Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti um muslimar og kristin verið sjálvbodnir útlendingar. Tey hava góðar royndir við føroying­ um, og teir eru vælkomnir. Roynt verður at útvega teimum blindu okkurt at gera. Í kjallaranum er vardur verkstaður fyri tilkomnar og eldri blindar menn. Har gjørdu teir m.a. bustir og kustar. Heimið hjálpir 75 per­ sónum við breki, men tey hava ein langan bíðilista, so tørvurin er stórur. Eingin munur millum kristin og muslimar Tað var hugtakandi at vitja hetta heim. Eftir at hava hoyrt so nógv líkt og ólíkt um arabarar og muslimar var tað vælgerandi at síggja, hvat ið kundi gerast í einum kristnum anda í hesum øki, har vit hava hoyrt so nógv minni gott. Her verður ikki munur gjørdur á muslimum og kristnum, øll eru vælkomin og kenna seg eisini vælkomnan. Júst hendan dagin vit vitjaðu í 2006 hittu vit eina muslimska mammu, sum fyrstu ferð kom við sínum menningartarnaða soni. Takkað verið House of Hope kann hann fáa eitt rímiligt lív. Alternativið vildi verið ein vanvirðislig tilvera. Børnini vóru annars sera fitt og blíð, og tey vóru ógvuliga glað fyri at fáa vitjan. Tað verður gjørt tað, sum kann gerast, fyri at samansjóða tey, sum varða av heiminum. Skipað verður fyri samkomum, har for­ eldur verða boðin við. Skipað verð­ ur eisini fyri útferðum fyri búfólkið. Truplar umstøður Men tað er ikki lætt at liva her við øllum tí ruðuleika, sum er í økinum. Eitt dømi um hetta er, at almenn starvsfólk, tá ið vit vóru har, høvdu ikki fingið løn í fleiri mánaðir. Ófriðurin hevur eisini ført til minking í ferðafólkatalinum, og hetta merkir eisini meira arbeiðsloysi í einum býi, sum er heftur av ferðavinnuni. Ferðafólkatalið er kortini við at kvinka uppeftir. Annars er tað ikki her, at tað er tann ófriður, sum vit javnan frætta um. Hann er mest í Gaza. Tann sokallaða intifadain var eisini á Vestara Árarbakkanum í fleiri her. Men her tykist hann at vera avhasaður. Ísraelar halda seg mest møguligt frá økjum, har teir kundu verðið álopnir. Fyrr hava arbeiðarar í palest­ inskum økjum kunnað arbeitt í Ísrael uttan stórvegis forðingar, og teir hava kunna forvunnið til sítt uppihald. Hetta er nógv broytt orsakað av ísraelskum tiltøkunum móti yvirgangi. Hesi ganga fyri ein stóran part útyvir vanliga fólkið. Okkara bussførari í Betlehem greiddi frá, at skuldi hann til Ísrael at koyra við sínum bussi, so kundi hann bert fáa eitt loyvi, sum galt ein dag, og tað tarnaði honum nógv í arbeiðs­ møguleikunum. Tey eru framvegis nógv í pal­ estinsku økjunum, sum arbeiða í Ísrael. Men ferðingin aftur og fram er sera trupul vegna eftirlitið, sum er. Ofta mugu fólk fara frá húsum kl. 3 um náttina fyri at kunna møta rættstundis til arbeiðis. Hjá teimum, sum ikki hava arbeiði, er enn truplari at koma inn í Ísrael. Ein møguleiki er til átrúnaðarligar høgtíðir, men til menn verður loyvi bert latið, um teir eru omanfyri ein ávísan aldur. Tá eru teir hampiliga óskaðiligir. Rhoda ein fongur fyri House of Hope Hjá blindaheiminum er tað ein stórur vinningur at hava Rhodu. Hon er ein sera dámlig kvinna, sum brennir fyri sína sak. Tað, at hon er ísraelskur ríkisborgari, ger, at hon mestsum ótarnað kann fara ørindi inn í Ísrael. Tað lættir eisini nógv um, at hon tosar bæði hebraiskt og arabisk. Hon kann bæði týða millum hesi bæði málini og til og frá enskt. Tey eru nógv, sum finnast at Ísrael fyri at vera ov harðrent. Hesar atfinningar koma eisini frá teirra egnu kristnu vinum og stuðlum á okkara leiðum. Tað er ikki altíð, at tað ber til at skilja framferðina móti sivilfólkinum. Rhoda hevur stóra samkenslu við fólkið i Gazageiranum. Tað er ófatiligt, at tey yvirhøvur kunnu liva, sum umstøðurnar eru. Serliga gongur tað útyvir fólkið, tá ið Ísrael fremur síni hevndarálop, sum raka heilt tilvildarliga. Rhoda skilir sjálv­ sagt, at Ísrael má verja seg. Men hon kann ikki skilja, at tað skal verða ein kollektiv revsing av hesum neyðars fólki, har meginparturin hóast alt er ósekur í tí yvirgangi, sum fer fram. Rhoda er sera varin við at siga nakað um politikk. Hon ásannar, at tað finst eingin einføld loysn á trupulleikunum. Um Ehud Olmert heldur hon kortini, at hann ikki er tann ringasta leiðarin hjá Ísrael fyri arabarar. Men hann er sera avmarkaður í sínum møguleikum at gera nakað. Høvdu hansara sjónarmið vunnið meira frama, hevði støðan kanska verið tað betri. Kundu verið nakað at stuðla hjá tí almenna í Føroyum Tað kann sigast, at House of Hope er eitt einastandandi tiltak, har tað veruliga verður roynt at bøta um tær vánaligu umstøð­ urnar í hesum øki við einum tol­ lyndi, sum ikki er so vanligt. Tess betri hetta eydnast, tess størri møguleiki er fyri, at fólkið í økin­ um vil og kann liva saman í sátt og semju. Hetta kann eisini læra onnur, hvussu hetta skal gerast. Hetta skuldi kanska verið eitt øki, har vit kundu latið ein part av játtanini hjá landskassanum til menningarhjálp. Onnur kunnu eisini hjálpa til dømis við at lata pening til heim­ ið. Teirra konto í Føroyum er 9181 185.119­7 í Eik. Tað ber eisini til at kunna seg meira um virksemið á heimasíðuni: www.houseofhopemd.org Føroyingar kunnu vera ernir um, at teir eiga ein part av hesum virksemi. Elma og Óli Jákup í Havn saman við næmingum á House of Hope Betlehem í dag. Henda muslimska mamman kom fyrstu ferð við sínum menningartarnaða soni 3. oktober 2006. Hann er har framvegis og tað gongur framá við honum. Tey síggja eisini regluliga mammuna. Hon dugir væl at brodera og selur til áhugað.