Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 66 - 7. apríl 2008 Kári heldur fram sum formaður Ársfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum samtykti í gjár, at Kári P. Højgaard skal halda fram sum formaður floksins, men hin Kári – við á Rógvi sum eftirnavni – avloysir Eyðun Elttør sum næstformaður. Til ársfundin hevði Kári á Rógvi sent skriv inn, har hann heitti á ársfundin um at velja Kára P. Højgaard at halda fram sum formaður floksins. Í skrivinum vísti hann á ta positivu gongd, sum tað hevur eydnast Kára P. Højgaard at skapa fyri flokkin. Sjálvstýrið nýggja landsnevnd Á ársaðalfundinum leygardagin valdi Sjálvstýrisflokkurin nýggja landsnevnd. Í nevndini eru Kári á Rógvi, løgtingsmaður, Kristina Toftegaard Larsen, innstillað av Eysturoyar valfelag, Eileen Sandá, vald av landsnevndini, Jákup Sverri Kass, innstillaður av Unga Sjálvstýrinum, Heðin D. Poulsen, innstillaður av Suðurstreymoyar valfelag, Karl Olsen, innstillaður av Norðstreymoyar valfelag, Jan Joensen, innstillaður av Norðoya valfelag og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður. Nevndin skipar seg sjálv.Løgtingslimirnir hava atgongd til landsfundirnar, har teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt. Floksformaðurin hevur vetorætt í principiellum politiskum málum. Drepið drepara- sniglar- nar Dorete Bloch held­ur at allir før­ oy­ingar eiga at fara í hernað móti morsniglinum alt fy­ri eitt Náttúra Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Dorete Bloch, leiðari á djórasavninum hjá Umhvørvisstovuni, mæl­ ir fólki, ið koma fram á morsnigil, um at týna hann alt fyri eitt. Tann fyrsti morsnigilin í ár varð sæddur 5. mars. Men síðan hevur verið so mikið kalt í veðrinum, at ikki fyrr enn nú fyrst í apríl eru fleiri at síggja. Til tess at halda talin­ um niðri og helst týna allan stovnin, eiga vit at fara undir at beina fyri sniglinum frá teirri løtu, teir fyrstu smáu ikki­ kynsbúnu sniglarnir koma fram. Tí at verða teir makingarførir, kann talið á teimum koma upp í eina millión eftir einum summari, um einki verð­ ur gjørt beinanvegin. Skal bardagin móti morsniglinum, ella drep­ arasnigilin, muna, eigur alt grannalagið at fylkjast og beina fyri honum. Ráðini frá Doretu Bloch til at basa sniglin­ um eru millum annað: Brúkið sniglafellu, egn­ ið við keks, øli ella súr­ eplaflusi, leggið út snigla­ eitur, jarnsulfat [Fe2(SO4)3], ið ikki er eitrandi fyri fugl ella hóp­ ast upp í natúruni, ella takið teir allar upp og koyrið teir í kókandi vatn. fuNdarsamtykt Útlendingar, giftir føroying­ um, skulu skjótari fáa arbeið­ sloyvi í Føroyum. Hægri lestur skal uppraðfestast og føroysk rættarskipan skal skipast. Hesi vóru nøkur av málunum, sum ársfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum samtykti leygardagin Samtyktin er soljóðandi: Landsfundurin fegnast um tað avbera góða valúrslitið og stóru tilgongdina av nýggjum virknum limum. Eisini tekur fundurin undir við tí politikki, tingbólkurin hevur ført higartil. Sjálvstýrisflokkurin ásannar at alneyðugt er at Føroyar samtykkja og fremja ST­sáttmálan um rættindi teirra ið bera brek. Neyðugt er at tryggja ráð­ geving og eftirlit við, at sáttmálin verður hildin. Landsfundurin tekur undir við, at tingbólkurin roynir at fáa semju í lag við landsstýr­ issamgonguna um ábyrgdar­ fullan fíggjarpolitikk. Eisini fegnast fundurin um royndirnar at skapa breiðar semjur á tingi um týðandi mál. Serliga má breið semja fáast um