fríggjadagur 4. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 65 - 4. apríl 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tann 7. apríl 2008 hava
Sunneva og Tórbjørn Holm
gullbrúdleyp.
Tórbjørn Holm er føddur
4. juli 1932 í Hvalba, hann
er sonur Jákup og Josefinu
Holm í Prestgarði í Hvalba.
Teir vóru 4 beiggjar og Tór
bjørn var yngstur av teim
um.
Tórbjørn, fór bert 14 ára
gamal, í læru á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Tað
var
kanska ikki so løgið, at
hann kom í læru á Tórs
havnar Skipasmiðju, tí kona
Kjartan Mohr var fastir Tór
bjørn. Nevnast kann eisini,
at Tórbjørn bert var 5 ára
gamal, tá ið hann misti
mammu sína.
Tórbjørn giftist við Sunn
evu Brekkstein av Velbastað,
dóttur
Johan
og
Ebbu
Brekkstein av Teigum á
Velbastað.
Sunneva
var
næstyngst av fýra systkjum.
Sunneva
misti
eisini
mammu sína sum ung, tá
var hon bert 17 ára gomul.
Eftir at Tórbjørn var av
lærdur sum maskinsmiðjur
silgdi hann nakað, áðrenn
hann fór á maskinmeistara
skúla. Tá hann var liðugur
við maskinmeistaraskúlan,
silgdi hann við ymiskum
skipum, eitt nú Drátti,
Tjaldrinum og Madonnu.
Pápabeiggi Tórbjørn, Mort
an Holm, førdi Madonnu
tá.
Tórbjørn var við Fiskanes
frá 1957 til mitt í seksti
árinum. Tórbjørn var við
tann minniliga túrin í 1959,
tá Hans Hetoft gekk burtur
við mann og mús á Kapp
anum. Tað var um hár gjørt,
at Fiskanes eisini gekk burt
ur, tí skipið bleiv yvirísað.
Tað eydnaðist manningini
at høgga ísin burtur og har
við halda skipinum flótandi,
so teir sluppu út undan ísi
num.
Hann var eisin eitt stutt
skifti við Brandi, áðrenn
hann fór at sigla við
D.F.D.S. mitt í sekstiárinum.
Hann sigldi við D.F.D.S. til
hann byrjaði sum smiðju
meistari á Tórshavnar Skipa
smiðju 1. januar 1973, har
hann starvaðist í samfull 19
ár.
Tað munnu verða nógvir
lærlingar, sum Tórbjørn
hevur verið meistari hjá øll
hesu mongu ár á Tórshavnar
Skipasmiðju. Tórbjørn hev
ur verið av raskastu monn
um, og hansara partur hevur
ongantíð ligið eftir, tá ið
tøk skuldu takast.
Sunneva fór eisini sum
ung genta til Havnar at ar
beiða sum gongsgenta á
Hospitalinum. Eftir at hava
starvast sum gongsgenta,
fór hon at læra til sjúkrasyst
ur og bleiv avlærd í 1956.
Síðani fór hon saman við
eini vinkonu til Danmarkar,
har hon suppleraði í psyki
atri og barsil. Eftir hetta
arbeiddi hon á Sant Hans
Hospitali, inntil hon fór
heimaftur
til
Føroya
í
1958.
Tá Sunneva kom aftur til
Føroyar, fekk hon beinan
vegin starv á føðideildini á
Landsjúkrahúsinum.
Har
arbeiddi hon, líka til hon
fór frá fyri aldur. Sunneva
var nógv avhildin sum
sjúkrasystir á føðideildini.
Hon var eitt kent andlit,
tá ein kom á føðideildina
og mann Sunneva hava ver
ið við til at tikið ímóti nógv
um Føroyingum. Enn tann
dag í dag kanst tú hoyra
Sunnevu siga “á ja,” tá nøvn
verða
nevnd
millum
manna.
Sunneva
og
Tórbjørn
hava dugað væl at notið frí
tíðina. Tórbjørn hevur verið
góður innløgumaður, hon
um hevur dámt sera væl at
verið á floti, taka náta, ja
alt, sum kundi veiðast á sjó
num dámdi honum væl.
Hann var ein av teimum,
sum sjáldan kom aftur sum
av torvheiðum. Tá veiðan
var komin til hús, tók Sunn
eva yvir og hagreiddi og
fekk sum mest burturúr.
