mánadagur 7. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 66 - 7. apríl 2008
25-ára gamli
maðurin, sum er
ákærdur fyri at
smugla amfetamin og
extacy, kann fáa eina
revsing heilt upp til
tíggju ár. Maðurin er
ákærdur eftir trimum
ákærupunktum, har-
av hann noktar seg
sekan í punkti eitt og
trý so sum ákæran er
orðað, meðan hann
heilt noktar seg sekan
í punkti tvey
NARKOMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein
hálvur
íslendingur,
hálvur føroyingur situr hesa
vikuna framman fyri einum
nevningatingi, ákærdur fyri
smugling og varðveitslu av
amfetamin og extacy í
stórum mongdum.
Ákærupunkt eitt sigur, at
maðurin í døgunum 9.
september til 18. september
2007
hevur
havt
í
varðveitslu 24,35 kilo av
amfetamini og 14,92 kilo
av extacy í bili sínum.
Í ákærupunkti tvey verður
hann ákærdur fyri at hava
smuglað út av landinum
23,55 kilo av amfetamini
og 13,94 kilo av extacy.
Eisini hevur hann umvegis
triðja
persón
móttikið
7.640,92
krónur
frá
íslendska
bakmanninum,
umframt at hava útvegað
kavaraútgerð at umvæla
bátin
við,
sum
tveir
íslendingar nýttu til at
smugla narkoið til Íslands
við.
Í
triðja
ákærupunkti
verður sagt, at hann á keiini
í
Vestmanna
hin
17.
september klokkan 22.35
hevur fingið 796 gramm av
amfetamini og 982 gramm
av extacy.
Umframt at ákæruvaldið,
umboðað av Lindu Hessel
berg,
krevur
treytaleysa
fongsulsrevsing
verður
eisini kravt, at maðurin
verður útvístur úr Føroyum
og frameftir verður noktað
innferðarloyvi.
Ákærdi noktaði seg sekan
í fyrsta ákærupunkti so sum
tað er orðað. Hann segði seg
hava havt evnini í bilinum frá
9. september til 16. septem
ber, men at hann ikki visti av
at tað snúði seg um narko,
fyrr enn seint hóskvøldið 13.
ella tíðliga fríggjamorgunin
14. september.
Í øðrum ákærupunkti nokt
aði hann seg sekan, eins og
hann noktar seg sekan í
punkti trý so sum tað er
orðað. Hann játtar at hava
nevndu narkotisku nøgdir,
men segði seg bert hava tær í
varðveitslu, samstundis sum
hann mótmælti útvísingini.
Skerpaðar umstøður
25ára gamli maðurin, sum
hevur íslendska mammu og
føroyskan pápa, tosar og
skilir føroyskt, men vildi
kortini hava tulk at umseta
donsku
framløguna
hjá
Lindu Hesselberg.
Upplýst varð, at maðurin
hevur
gingið
á
Fiski
vinnuskúlanum
í
Vest
manna, og at hann, tá hann
kom til Føroya aftur síðsta
vár, ikki boðaði Fólka
yvirlitinum frá, og at hann
tí er skrásettur við bústaði á
Selfossi í Íslandi.
Maðurin er ákærdur eftir
fleiri
lógarparagraffum,
men serliga eftir §191, sum
umrøður innflutning, út
flutning, keyp, sølu, útlever
ing, móttøku og framleiðslu
av euforiseraðum evnum.
Varðveitsla verður somu
leiðis roknað undir somu
grein. Smugling verður at
meta sum ólógligur flutn
ingur um landamørk, og
Føroyar verða at rokna sum
eitt landamark.
Linda Hesselberg greiddi
frá, at um nøgdirnar fóru
upp um eitt ávíst, kundi
málið roknast sum skerp
andi, og hesar nøgdir eru
50 gramm av amfetamini,
150200 tablettir av extacy
og tíggju kilo av hasji.
Hendan paragraffin kann
geva upp til seks ára
fongsul, men undir skerp
andi
umstøðum
er
fongsulsramman heilt upp
til tíggju ár. Tá verður
roknað við minst tveimum
kiloum av amfetamini, og
tá talan í hesum føri er um
ávikavist 24 og 14 kilo av
amfetamini og extacy, eru
tað skerpandi umstøður í
ólukkumát.
Pakkað í fendarar
Linda Hesselberg tosaði
nógv um, at persónur er
sekur, hóast hann ikki
tilvitað hevur hjálpt til í
einum brotsverki. Altso
framdi ákærdi hesar gerð
irnar við vilja, ella kundi
hann við sannlíkni meta, at
narkotisku evnini vórðu
smuglað til Íslands.
