mánadagur 7. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 7. apríl 2008
13
Sigur halgabók nakað
um átrúnað og politikk?
Nú stillavikan er farin aftur
um, kann tú kanska betur
loyva tær at gera viðmerk
ingar til nýggju dimensjón
ina, sum er komin í føroy
iskan politikk, har átrúðnað
ur verður drigin niður á tað
verðsliga politiska økið.
Sum trúgvandi kann tú
ikki vera annað enn ógvu
liga harmur og stúrin um
hesa vend, stúrin tí hetta
nýggja rákið kloyvir okk
ara tjóð. Tað sum vit fyrr
vóru felags um og góð við,
brúka vit nú til at íbirta
skilnað og ófrið. Hví taka
fleiri føroyingar undir við
hesi broyting? Hvussu
hunnu ávísir politikkarar
og eisini ávísur flokkur
taka sær patent uppá
kristindóm? Patent upp á
røttu trúnna? Er hetta ikki
at seta seg oman fyri Gud?
Er tað ikki Várharra, sum
tekur endaliga støðu í
hesum spurningi? Hava vit
als ikki lært nakað av tí
óskili, sum valdar í teim
londum, har ártúnaður
stýrir øllum verðsligum
politikki, og har átrúnaður
avgerð hvør sleppur at
stilla upp?
Politikkur má ongantíð
verða ein forðing fyri anda
ligum arbeiði, ið byggir á
kristindóm, men tað øvuta
eigur heldur ikki at koma
fyri. Okkara demokratiska
skipan er tíbetur so fræls,
at allir tinglimir kunnu
altíð greiða atkvøðu sam
bært teirra sannføring ella
samvitsk.
Sigur halgabók nakað
um átrúðna og politikk? Ja
tað ger hon. Ì Markus
evangelinum 12,. 1317
sigur Jesus: Gevið keisaran
um tað, ið keisarans er, og
Guði tað, ið Guðs er. Her
vísir Jesus á tvær skipanir,
eina sum byggir á lógirnar
hjá keisaranum, og hina
sum byggir á halgubók – á
læru Jesusar. Jesus gav
ongantíð nakra ávísing um,
hvussu vit skulu skipa
okkara verðsliga samfelag.
Kanska er tað fleiri av
okkum, ið vildu ynskt, at
Jesus vísti okkum á eina
politiska ideologi, men tað
ger Jesus ikki.
Sambært Johannes
evangelinum 6. – 15.
ætlaði fólkið at gera Jesus
til teirra kong – hann
skuldi hjálpa teimum við tí
verðsliga, gera verðsligar
lógir, men Jesus vildi ikki.
Ein kongur ella Keisari er
ein verðslig leiðsla eins og
eitt løgting.
Í Rómverjabrævinum 13.
verða vit mint um at vera
lýðin móti øllum yvirvaldi.
Her verður hugsað um alla
verðsliga yvirvøld. Eisini
her finna vit greiðan skiln
að millum tað verðsligu
skipanina, og skipanina í
halgubók.
“Mítt ríkið er ikki av
hesum heimi” segði Jesus
eisini og við hesum orðum
vil hann helst siga okkum,
at vit í hesum syndiga
heimi sjálvi mega gera
okkara fyribils lógir og
fyriskipanir fram til tann
dag, tá Gud verður alt í
øllum.
Eingin læra er so stór,
góð ella aðalborin sum
læran um Jesus Kristus.
Tann dag vit venda ryggin
til Gud, verður okkurt ann
að okkara Gudur, og tá
verða vit illa fyri. Vit
kunnu eisini brúka orðini
hjá Christian Morgenstern:
Tey sum venda ryggin til
Gud, tey sløkkja sólina fyri
síðan at ganga víðari við
eini lummalykt.
Nei føroyingar hava havt
stóra virðing fyri kristin
dómi og hava duga sera
væl at brúka ta gomlu
demokratisku meginreglu
um at halda átrúnað fyri
seg og politikk fyri seg.
Men tíverri síggja vit nú,
at fleiri ynskja at broyta
hesa meginreglu. Tað
kennist sera ódámligt tá
politikkarar nú royna at
prýða seg við eini kriste
ligari glæmu, fyri betur at
røkka sínum verðsligu
politisku ætlanum.
Vísandi til nevndu áset
ingum í halgubók skuldi
valla nakar ivi veri um, at
tú als ikki kann hava nakað
veruligt trúðarfrælsi, um tú
heldur fast við, at verðsligu
lógirnar, ið alla tíðina
broytast, kortini skulu
tvinnast saman við tær
ásetingar í halgubók, sum
ongantíð verða broyttar. Tá
tú blandar átrúnað og
verðsligan politikk saman,
so biður tú samstundis um
eina verðsliga lógreligión,
og tað er greitt tað øvuta
av, hvat Jesus lærir, og slík
lógreligión er eisini í stríð
við okkara trúðarfrælsi. Vil
tú hava trúðarfrælsi, so
kann tú ikki samstundis
noyða fólk við lóg at hava
ávísa trúgv, ella rættari
noyða fólk við lóg at skilja
halgubók, soleiðis sum tú
skilir hana – hvør sigur, at
tú hevur tað einasta rætta
svarið uppá, hvussu
halgubók skal skiljast?
