fríggjadagur 4. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 • 4. apríl 2008
Vikuskifti
14
Um páskini var ein forkunnug
vitjan í Føroyum. Hetta var
Rhoda David, sum er leiðari á
House of Hope, vanliga nevnt
blindaheimið, í Betlehem.
Hetta er eitt heim, sum nógvir
føroyingar kenna. Svenning av
Lofti, sum í ártíggir hevur skipað
fyri ferðum til Ísraels, hevur
hetta heim sum ein fastan tátt í
ferðaskránni. Tískil hava túsundir
av føroyingum verið á gátt.
Tann, sum skrivar hetta, er ein
teirra. Hann var saman við konuni
og trimum av børnum teirra á
vitjan her júst á teirra silvurbrúð
leypsdegi 3. oktober 2006. Semja
er millum tey vitjandi um, at hetta
er eitt framúr átak.
Rhoda hevur ferðast kring
landið og hevur greitt frá hennara
virksemi, eins og hon hevur verið
í Rás 2 og greitt frá.
Rhoda hevur eina áhugaverda
bakgrund. Hon er kristin arabari
og er ættað úr Haifa, sum er
í sjálvum Ísrael. Hon er fødd í
Nasareth, sum eisini er ”heima
beiti” hjá føroyingum. Tískil er
hon ísraelskur ríkisborgari við
øllum teimum rættindum, sum
hetta inniber.
Hon er sum so eisini partur av
søguni hjá Ísrael og arabarum.
Tá ið Ísrael varð stovnsett í
1948 rýmdu nógvir arabarar úr
landinum, og nógvir av teimum
hava búð í flóttarlegum í granna
londunum. Júst teir hava verið
ein partur av ófriðinum, sum
síðan hevur verið í hesum øki.
Men foreldrini hjá Rhodu fóru
ongan veg, og tað mundi vera
betri parturin. Hetta merkir eisini,
at tey eingi skyldfólk eiga í Ísrael.
Tey eru øll í grannalondunum.
Familjan hjá Rhodu vóru annars
virkin í eini lítlari brøðrasamkomu
í Haifa.
Rhoda giftist við Michael, sum
tá leiddi blindaheimið í Betlehem.
Tey fingu seks børn, men Michael
doyði í bestu árum í 1999, og nú er
tað hon, sum er leiðari við hollum
stuðli frá vermóður síni og øðrum
starvsfólki. Nógv av teimum eru
sjálvboðin úr ymiskum londum.
Millum teir føroyingar, sum hava
arbeitt har, eru Ása Hansen úr
Fuglafirði, sum eisini giftist við
einum, hon hitti á heiminum,
Tordur Niclassen av Eiði og Anna
Maria Anthoniussen úr Fuglafirði.
Hon var eisini við á samkomunum
í Føroyum saman við Rhodu. Hon
greiddi frá, hvussu tað var hjá
eini føroyskari gentu at arbeiða
á einum slíkum stað. Hon var har
í 14 mánaðir og lærdi seg eisini
arabiskt. Hon hevur alt gott at
bera arabarum, bæði kristnum
og muslimskum. Ikki minst tekur
hon til teirra gestablídni. Tá tey
vóru boðin inn í arabisk heim,
skuldu gestirnir fyrst fáa alt tað,
tey orkaðu at eta, og so kundi
húsfólkið fáa avlopið.
Hon var eisini við til at læra
ein av búfólkunum at ganga. Tá
ið hann kom, grulvaði hann, men
við miðvísari venjing kom hann á
føtur.
Betlehem
Í Betlehem búgva í dag 35.000
fólk, sum øll eru arabarar.
Tað er bert ein løta at koyra
frá Jerusalem, men kortini er
hetta sum at koma til eitt heilt
fremmant land. Betlehem liggur
á palestinskum sjálvstýrisøki, og
millum hesi og Ísrael er bygdur
ein umstríddur múrur, sum skal
forða yvirgangsmonnum at koma
inn í Ísrael. Hetta er kanska
skiljandi, men lýsir hesin múrur
einsamallur støðuna í økinum.
