Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 17 umborð Sum kokkur fær Karl Isaksen ein og ein fjórðings part, og tað gevur eitt fitt ískoyti í hýruni gjøgnum árið. - Men hetta krevur eisini, at tú hongur í tað mesta av tíðini, antin í galluni ella á dekkinum, sigur kvívíkingur, sum hevur verið á sjónum alt sítt lív Kvívíkingurin Karl Isaksen eigur mong ár á havinum, og heilt síðan 1980 hevur hann at kalla bara verið mynstraður sum kokkur. Men kokkurin umborð á føroyskum ísfiskatrolara arbeiðir eisini á dekkinum eins og á verksmiðjuni, har fiskurin verður kruvdur, vaskaður og koyrdur í lastina til ísingar. Kokkurin noyðist tískil at passa sær løtur­ nar til at kokkast, so hann er tøkur til annað arbeiði, tá ið mest er at gera. Vit høvdu Karl í telefonini um middagsleitið í gjár. Hann er við Vestmenningi, og makkari hjá teimum er Fram. Hetta eru skipini, sum seint í áttatiárunum vórðu bygd á Tórshavnar Skipa­ smiðju, og sum áður høvdu nøvnini, Hádegisklettur og Stígarklettur. Í nøkur ár vóru skipini heima­ hoyrandi í Ný Sælandi, og tað var haðani, at vestmenningar keyptu tey aftur í endanum av nítiárunum. ­ Vit eru staddir á Munkagrunn­ inum, hava verið úti í eina góða viku, og veiðan higartil er 280.000 pund. Fyrstu dagarnar á túrinum royndu vit eystanfyri. Í løtuni er trolið úti, og vit vóna, at okkurt verður, soleiðis at vit kunnu fáa upp í skipini, áðrenn langt um leingi. Onkur lemmatrolari roynir eisini um hesar leiðir í dag. Karl sigur, at í løtuni er upsa­ fiskiskapurin heldur lakari, enn hann hevur verið. ­ Gýtingin er av, og tá er fiskurin eisini verri í holdum. Hetta gongur eisini útyvir fiskaprísin, sum hevur verið fallandi í seinastuni. Dygdin á fiskinum plagar at batna aftur um hálvan mai ella so. Hann letur annars hampiliga væl at gongdini í vár og í farna ári. ­ Jú, eg haldi, at tað hevur gingið hampiligt. Hinvegin kann man sum fiskimaður siga, at tað gongur ongantíð nóg væl. Tú vilt jú altíð, at tað gongur uppatur betri, enn tað ger. Sum kokkur fær Karl ein og ein fjórðings part, og tað gevur eitt fitt ískoyti í hýruni gjøgnum árið. ­ Men hetta krevur eisini, at tú hongur í tað mesta av tíðini, antin í galluni ella á dekkinum, leggur hann aftrat. Karl er føddur í 1956 og er soleiðis 51 ára gamal. Hann hevur siglt, síðan hann var 15 ár. ­ Mín lívsleið á sjónum byrjaði á heysti í 1972, tá ið eg fór við Gamla Andrassi við gjáarmann­ inum Meinhardi Djurhuus sum skipara. Hetta var á saltfiskaveiði við línu á Flemmish Kap. Vit loystu í Føroyum 18. august og vóru aftur um hálvan desember. Nógvir ungir mans vóru við skipinum og av einum manningartali, sum var 27, haldi eg, at einir 20 mans vóru 20 ár og yngri. Karl var bara henda eina túrin við Gamla Andrassi og fór síðan við Tummasi T, sum royndi við gørnum og annars við línu um várarnar. ­ Vit vóru í Grønlandi við gørnum og undir Íslandi við línu. Á garnaveiði varð fiskurin saltaður, men tá ið vit vóru á línuveiði, leigaði Bacalao í Havn skipið og keypti fiskin. Karl var við Tummasi T í 1973 og 1974. ­ Øll tey fyrstu árini, eg sigldi, var saman við Meinhardi Djurhuus sum skipara, og soleiðis var Meinhard eisini skipari við Tummasi T. Mær dámdi hann væl sum skipara, og í fiskiskapi royndist hann drúgvur. Triðja skipið, sum Karl var við, var Tórsbúgvin, og enn einaferð var hetta við gjáarmanninum sum skipara. ­ Eg var við Tórsbúgvanum árini 1975 og 1976. Vit vóru á saltfiskaveiði við gørnum í Grønlandi og royndu undir Føroyum um várarnar. Í 1977 og 1978 fiskaði Karl við norskum saltfiskalínubátum – fyrst við Bjørnøy og síðan við Skarbjørn, ið sama felag átti. Skipari var eisini hin sami við báðum skipunum. ­ Á fyrra túrinum við Bjørnøy vóru vit á Flemmish Kap og á seinna túrinum við Skarbjørn í Grønlandi. Karl var heima heysttúrin í 1977, tá ið hann bygdi sær húsini í Kvívík, og hann fór síðan avstað aftur árið eftir. Í 1978 fór hann við Sigmundi Brestirsyni, sum var kombineraður nótabátur og trolari. Skipari var Hans Jacob Davidsen úr Kvívík. Teir royndu eftir svartkjafti, sild og makreli. Karl var við Sigmundi Brestir­ syni fram til summarið í 1979. Okkurt skifti var hann við øðrum skipum sum avloysari, eitt nú við línuskipinum Bláfossi og svenska kraftblokkaskipinum, Stellu Polaris. ­ Síðan 1979 havi eg øll árini siglt við skipum úr Vestmanna, og eg havi siglt við partrolara øll árini síðan 1980. Karl fór umborð á Fram í 1979 og var við hesum skipi fram til 1986, tá ið hann fór umborð á Vestmenning, sum í dag eitur Vesturtúgvan. Hann var við hesum skipi øll árini fram til ár 2000. ­ Árini síðan ár 2000 havi eg so verið við Vestmenningi, ið sum nevnt er fyrrverandi Hádegisklettur. Makkarin hjá okkum er Fram, sum er fyrrverandi Stígarklettur. Karl Isaksen, sum í fleiri ár hevur verið stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag, heldur, at umstøðurnar hjá føroyskum fiskimonnum sum heild eru góðar. ­ Umborð á flestu skipum eru umstøðurnar rímiliga góðar, og seinastu árini hava inntøkurnar sum heild eisini verið á eini leið, sigur kvívíkingurin. Hevur kokkast í út við 30 ár Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Sum kokkur ert tú ikki bara í galluni, men eisini á dekkinum og á verksmiðjuni. Karl Isaksen hevur siglt við skipum úr Vestmanna heilt síðan 1979 Mynd: Karstin Vang