Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 4. apríl 2008 17 Kistan við Herbjørn Simonsen fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 14.30. Jarðarferðin verður úr Sands Kirkju leygardag­ in kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey ið vilja minnast Herbjørn kunnu lata Frelsunar­ herinum eina peninga­ gávu. Konta í Føroya Banka. Agnas Hansina Rein­ ert, andaðist í heiminum í Vallalíð týsdagin, 85 ára gomul. Kistan fer úr heimin­ um í Vallalíð hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mánadagin 7. apríl kl. 14. Tey, ið vilja minnast Agnas, kunnu lata Heim­ inum í Vallalíð eina gávu. Konta í Eik. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, Tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi John Andreassen Toftir andaðist og varð jarðaður. Takk fyri góð og troystarrík orð. Takk til prest, kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar og tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til Føroya Felag móti Krabbameini, uppringingar, tit, ið hugdu inn á gólvið, og øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara hvíldarstað. Familjunnar vegna Halgerð Christian, Karin og Frida Mong mundu gerast kløkk, tá ið tey fyrr í vikuni hoyrdu deyðsboðini av Jonny Joensen, sum bert gjørdist 67 ára gomul. Tað var ringt at ímynda sær, at henda sera livandi kvinnan skuldi vera farin so ung. Men hetta var satt. Hon hevði verið sjúk í eitt ár, og her var einki at gera. Tað vóru ótrúliga nógv, sum kendu Jonny, og hetta var serliga í samband við sjúklingahotellið Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Hetta hotell man vera eitt tað hentasta tiltak, sum er gjørt fyri sjúklingar, sum mugu fara uttan­ lands at fáa viðgerð, og til teirra avvarðandi. Men at fáa hetta at rigga kravdi eisini sín ”mann”, sum bæði dugdi at skipa fyri og sum dugdi við fólki. Her var Jonny tann rætta. Hon gjørdist fyrsti leiðarin, tá ið hotellið opnaði í 1976 í Gothersgade við sjógvarnar mitt í býnum. Tað var eisini her, at vit komu at kennast. Tað var tó ikki tí, at heilsuni bilaði nakað. Men hotellið var upprunaliga grundað á, at avlopspláss kundu latast øðrum ferðandi. Slík avlops­ pláss vóru eisini fyrstu árini. Eg havi tí eisini gist har ofta, tá leiðin gekk framvið Keypmannahavn. Fekk tí eisini møguleika fyri at fáa eina kenslu av, hvussu fólk kendu seg á heiminum. Tað var skjótt, at Hotel Tórshavn gjørdist ivaleysa trongligt, og at tað ikki bar til at búgva har longur. End­ in var eisini, at hotellið flutti, men hetta er ein onnur søga. Men fram­ vegis var farið inn á gólvið hjá teimum, tá ið høvið beyðst, og altíð føldu ein seg so sera vælkomnan. Vit kundu práta um støðuna á hotellinum eins og vit fylgdu við, hvussu tað gekk við familjunum hjá hvørjum øðrum. Tað sama var, tá ið vit hittust, eisini í Føroyum, og fingu eitt prát. Jonny var fødd 10. mai 1940 í Hósvík. Foreldrini hjá henni vóru Bodil f. Hansen og Herman Her­ mansen. Tey vóru ein partur av før­ oysku lagnusøguni. Í mai 1934, komandi ár fyri 75 árum síðani, gekk sluppin Nólsoy burtur við 20 monnum. Av hesum vóru 11 úr Hósvík. Tá misti mamma Jonny tríggjar pápabeiggjar og ein beiggja umframt onnur í síni ætt. Pápi Jonny, Herman, doyði eisini í góðum árum, 49 ára gamal. Jonny eigur tríggjar beiggjar. Herman og Edvard búgva í Hósvík, og Hans Jacob býr í Havn. Jonny fór sum ung at læra til sjúkrasystir og tók prógv á Slagelse Centralsygehus í 1962. Hon fekk