Gud hevur givið okkum
menniskjum fult frælsi at
gera og trúgva, sum vit
vilja, og av hesum kemur
læran hjá Luther um tvær
skipanir, skilnaðin millum
tað verðsligapotittiska og
tað átrúnaðarliga, og av
hesum koma vit eisini fram
á skrivingina hjá schwei
ziska gudsfrøðinginum
Karl Barth, um tvey
samfeløg, ið mega læra at
liva friðaliga saman, tað
hann kallar: Svørsins
samfelag og Krossins
samfelag.
Tann kristni, sum fer upp
í politikk, má altíð hava
fyri eyga, at hann ella hon
skal smíða karmar fyri eitt
samfelag sum skal rúma
bæði teimum, ið trúgva, og
teim ið ikki trúgva. Henn
ara ella hansara høvuðs
kveikjan til politikkin
verður eyðsýnt trúgvin.
Hóast flest okkara halda, at
kristna trúgvin gevur bestu
karmanar, mugu vit kortini
ongantíð beinleiðis lóggeva
kristindóm.
Ì tí partinum av Guds
longu søgu vit liva í, liva
vit í tíðini har Gud hevur
valt ikki at hava ein
teokratiskan stat, ein stat ið
lóggevur tað rætta.
Gamaní, allir gudsfrøð
ingar, søgufrøðingar og
heimspekingar eru ikki á
einum máli um tað rætta í
at halda átrúnað og politikk
atskilt. Eisini politikarar í
vesturheiminum halda tað
vera rætt at blanda politikk
og átrúnað saman, til
dømis Georg W. Bush.
Dømini um hvussu tað
kann ganga, og framvegis
gongur í teim londum, har
átrúnaður hevur alla avgerð
ina um, hvussu tær verðs
ligu lógirnar skulu vera,
eru sera ræðandi.
Fyrrverandi fíggjarmála
ráðharrin í tí krígsherjaða
Libanon Georges Corm,
hevur skriva áhugaverda
bók um politikk og átrún
að.Hann skrivar m.a. at
brúk av átrúnað í politikki
er ein nýggjur teinur í teirri
stóru kreppu, sum hevur
rakt vanligu mannagongd
um fyri samskipan millum
lond og eisini heima hjá
hvørjum landi sær. Hendan
nýggja mannagongd hevur
elvt til reinan hurlivasa, ið
gevur eina grugguta mynd
av tí ólag, sum eyðkennir
heimin í dag.
Um eg havi skilt fløl
miðlanar rætt, so hevur
verandi samgonga (tó
undantikið Finnur Helms
dal) við kravi frá einum
sonevndum “Kristiligum
flokki” gjørt semju um, at
ávís etisk mál verða ikki
tikin til viðgerðar í løgtingi
num. Hetta er dømi um, at
politikkur og átrúnaður
verður blandað saman. Slík
semja er ódemokratisk, og
hon gevur boð um, at vit
nú hava eina samgongu,
sum ikki hevur dirvi at
viðgera øll mál, ella sum
ikki veit, hvussu etisk mál
skulu viðgerast.
Umberingin hjá løg
manni og varaløgmanni
um, at eitt ávíst etisk mál
verður ikki tikið fram, tí
tað ikki hevur meiriluta í
løgtinginum, er ein sera
løgin og ússalig umbering.
Eru vit nu komin so langt
av leið, at vit bara skulu
tosa ella viðgera mál, sum
vit vita, at ein meirluti í
løgtiginum tekur undir
við? Er tað ikki meira
virðiligt, og eisini í sam
svar við okkara
trúðarfrælsi at geva einum
stórum meiriluta í løgting
inum loyvi at siga kortanei
til eitt lógaruppskot, sum
er í stríð við læru Jesusar,
heldur enn at seta beinleið
is bann fyri etiskum
spurningum?
Skal løgtingið viðgerða
etisk mál?
Ja tað skal løgtingið gera,
men hvussu skulu vit, sum
trúgva á læru Jesusar,
viðgera slík mál?
Tað kunnu vit gera við
at venda aftur til ta góðu
gomlu skipanina har allir
verðsligir politiskir flokkar
geva rúm fyri øllum átrún
aðarligum áskoðanum,
samkomum og fólkakirkju
limum. Ein skipan sum
loyvir øllum tinglimum at
standa púra leysir av sínum
flokki, tá ið etisk og
átrúðnalig mál eru á
skránni, soleiðis at hvør
limir tá bert hugsar um
sína trúgv og sannføring.
Venda vit aftur til hesa
friðaligu og demokratisku
skipan, sleppa vit undan at
hava ávísan flokk, sum
heldur seg vera meira krist
nan enn hini, og tá kunnu
vit eisini siga eins og for
sætisráðharrin Poul Hart
ling, sáli: Eg útinni ikki
kristnan politikk, men eg
útinni politikk sum kristin.
Og tá kunnu vit aftur
óttaleys og í friði hava
okkara persónligu trúgv og
samstundis vera okkara
yvirvaldi lýðin, so sum
Jesus lærir okkum.
