Yamani, oljuministarin í Saudi
Arabiu segði á sinni: Steinøldin
helt ikki uppat, tí tað vantaðu
steinar, og eg vænti heldur ikki,
at oljuøldin heldur uppat, tí tað
vantar olja.
Veðrið má sær ráða
Nú er CO2 í ferð við at kvala okkum. Men mannaættin hevur altíð dugað væl at laga seg
til broytandi viðurskifti. Kønu heilarnir við sínari tøkni fara at hjálpa okkum undan
veðurlagsbroytingunum. Ein vísur føroyingur, sum eg hevði størstu virðing fyri, segði: Tá ið
tað sær út til at ganga serliga væl, so skal man altíð rokna við, at tað verður ikki so væl, og tá
ið tað sær út til at fara at ganga serliga illa, so skal man vita, at tað verður ongantíð so ringt,
uggar Olaf Olsen í kronikkinum um veðurlagið
”
Í einari kendari bók stendur: Stúrið ongum
fyri! Mong hava lyndi til at stúra fyri
øllum. Vit eiga at brúka okkara vit og skil
fyri ikki at arma okkara samfelag út, men
samstundis taka atlit til tað, sum onnur
semjast um at gera.