mánadagur 7. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 66 - 7. apríl 2008
Nýtt á Egilsstøðum
Síðani 2003 hevur verið arbeitt við at gera nýggja
komuhøll á flogvøllinum á Egilsstøðum í Íslandi, tí útlit
vóru til fleiri ferðafólk. Hetta hevur eisini verið so. Í
2003 komu og fóru 85.000 fólk um vøllin, og í fjør var
talið 157.000. Um vikuskiftið varð so tann nýggja
komuhøllin tikin í nýtslu. Nýggi bygningurin gevur
ferðafólkunum góðar 300 fermetrar afturat, so nú eru
ferðafólkahølini á Egilsstøðum umleið 1200 fermetrar,
skrivar Morgunblaðið.
Reklamufelagið havt
aðalfund
Gunvá við Keldu er nýggjur nevndarlimur í
Reklamufelagnum. Fríggjadagin hevði felagið aðalfund. Í
nevndini tað seinasta árið hava sitið Petur Mohr Reinert,
formaður, Allan Dalsgarð, næstformaður og Ingi Joensen.
Ingi Joensen stóð fyri vali og tók ikki við afturvali. Í
hansara stað varð Gunvá við Keldu vald í nevndina.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Reklamufelagið er
vinnufelag fyri allar fyritøkur í Føroyum, sum fáast við at
gera reklamu og marknaðarføring.
Flogvøllurin á Egilsstøðum er ein av teimum stóru í Íslandi
Savnsmynd
Bill Justinussen verjir
lógaruppskotið hjá
Kristinu Háfoss um
Miðnámsskúladepil í
Marknagili, og sigur
tað vera vanligt at
bíða við játtan til KT
og innbúgv
SkúlaSkapur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Formaðurin í Mentanar
nevndini, Bill Justinussen,
tekur ikki atfinningarnar
frá samgongu og andstøðu
til eftirtektar, eftir at málið
um nýggjan miðnámsskúla
var til 1.viðgerðar í løgting
inum hósdagin. Tá fanst
millum annað Annika Olsen
úr Fólkaflokkinum at upp
skotinum, tí peningur er
ikki settur av til keyp av
innbúgv og KT til skúlan.
Hon segði seg tí vera púra
vísa í, at ein umsókn um
eykajáttan fer at koma
omaná verandi uppskot.
Tað er ikki óvanligt at
halda KT og slíkt burtur frá
tílíkum verkætlanum. Tað
verða minst fimm ár til vit
skulu taka støðu til, hvørjar
íløgur skulu gerast í KT og
innbúgv. So talan verður
ikki um eina umsókn um
eykajáttan, men um eina
játtan, segði Bill Justinus
sen, við Rás 2 í gjár. Og
hann vísti á, at hetta er van
lig mannagongd í slíkum
førum, av tí at tøkniliga
menningin er so skjót, at
tað ber ikki til at siga longu
nú, hvussu stórar upphæddir
talan verður um til ta tíð.
- Skulu Føroyar megna
at síggja og nýta teir
møguleikar, sum eru
í okkara tilfeingi og
í alheimsgerðini, er
alneyðugt við íløgum
í vitan. Tað segði
Kristina Háfoss, lands-
stýriskvinna, tá hon
legði lógaruppskotið
fyri løgtingið um
miðnámsskúladepil í
Marknagili
Skúladepil
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gamalt er, at “blindur er
bókleysur maður”.
Men eitt samfelag, ið
ikki ger íløgur í vitan, gerst
eisini blint – blint fyri at gagn
nýta landsins tilfeingi til
fulnar, blint fyri at síggja
ótroyttar møguleikar – og
blint fyri at skapa ta menning
og vælferð, ið er møgulig.
Tað segði landsstýris
kvinnan
í
skúlamálum,
Kristina Háfoss, tá hon
røddi um miðnámsskúladep
ilin, sum hon í vikuni hevur
lagt lógaruppskot fyri tingið
um at byggja í Marknagili.
Í vikuni var fyrsta við
gerð av hesum máli, og síð
an er uppskotið farið til við
gerðar í mentanarnevnd
løgtingsins.
Undir viðgerðini á tingi
legði landsstýriskvinnan dent
á, at skulu Føroyar megna at
síggja og nýta teir møguleikar,
sum eru í okkara tilfeingi og
í alheimsgerðini, er alneyðugt
við íløgum í vitan.
Tí hava vit sett okkum
sum mál at raðfesta íløgur í
vitan høgt komandi árini.
Hetta er ein fyritreyt fyri
allari menning í landinum.
Kristina Háfoss segði, at
uppskotið um nýggjan mið
námsskúladepil í Marknagili
í nógvar mátar er ein søgu
lig verkæltan.