Tað bilar vónandi einki
um vit læra at vera minni
“religiøs” men heldu meira
Kristin?
Søgan yvir fleiri túsin ár
hevur lært okkum, at allar
lógreligiónir, ella allar
royndir at blanda politikk
og átrúðnað saman, hevur
bara elvt til kúan, neyð og
vesaladóm. Men hóast søg
unar læru síggja vit kortini
framvegis, at stórur partur
av heimsins íbúgvum liva í
áhaldandi ótta og neyð
orsaka av beiskum átrún
aðarligum stríði og
ósemjum.
Og nú er so hetta óhugna
liga rák við at festa røtir her
heima í okkara friðaliga
landi.
Ein stór veljarakanning
hjá Fynd vísir, at átrúnaður
og etiskir spurningar
kloyva okkara tjóð – eitt
ræðandi rák, sum rekur
burtur vanligt vit og skil.
Sigur halgabók nakað
um § 266 b?
§ 266 b. er seinasta dømi
um hvussu nógv óneyðugt
stríð og klandur vit sjálvi
skapa, tí vit ikki vilja halda
politikk fyri seg og átrúðna
fyri seg.
Tað mest løgna við
stríðnum um § 266 b. er, at
tað í heila tikið kundi elva
til nakað stríð, tí málið er
sera einfalt og als ikki í
stríð við halgibók.
Um vit greina málið
nærri, kan tað m.a. lýsast
soleiðis:
Løgtingið hevur samtykt,
at tað er ikki loyvt at gera
mun á fólki vegna
“kynsliga orientering” Ella
sagt soleiðis, sum tað skal
skiljast: Tað er ikki loyvt at
gera mun á fólki vegna
“teirra synd” Gaman í, við
hesari lóg verður hugsað
um ein minniluta, tey
samkyndu, og sambært
halgubók er tað synd, at
vera samkyndur – soleiðis
skilji eg eisini halgubók.
Men hvat – eru vit ikki øll
syndarar? Johannes
evangeliið 8. 111 gevur
okkum svarið. Hetta eru
boðini til okkum, har Jesus
m.a. sigur: Tann av
tykkum, sum syndaleysur
er, kasti fystur stein á
hana. Og Matteus
evangeliið 6. 14-15: Tí at
um tit fyrigeva monnum
misgerðir teirra, so skal
himmalski faðir tykkara
eisini fyrigeva tykkum;
men fyrigeva tit ikki
monnum, so skal faðir
tykkara ikki heldur fyri-
geva misgerðir tykkara.Vit
kunnu eisini í hesum
sambandi lesa Lukas
evangeliið 18. 1014
Hóast hesi og mong
onnur boð til okkum úr
halgubók, so eru tað kort
ini fleiri føroyingar, sum
framvegis eru ímóti, at vit
hava eina lóg, sum sigur, at
tú má ikki gera mun á fólki
tí tey liva í synd.
Ein tinglimur fór úr
sínum verðsliga politiska
flokki, tí hann ikki kundi
fara uppá kompromis við
sína andaligu sannføring.
Ein annar tinglimur fór úr
samgonguni, tí hann ikki
vildi gera kompromis við
sína samvitsku. Slíkar
grundgevingar halda ikki,
og hava í hesum máli púra
onga meining.
Okkara sannføring og
samvitska verður bara
ávirka av, hvat vit sjálvi
hugsa og gera, og als ikki
av hvat onnur halda ella
gera. Eingin var í iva um,
hvørja støðu hesir báðir
tinglimir høvdu til § 266 b,
teir hava báðir týðiliga og
greitt gjørt vart við sína
støðu, tað hava teir gjørt í
sínum nevndararbeiði, í
løgtinginum, í bløðnum, í
útvarpi og sjónvarpi, og
tískil var ongantíð nakar
vandi fyri, at hesir ting
limir komu at gera kompro
mis við sína sannføring
ella samvitsku. Eingin
politiskur flokkur ella
samgonga forðaði teimum
í at atkvøða sambært teirra
sannføring og samvitsku.
Øll góðtóku, at teir
atkvøddu sum teir gjørdu,
og tískil var als eingin
orsøk til at fara úr sínum
flokki ella úr sínari sam
gongu. Hesir tinglimir
fingu og hava framvegis
fult trúðarfrælsi, men teir
vildu ikki geva restina av
tingliminum sama frælsi..
Fyrigevið um eg her havi
sært nevndu tinglimir, tað
er ikki mín ætlan, tvørtur
ímóti, eg havi bara alt gott
at bera teimum báðum,
men í umrødda máli hava
vit sera ymiskar áskoðanir.
Eg havi ongan rætt at siga,
at mín fatan er rættari enn
tann, ið teir hava, tí ta
avgerðina eiga vit ikki,
men gott hevði kortini
verið, um hesir tinglimir,
ella onkur av teim mongu,
sum eru ímóti § 266b.
kundu víst meira ítøkiliga
á, hvussu umrødda
løgtingslóg er í stríð við
halgubók.
Trygvi F.
guTTesen
Eru føroyingar við at seta seg oman fyri Gud?