langtíðar og burð­ ardyggan fiskivinnupolitikk. Tað er av stórum týðningi at taka umhvørvis viður­ skiftini í álvara. Átøk skulu fremjast til tess at minka dálkandi útlát. Umhvørvis­ vinarligar reinar orkukeldur, so sum vindur, vatn, sól og aldu orka skulu mennast. Útlendingaøkið má skipast av nýggjum, so Føroyar fáa neyðuga tilgongd av arbeiðs­ megi. Útlendingar giftir við føroyingum, skulu fáa arbeiðs­ og uppihaldsloyvið, tá umsókn um familjusaman­ føring verður latin inn. Heitt verður á samgong­ una um at raðfesta hægri lestur og at samtykkja upp­ skotini um rættarskipan og javnstøðu. Loksins harmast lands­ fundurin, at ikki størri stig verða tikin á sjálvstýris­ og framburðsleið. Unga Sjálvstýri mælir til, at ítøkilig stig verða tikin til at ávirka key­psvanarnar hjá fólki, so tey­ velja umhvørvisvinarligar vørur politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á ársfundinum hjá Sjálv­ stýrisflokkinum leygardag­ in segði formaðurin hjá Unga Sjálvstýrinum, Jógv­ an Skorheim, í framløgu sínari, at hóast flokkurin ikki er í samgongu, eigur hann at gera alt fyri, at næsta ættarliðið í Føroyum fær eina framtíð, ið er rein og umhvørvisvinarlig. ­ Tak MVG’ið av øllum vørum, ið eru merktar við Ø merkinum, Blómuni ella Svananum. Hetta fer at birta uppundir áhugan hjá fólki at velja hesar vørur framum aðrar vørur, ið eru skaðiligar fyri umhvørvið og okkara heilsu, segði formaðurin. Og hann vísti á, at vit á hendan hátt kunnu vera við til at geva okkara íkast til ein reinari heim. ­ Og tað skylda vit ikki bara okkara grannum ella heiminum, men eisini okk­ ara næsta ættarliði. Hesi skulu eisini uppliva grønu náttúruna, reina sjógvin ella smakkin av gomlum havhesti, sum aftur kann etast, uttan at verða fyltur av eitran, segði Jógvan Skor­ heim, millum annað, í røðu sínari. Fólk skulu keypa meira umhvørvisvinarligt Útlendskir makar skjótari arbeiðsloyvi Yvirteknað pílagrímsferð Longu eitt samdøgur eftir at Sosialurin skrivaði um ætlanina at skipa fyri føroyskari pílagrímsferð hava 55 fólk teknað seg. So nú mugu tvær pílgríms­ ferðir skipast Tað eru danski presturin Kristine Hestbech og før­ oyska Randi Meitil, stud­ entaskúlalærari, sum hava tikið stig til eina pílagríms­ ferð síðsta vikuskiftið í mai. Upprunaliga var ætl­ anin at seta mark fyri 25­ 30 luttakarar. Men bert eitt samdøgur eftir at blað­ ið kom á gøtuna við søg­ uni, hava heili 55 fólk longu teknað seg. ­ Hetta er sera spennandi, og fólk eru vælkomin at tekna seg, enn, tí so kunnu vit umhugsa at skipa fyri fleiri túrum, sigur Kristine Hestbech, sum í øllum før­ um roknar við, at tær fara at skipa fyri tveimum pílagrímsferðum, so øll 55 sleppa við. Gransking um strongd Føroysk granskingarúrslit skulu leggjast fram á stórari altjóða ráðstevnu í Amsterdam í apríl. Tað snýr seg um úrslitini frá kanning av 8. floks næmingum í 2006, sum Tóra Petersen, sálarfrøð­ ingur gjørdi saman við Esk Elklit og J.G. Olesen. Kanningin snúði seg um PTSD (Post Traumatic Stress Disorder) ella strongd hjá ungfólki í Før­ oyum, sæð í mun til lívs­ hendingar hjá hesum. Úrslitini av kanningini vóru løgd fram her í Føroy­ um á nøkrum fundum sein­ asta heyst, og vóru rættu­ liga áhugaverd. Nú verða tey løgd fram á altjóða ráð­ stevnu í Amsterdam 17. – 19. apríl, sum EURO­ PEAN SOCIETY FOR TRAUMA AND DIS­ SOCIATION skipar fyri, sigur Granskingarráðið. rd Eini 30 fólk møttu upp á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin Mynd: Rigmor Dam