starv á landssjúkrahúsi­ num sama ár. Tað vóru fleiri av hennara arbeiðsfeløgum frá hesi tíðini við til jarðarferðina, og tær lótu sera væl at henni sum sam­ starvsfelaga. Frá 1968 til 1976 arbeiddi hon hjá Jacob Højgaard og Andor Ellef­ sen, kommunulæknum í Havn. Hotel Tórshavn var eitt heim Men í 1976 fekk hon starvið sum leiðari á Hotel Thorshavn, har hon virkaði í samfull 24 ár fram til ár 2000. Hon arbeiddi tvey ár aftaná sum sjúkrarøktarfrøðingur í Korsør, har tey áttu hús. Hon fór úr starvi í 2002. Jonny varð jarðað í Hósvík. Ein stór fjøld fylgdi henni. Ein stórur partur vóru fyrrverandi sjúklingar og teirra avvarðandi, sum hava búð á Hotel Tórshavn. Hetta fylgið var í sær sjálvum eitt gott prógv fyri, hvønn týdning Jonny hevur havt fyri hesi fólk, sum veruliga hava verið í eini útsettari støðu, har deyð­ in var ein støðug hóttan og dagligur gestur. Hetta kom eisini fram í taluni hjá prestinum Martin Restorff Jacob­ sen, hann segði tað, sum nógv hugs­ aðu. Jonny spreiddi gleði og ljós, har hon var millum hesi fólk, sum vóru illa fyri vegna egna sjúku ella sjúku hjá næstringum. Tað var trupult hjá mongum at fara heimanifrá. Ofta var tað eisini fyri langa tíð. Tað vóru tey, sum vóru á Hotel Tórshavn í ár og meira enn tað. Men tað eydnaðist at fáa skapt eitt heim, har øll føldu seg sum ein familja. Ofta var trongt, og tá tóku tey fólk inn í terra egnu íbúð. Jonny var eisini altíð tøk hjá fólki, um fólk høvdu okkurt á hjart­ að, og hetta var ikki sjáldan. Jonny giftist í 1964 við Andreas Joensen, ættaður úr Havn. Hann er sonur Tóru, ættað úr Kollafirði, og Nigga undir Klettu. Andreas hevur eisini verið Jonny ein stórur stuðul, ikki minst árini á Hotel Tórshavn. Tey fingu tvey børn, Herman sum er føddur í 1964 og Tóru, sum er fødd 1968. Ommubørnini eru fýra í tali, og tey vóru eitt og alt hjá ommuni. Andrias og Jonny høvdu vónað at fáa nøkur friðarlig ár í sínum nýggja heimi í Vanløse uttanfyri Keypmannahavn. Men soleiðis skuldi ikki gerast. Jonny fekk somu lagnu sum nógv av teimum, sum hon hevði umsorgan fyri, nevniliga at verða rakt av ólekiligari sjúku í góðum aldri. So merkiligt kann tað vera. Vit eru mong sum koma at minn­ ast Jonny við virðing. ó. Til minnis um Jonny Joensen Dagurin 5. apríl. Irene, deyð umleið ár 300. Tikin av døgum saman við tveimum systrum. Navnið merkir friður. 6. apríl. Sixtus. Pávi. Deyður ár 126. 7. apríl. Egesippus, deyður umleið ár 180. Jødi í Róm, sum gjørdist kristin. Jonny við nýfødda ommusoninum Høgna 70 ára føðingardag 4. apríl fyllir Jóhannus M. Petersen (Jóanis í Beitinum), Kollafjørður, 70 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 5. apríl í Bygdarhúsinum í Kollafirði frá kl. 19. Gullbrúdleyp 2. apríl høvdu Jóna & Sveinbjørn á Horni í Fuglafirði gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Lonini í Fugla­ firði leygardagin 5. apríl frá kl. 18.00. Øll eru væl­ komin. Brúdleyp Leygardagin 5. apríl kl.12 giftast í Kvívíkar kirkju Guðrið Holm, Kvívík, og Kaj Heri Joensen, Oyndar­ fjørður. Veitsla verður fyri innboðin á Fjørðukrónni í Vestmanna kl. 14. Leygardagin 5. apríl giftast Beinta Lind Sørensen, Hvannasund og Símun Skorastein, Leirvík. Vígslan verður kl. 13 í Hebron í Leirvík. Drekkamuður verður Undir Rókini 4 í Hvannasundi millum kl. 20 og 24 fyri tey, ið ynskja at heilsa uppá brúðarparið. Prógv 22. januar fekk Rúni F. L. Olsen, Hvalba, prógv sum kemiingeniør frá Danmarks Tekniske Universitet, Lyngby nøvn