Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 66 - 7. apríl 2008 Fyrrverandi leiðari upp Umstríddi leiðarin á bústovninum á Mýruni hevur sagt seg úr starvi. Sambært útvarpinum vilja hvørki leiðarin sjálvur ella stjórin í Nærverkinum, Mary í Garði, vátta ella avsanna tíðind­ ini, sum útvarpið hevur frá fleiri keldum. Leiðarin varð fluttur í annað leiðandi starv á einum bústovni í Sørvági, meðan løgregl­ an framvegis kannar, um hann skal ákærast fyri ein tilburð av harðskapi móti einum búfólki á Mýruni, sum hann er meldaður fyri. Nærvarpið kannar eisini málið, tá eitt búfólk breyt mjødn­ ina. Harumframt hevur Pedagogfelagið sent eina kæru móti Nærverkinum til Umboðsmannin, tí felagið metir, at Nærverkið hevur drálað í málinum. Vespurnar vaknaðar Starvsfólkini á røktarheiminum Lágargarði fingu sær ein kvøkk leygardagin, tá hendan stóra vespan leikaði í í vind­ eygakarminum. Men tað slapp hon ikki leingi, tí vups... avísir eru góðar at drepa við (tá tær eru lisnar). Starvsfólk­ ini vóru samd um, at hetta var størsta vespan tey nakran­ tíð høvdu sæð. Á myndini er hon nakað kropin, tí hon er deyð. Fólk hava longu sæð fleiri vespur í eysurbýnum í Havn, so kanska er eitt reiður nærhendis røktarheiminum. Men løgið kortini, at vespurnar longu gera um seg, hóast vit bert eru í apríl og kavin fjalir landið. Tvær fullar kvinnur sum koyrdu útav uppi í Hoyvík sunnunáttina, royndu til fánýtis at fáa vitni til at siga seg hava koyrt bilin. Nú eru báðar tvær skuldsettar fyri rúsdrekkakoyring. Politimál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tvær fullar kvinnur tímdu eftir øllum at døma ikki at ganga allan vegin oman í býin úr Hoyvík sunnunátt­ ina. So tær tóku bilin, koyrdu útav vegnum og vóru knappliga høvuðsper­ sónar í einum ferðsluóhappi. Tær sóu nú fyri sær, at koyrikortini vóru í vanda, og settu tær seg í samband við ein persón, sum gekk framvið, og royndu at fáa hann at átaka sær ábyrgdina, við at siga at hann koyrdi bilin. Tá hetta miseydnaðist gjørdu tær av ikki at fortelja løgregluni, hvør teirra koyrdi. Men hetta gongur ikki, tí sambært vakthavandi á politistøðini verða báðar tvær skuldsettar fyri rús­ drekkakoyring, um tær ikki siga hvør teirra koyrdi. So nú kunnu tær báðar vænta sær at missa kortið. Hendingin fór fram uppi í Hoyvík, har tær í allari hálkuni fóru skríðandi omaneftir brøttu Mann­ brekku, sleingjandi úr á Hvítanesvegin og síðani víðari omaneftir – fyrst upp á gongubreytirnar og síðani upp á oyggjarnar. Til endans steðgaði bilurin uppi á høvdini yvir plantaguni, og fór til alla lukku ikki útav aftur, tí har er sera bratt omanav. Ætlaðu at lúgva fyri politinum Hóast kalt og kavi, leitaðu heilar 36 ung­ ar gentur sær niðan í útvarpshøllina til upptøkuroynd leyg­ ardagin. 11 komu víðari, men endaliga úrslitið er ikki alment enn PoPPur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Rigmor Dam 36 vónríkar ungar gentur løgdu líka í hvat hini siga, tá tær vóru til audition til ein komandi pop­bólk leyg­ ardagin. Flestar fylgdust við onkrum vinkonum, með­ an aðrar høvdu eina mammu ella pápa við. Uppaftur aðrar høvdu bæði sheik og bil við. Hetta segði eisini nakað um aldursbólkin – millum 16 og 26 ár – har er stórur munur á tí yngstu og elstu. Seint leygardagin gjørdist greitt, at 11 gentur vóru komnar víðari, og av teim­ um skuldu dómararnir velja nakrar fáar til ein popbólk. Enn er loyniligt, hvørjar vórðu valdar. Tað eru teir báðir væl­ kendu stjørnumakararnir Kári Jacobsen og Eyðfinn Jensen sum leita eftir gent­ um til ein nýggjan popp­ bólk. Tí skuldu genturnar bæði prógva, at tær duga at syngja, dansa og at fram­ føra. Teir báðir hava bæði sam­ an og hvør sær staðið aftan­ fyri hópin av tónleika­verk­ ætlanum gjøgnum árini. Millum annað minnast vit gentubólkin PoppKorn, sum gjørdist ein av best seljandi føroysku bólkunum nakrantíð. ­ Hesaferð er ætlanin tó at samanseta ein øðrvísi bólk. Nevniliga við vaksn­ um og/ella næstan­vaksnum gentum, sum tónleikaliga og sjónliga vendir sær til hin vaksna lurtaran, siga teir báðir, sum eisini siga seg leggja dent á tónleikaliga og sangliga dygd, søgdu teir áðrenn upptøkuroyndina leygardagin. 36 gávuríkar pop-gentur bjóðaðu seg fram