Ákærin vísti á, at í
narkomálum er einki offur
sum
so.
Heldur
ikki
narkomanarnir sjálvir, tí
teir ynskja sjálvir at keypa
evnini. Tí eru narkomál
trupul at loysa, tí løgreglan
ógvuliga
sjáldan
fær
fráboðanir um narko, og als
ikki, tá nøgdirnar gerast so
stórar
sum
í
hesum
førinum.
Tí verða slík mál ofta
loyst við telefonlurting og
eygleiðing eins og gjørt
varð í hesum førinum.
Eisini nam Linda Hessel
berg við møguleikarnar fyri
at forvinna nógvan pening
við at selja narko. Prísirnir í
Føroyum eru ein tví ella
trífalding av prísunum í
Danmark.
Annars er hetta ikki
nakað nýliga íkomið mál.
Kanningin byrjaði longu
fyri einum ári síðani í
Íslandi. Íslendska løgreglan
hevði
illgruna
um,
at
bakmaðurin við báti sínum,
»Lucky
Day«
hevur
smuglað narkotika longu í
2005. Undir rættarmálinum
móti honum greiddi mað
urin frá, at ein persónur
hevði kontaktað hann í fjør
um at standa fyri smugling
av narko til Íslands, og hann
hevði síðani arbeitt við
málinum.
Av tí at málið breiðir seg
yvir fleiri lond – Holland,
Týskaland, Noreg, Føroyar
og Ísland – hevur Europol
samskipað kanningina. Men
hóast
fleiri
lond
eru
íblandað, er ongantíð eydn
ast at finna út av, hvar evnini
upprunaliga stava frá.
Málið byrjar á einari kafe
í Hafnafirði, har fýra íslend
ingar leggja ætlanir um,
hvussu
smuglingin
skal
skipast. Har fáa menninir
eisini hvør sína fartelefon.
Hesar er hald lagt á.
29. august fer bakmaðurin
við flogfari úr Reykjavík til
Keypmannahavnar og har
hittir hann hinar tríggjar.
Teir fara við ferjuni til
Noregs, har løgreglan miss
ir sambandið til teir fýra.
Seinni vísir tað seg, at
menninir hava leigað ein
bát sum teir sigla til
Hanstholm.
Í Keypmannahavn pakkar
fjórði maðurin evnini í
fendarar, sum teir so flyta
til bátin í Hanstholm.
Lesið meiri í
blaðnum í morgin
Kann fáa upp í tíggju ára fongsul
Nýggj humlu-øl frá Føroya Bjór
Næsta Sct. Brigid ølin í 120 ára føðingardagshaldinum kemur á marknaðin
hósdagin. Hesa ferð er talan um sonevnda IPAøl, sum verður bryggjað í
avmarkaðari nøgd. IPA er ein bjór, ið varð bryggjað í Onglandi seinast í
1800 talinum. Ølin varð serliga útviklað og samansett fyri at halda góðsk
una alla ta longu ferðina til India. Fyri at røkka hesum máli, nýttu bryggj
aríini nógva humlu, eins og alkoholinnihaldið varð hækkað. Hetta seinna
kann tó ikki vera meira enn 5,8% í Føroyum. Sct. Brigid IPA er ein gylt,
yvirgerað øl, har átta ymisk sløg av malti og fýra sløg av humlu eru nýtt.
Størri pápa- og felagskvotur
Uppskot at broyta barsilsskipanina er komið í løgtingið. Tíðarskeiðið, har foreldrini saman
lagt hava rætt til útgjald, verður longt úr 26 upp í 33 vikur. Pápakvotan, sum er tvær vikur,
verður longd upp í fimm vikur, og fýra vikur verða lagdar aftrat teimum 10, sum foreldrini
kunnu býta ímillum sín. Pápakvotan skal ikki verða tikin fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð,
men fyrstu 33 vikurnar. Sum treyt fyri útgjaldi verður sett, at tann av foreldrunum sum fær
útgjald, er um barnið í útgjaldstíðarskeiðinum. Er ein mamma einsamøll um barnið, fær hon
pápakvotuna uppá fimm vikur, og er pápin einsamallur, so hevur hann rætt til tær 14 fyrstu
vikurnar, skrivar Javnstøðunevndin á heimasíðu sínari. Samstundis verður hámarksútgjaldið
hækkað úr 25.000, upp í 27.000 kr. Endaligu roknskapartølini fyri barsilsskipanina eru ikki
tøk fyri 2007, men í 2006 vórðu 70 milliónir kr. goldnar í barsilspengum.
Óla Jákup Kristoffersen
er verji hjá tí ákærda
Tekning Hannis Egholm