Tað stóð mangan á at fáa
lokið á frystuboksini aftur.
Tey hava ikki brúkt summ
arferiur og feriur annars á
teimun sólríku strondunum
í útlondum. Nei, leiðin
gekk suður til Hvalbiar at
seta eplir niður um várið,
hoyggja um summarið, taka
slaktið upp um heystið og
annars alt, sum, skal til hjá
teimun sum fáast við seyð
og jørð. Hetta hava Sunneva
og Tórbjørn dámt væl, ja
sagt hevur verið, at tey hava
stórtrivist í Prestgarði í
Hvalba, har dagurin næstan
ikki strekti til hjá teimum
arbeiðsomu hjúnunum.
Torbjørn hevur eisini havt
áhuga fyri samfelagsviður
skiftum. Eitt stutt skifti var
hann formaður í suður
streymoyar Tjóveldisfelag.
Sunneva
og
Tórbjørn
fingu fýra børn, Tórdis,
Atla, Jákup og Elsubu.
Ommu og abbabørnini eru
8 í tali.
Annfinn
Til gullbrúðarparið
Sunnevu og Tórbjørn Holm
Olli í Lágabø 85 ár
Sunnudagin 6. apríl verður Olli í Lágabø í Vági
85 ár.
Tey, ið vilja heilsa uppá Olla, eru vælkomin í
heimið hjá dóttrini, Vágsvegur 65 í Vági, frá
klokkan 18 til 21.
Sanna R. Danielsen 95 ár
Leygardagin 5. apríl verður Sanna R. Danielsen av
Strondum 95 ár. Dagurin verður hildin á Eysturoyar
Røktar og Ellisheimi. Tit eru vælkomin at støkka inn á
gólvið millum kl. 1517.
25. mars fekk Sigrun ein
lítlabeiggja. Hann var 55
cm langur og vigaði 4200
gr. Foreldrini eita Laila og
Sámal av Reyni, Argir
31. mars fingu Marjun
Haraldsen og Torkil
Davidsen, Grimsby, eina
dóttur. Hon var 56 cm
long og vigaði 3210 gr.
Føðingar
9. mars fingu Maibrit Wernicke og Morten Larsen, Ålborg,
ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3150 gr.
14. mars fingu Rannvá og Finn Johannessen, Vágur, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3690 gr.
14. mars fingu Rúna Reyðberg og Jacob Andreas
Heinesen, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og
vigaði 4100 gr.
18. mars fingu Marta og Harald Dam, Vágur, ein son.
Hann var 60 cm. langur og vigaði 4820 gr.
23. mars fingu Marja Lund Gjógvará og Brian Sjúrðarson,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
4400 gr.
25. mars fingu Eyðna Festirstein og Kristian Ludvík Dam,
Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði
3200 gr.
27. mars fingu Gitte og Dávid Fjallsbak, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4550 gr.
27. mars fingu Rannvá Debes Christiansen og Dánial
Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 49 cm. langur og
vigaði 2800 gr.
28. mars fingu Mari og Janus í Løðuni, Tórshavn, ein son.
Hann var 53 cm. langur og vigaði 3750 gr.
29. mars fingu Eydna Lucia og Samson Nesá, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3110 gr.
29. mars fingu May-Britt Holm Jacobsen og Henning
Holm, Vágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði
4000 gr.
29. mars fingu Elin Dam Johannessen og Jóan Edvard
Johannessen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long
og vigaði 3335 gr.
30. mars fingu Turid Jacobsen og Birgir Vatnhamar Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3325 gr.
30. mars fingu Johanna Hansen, Tórshavn og Allan Eides-
gaard Poulsen, Eiði, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 4550 gr.
31. mars fekk Guðrun Udbø Petersen, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 49 cm. long og vigaði 2700 gr.
1. apríl fekk Ruth Gaard Hansen og Jón Sigurð Heinesen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3600 gr.
2. apríl fingu Jonna Linda Christoffersen og Mass
Anthoniussen, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 56 cm.
long og vigaði 4100 gr.
3. apríl fingu Erna Gaard Joensen og Rúni Sergio Hansen,
Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði
2800 gr.
3. apríl fingu Heidi Elisa Joensen, Sandavágur og Cristian
Mario Pérez Carcía, Chile, ein son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 3600 gr.