Afturat hesum kemur, at bussar
frá Ísrael kunnu bert koyra til
múrin. Tá má skiftast til buss úr
Betlehem við lokalum førara at
koyra restina av teininum.
Betlehem er sjálvsagt nógv
merktur av, at Jesus varð føddur
har. Umframt eru nógvar aðrar
bíbilskar hendingar knýttar at
Betlehem. Hetta merkist ikki
minst á kirkjunum í býnum.
Tveir triðingar ella meira av
fólkatalinum eru muslimar.
Hesin partur økist í hvørjum.
Ein orsøk er, at muslimar fáa
fleiri børn enn kristin, og ein
onnur er, at nógv kristin flyta av
landinum, serstakliga til USA og
Suðuramerika.
Tey flestu kristnu eru grisk
ortodoks. Hetta merkir, at tey
halda jól tvær ferðir í Betlehem.
Fyrst ”okkara” jól, og síðan
jólini hjá ortodoksu kirkjuni 7.
januar. Har er so eisini ein lítil
brøðrasamkoma.
Blindaheimið
House of Hope er eitt heim
og skúli, sum verður rikið av
arabarum á einum kristiligum
grundarlagi. Her verður gjørt eitt
gott arbeiði partvíst fyri ung og
eldri blind, kropsliga brekaðar
ungar menn og partvíst fyri børn,
sum eru menningartarnað. Hesi
eru ofta eru fyri vanbýti á leiðum
sum hesum.
Hetta arbeiðið byrjaði í 1963 av
eini blindari kvinnu, May Ladah,
nevnd „Aunty May“, sum doyði
í 1993, 89 ára gomul. Afturat
sær hevði hon eina síggjandi
hjálparkvinnu, Christine David,
sum gjørdist vermóður Rhodu.
Byrjað varð í smáum, men sum
frá er liðið, er virkið økt, og um
støðurnar er nógv bøttar. Nú eru
umstøðurnar góðar við tveimum
uppá seg stórum bygningum.
Einir 40 næmingar eru á
skúlanum. Summir búgva har,
og aðrir koma frá økinum í og
kring Betlehem og búgva heima.
Næmingarnir verða koyrdir í og
úr skúla, og teir fáa eisini eina
heita máltíð í skúlanum. Hjá fleiri
er hetta einasti biti, tey fáa á
degnum.
Tey allarflestu, sum fáa hjálp
á heiminum, eru muslimar. Men
hetta er eingin trupulleiki hjá
nøkrum av pørtunum.
Virksemið hjá House of Hope
verður fíggjað av vinum, kirkjum,
samkomum og felagsskapum.
Uttan slíkan stuðul, eisini uttani
frá, hevði arbeiðið verið ómøgu
ligt. Føroyingar hava eisini
stuðlað.
Tað eru 1520 lønt starvsfólk á
heiminum. Aftrat tí eru og hava
Ímyndin av tollyndi millu
Í hesum døgum, sum er merkt av tørv
andi trúnaðarligum tollyndi, ikki minst
millum krisnta og muslimska heimin, er
tað hugaligt at frætta frá einum dømi
um tað mótsatta, og tað júst í býnum,
har Jesus var føddur
House of Hope
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
House of Hope í Betlehem, er veruliga eitt hús við vón. Her kunnu føroyingar eisini stuðla.
Anna Maria Anthoniussen úr
Fuglafirði hevur arbeitt á heiminum
meira enn eitt ár og hevur eisini givið
sítt íkast til hesa uppgávu.
Rhoda David vitjaði eisini í fornminnisavningum Blása stova í Norðragøtu.
Her stendur hon undir glerpípunum í Glyvr-Hanusarhúsi, sum er ein partur av
savninum