Í fyrsta lagi hevur verk
ætlanin eina langa søgu;
hon hevur leingi verið áveg
is, og talan er samstundis
um mest umfatandi skúla
bygging í Føroya søgu,
segði landsstýriskvinnan.
Dagføring og
nútímansgerð
Undir
viðgerðini
segði
Kristina Háfoss, at miðnáms
skúlaøkið hevur verið rað
fest alt, alt ov lágt seinastu
mongu árini.
Men nú er broyting hend,
og tað er at fegnast um, at
hesir skúlar nú verða dag
førdir og nútímansgjørdir.
Í hesum árinum verða
nýggi miðnámsskúlin í Suð
uroy og nýggi fiskivinnu
skúlin í Vestmanna ætlandi
tiknir í nýtslu, samstundis
sum útbyggingin av Tekn
iska skúla í Klaksvík eisini
verður liðug í ár.
Eftir standa miðnáms
skúlarnir í Havn, sum allir
hava alstóran tørv á nýggj
um og meira tíðarhóskandi
hølum sum skjótast.
Landsstýriskvinnan segði,
at lógaruppskotið, sum skal
skapa karmarnar um nýggja
miðnámsskúladepilin, ásetir
yvirskipaðu karmarnar, tá
ræður um fígging og stødd.
Hon segði, at støddarkarm
urin er 17.000 fermetrar
umframt 1.800 fermetrar, um
núverandi handilskúlabygn
ingur eisini verður tikin við.
Fíggjarkarmurin er 391
miljónir krónur, og haraftrat
skulu leggjast útreiðslur til
innbúgv og útgerð, segði
Kristina.
Landsstýriskvinnan vísti
á, at verður upphæddin á
391 miljónir krónur býtt
yvir tíðarskeiðið 20082013,
er talan um 65 miljónir
krónur um árið í miðal.
Men býtið verður øðr
vísi, tí lutfalsliga lítið
verður brúkt í 2008 og 2009
og meira tey seinnu árini.
Kristina Háfoss segði, at
ikki er møguligt at áseta
býtið yvir árini enn, tí sjálv
verkætlanin er ikki klár.
Av tí at Norrøna er
seinkað, er sýningin
av áhugaverda og
vakra filminum “Við
frosnu fossarnar” í
Miðlahúsinum útsett
til týskvøldið
Filmur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Grønlendski journalisturin
Isak Kleist, hevur framleitt
filmin “Við frosnu fossar
nar”, sum snýr seg um lívið
við Diskovíkina. Í sambandi
við
stóru
veðurlags
ráðstevnuna í komandi viku
hevur hann gjørt av at koma
til Føroyar at hava norðuratl
antiska frumsýning av film
inum. Men nú Norrøna er
seinkað, verður sýningin
flutt til týskvøldið.
Filmurin gevur eina mynd
av lívinum við Diskovíkina,
um sambandið millum nátt
úruna og fiskivinnuna, og
hvussu viðbrekið havið er í
einari náttúru, har ógjørligt
er at dyrka lendið.
Ítøkiliga hevur innlands
ísurin, jøklarnir og íslagið
stóran týdning fyri vist
skipanina og fotosyntes
una í Diskovíkini og rest
ina av arktiska heiminum.
Filmurin gevur eisini eina
mynd av møguligum av
leiðingunum fyri grøn
lendska samfelagið, vinnu
lívið, búskapin og fólkalív
ið, um vistskipanin broyt
ist munandi vegna alheims
upphitingina.
Tittulin á grønlendskum
er: ”Kuussuit Qerisut Sina
anni”, og á enskum ”By
the Frossen Rivers”.
Filmurin er í tveimum
pørtum á 35 minuttir í part.
Til sýningina í Miðlahúsin
um, sum er almenn og
ókeypis, verður donsk tala
og undirtekstir á filminum.
Grønlandsfilmur
útsettur til týskvøldið
Frumsýningin verður í Miðla
húsinum týskvøldið kl. 20.
Umframt Isak Kleist kemur
annaðhvørt Josef Motzfeldt,
grønlendskur landstingslimur
og fyrrverandi ráðharri, ella
Juliane Henningsen, folke
tingslimur, at siga nøkur orð
um filmin í Miðlahúsinum.
Eisini fer Høgni Hoydal,
uttanríkisráðharri at siga
nøkur orð
Mynd: Isak Kleist
Vanligt at halda
innbúgv og KT uttanfyri
Vitan fær okkum at síggja
tað ósjónliga
Vit hava sett okkum sum mál at raðfesta íløgur í vitan høgt
komandi árini. Hetta er ein fyritreyt fyri allari menning í
landinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna