Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 16 Í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein X-Factor hølvaði TV2 av DR vann stórt á TV2 í hyggj­­aratølunum í donskum sj­­ónvarpi farna vikuskiftið. 2,3 milliónir danir hugdu eftir finaluni í X-Factor kappingini fríggj­­akvøldið, og tað er met fyri hesa kappingina. TV2 hevur sent kappingina “Varm på is” fríggj­­akvøldið, men har hava lutvíst fáir hyggj­­arar fylgt við. Fríggj­­akvøldið hugdu 356.000 fólk eftir sendingini, og tað er tað minsta, síðani sendirøðin byrj­­aði. Vetrarnir í Russlandi og Kanada eru ikki longur so kaldir, sum teir vóru fyri 50 árum síðani. Mátingar hj­­á bretska meterologiska instituttinum vísa, at kaldastu vetrardagarnir í Kanada og Russlandi eru fýra stig heitari nú enn í 1950’unum. Klimanevndin hj­­á ST roknar við, at miðalhitin á j­­ørðini fer at hækka við millum 1,8 og 4 hitastig fram til ár 2100. Heitari vetrar Í sj­­ey filmum spældi skotin Sean Connery James Bond, men nú sigur pensioneraði sj­­ónleikarin, at hann kundi hugsa sær at spælt brotsmaður í einum nýggj­­um James Bond filmi. - Eg hevði einki havt ímóti at spæla viðaftur í einum Bond-filmi, men tað skuldi verið sum skurkur. Eg veit ikki, um teir høvdu vilj­­að goldið mær nógvar pengar fyri tað, sigur 77 ára gamli Sean Connery ið blaðið Daily Mail. Songkvinnan Mariah Carey hevur nú tikið eitt av metunum hj­­á Elvis Presley á amerikanska hitlistanum. Sangurin Touch My Body er ovast á Billboard singlelistanum, og hetta er 18. Ferðin, at Mariah Carey hevur ein sang ovast á listanum – og tað er oftari enn Elvis. Hinvegin er eitt bretskt navn framvegis frammanfyri Carey. Tað eru The Beatles, sum vóru 20 ferðir ovasta á listanum. Ein útvarpsstøð í New Zealandi mátti biða um umbering fyri sína apríl- søgu. Støðin The Rock boðaði frá einari konsert við bólkinum Foo Fighters týskvøldið, og túsundtals fólk leitaðu sær til spælistaðið The Powerstation. Fólk tóku frí frá arbeiði, ferðaðust langan tein við flogfari, men eingin konsert var við Foo Fighters. Útvarpsstøðin varð noydd at avsanna sína søga og biða um umbering fyri at hava sent so nógv fólk apríl. Máttu umbera apríl-søgur Mariah tók Elvis Connery sum Bond- skurkur