mánadagur 7. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 66 - 7. apríl 2008
Gongur tú við
einum leikstjóra,
leikhøvunda ella
sjónleikara í búkin
um, er møguleiki
at taka dreymin
eitt stig víðari, nú
Leiklistarskúli Føroya
fer av bakkastokki
LeikList
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Síðst í hesum mánaðinum
fer Leiklistarskúli Føroya
at bjóða áhugaðum frálæru
hjá royndum undirvísararum
í sjónleiki, leikskriving og
leikstjórn.
Skeiðini
eru
úrslit av samstarvi millum
Meginfelag Áhugaleikara
Føroya og Føroya Fólka
háskúla.
Frá hugskoti
til leikrit
Tað verður íslendski leik
høvundurin
Karl
Ágúst
Úlfsson, sum fer at undir
vísa í at skriva til pall. Hetta
skeiðið byrjar við, at næm
ingarnir læra nakrar grund
reglur um, hvat skal til fyri
at skriva leikrit. Síðani
verður farið undir praktiskar
venjingar.
Tey, ið eru í ferð við at
skriva ein leik, eiga at taka
hann við sær. Eisini vil Karl
Ágúst Úlfsson fegin hoyra
hugskot til leikir, sjálvt um
næmingarnir ikki hava skriv
að tey niður á pappír enn.
Skrivarabólkurin ferð síðani
gjøgnum
hugskotini
til
ætlaðar leikir, og venjingar
á skeiðnum skulu hjálpa
høvundunum at fáa leikin
skrivaðan lidnan. Undir
hesum venjingunum venja
næmingarnir eisini smáar
leikir, sum verða leiktir
móti endanum á skeiðnum.
Karl Ágúst Úlfsson hevur
drúgvar royndir sum leik
høvundur, og hevur hann
seinnu árini starvast í leik
húsi og sjónvarpi Íslands
sum høvundur, týðari og
leikstjóri.
Royn teg sum
leikstjóra
Leikstjórin Sigrún Valbergs
dóttir leikstjórnaði herfyri
einrøðuleikin ”Sjóvevur”,
ið gav sjónleikaranum Eyð
Matras virðislønina Ársins
Herðaklapp.
Nú
Sigrun
Valbergsdóttir kemur aftur
til Føroyar, verður tað sum
undirvísari á skeiðnum í
leikstjórn, sum Leiklistar
skúlin bjóðar.
Skeiðið er ætlað teimum,
sum hava nakað av royndum
við spæla sjónleik ella við
at leikstjórna. Í fyrilestrum
og samrøðum við næming
arnar fer Sigrun Valbergs
dótttir gjøgnum arbeiðs
gongdina, tá ein leikuppset
ing fer fram. Millum evnini,
ið verða viðgjørd, er arbeiðs
økið og ábyrgdin hjá leik
stjóranum og hvussu hann
fyrireikar sítt arbeiði hvønn
dag.
Skeiðið hevur eisini ein
praktiskan part, har næm
ingarnir fáa brot úr leikritum
at fyrireika. Út frá hesum
verður arbeitt við improvisa
tión, har leikstjóranæming
arnir skulu vera virknir sum
leikarar hvør hjá øðrum.
Upp á pall
Skeiðið í leiklist snýr seg
um grundleggjandi enda
málið við at flyta fram leik
á palli. Her læra næmingar
nir at skapa kreativ hugløg,
har teir venja hugsavnan,
umhugsan, falsloysi og álit.
Eisini verða venjingar í at
skapa karakterir við rødd,
kenslum og kroppi. Harum
framt fáa næmingarnir inn
lit í, hvussu ein søga verður
til, har teir millum annað
arbeiða við skapanargleði
og skapanarmegi.
Tað verður Águsta Skúla
dóttir, sum stendur fyri
skeiðnum í leiklist. Hon
hevur starvast sum sjónleik
ari í London, og var við til
at stovna leikbólkin Ice
landic Take Away Theatre,
har hon hevur verið við
sum leikari, leikstjóri og
høvundur.
Ger sjónleikadreymin til veruleika
Leiklistarskúli Føroya er
úrslit av samstarvi millum
Meginfelag Áhugaleikara
Føroya og Føroya Fólkahá
skúla.
Leiklistarskúlin byrjar í
ár og heldur fram næsta
ár.
Undirvíst verður í leik
list, leikstjórn og í at skriva
til pall.
Frálæran fer fram á Há
skúlanum, har næmingar
nir eisini gista.
Skúlin byrjar mikukvøldi
30. apríl klokkan 20 og
endar sunnudagin 4. mai
klokkan 17.
Næmingarnir fáa skeiðs
váttan frá skúlanum og fáa
møguleika at halda áfram
við lestrinum 20. til 24.
mai 2009.
Leiklistarskúli
í Føroyum
At missa eitt barn
- sorg í familjuni
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn
www.synergi.fo - Tel. 22RING (227464)
Hóskvøldið 10. apríl kl. 19.00 bjóðar
Synergi til fyrilestur í Miðlahúsinum
við kenda norska sálarfrøðinginum,
Dr. Atle Dyregrov.
Í fyrilestrinum kemur Atle Dyregrov
inn á hesi evni:
- Tá eitt barn doyr – sorg í familjuni
- Sorg hjá børnum – annarleiðis enn
hjá vaksnum?
- Hvussu kann ein hjálpa sínum
børnum, tá ein sjálvur er í sorg?
Fyrilesturin er ókeypis og er ætlaður
foreldrum, sum hava mist eitt barn,
og avvarandi.
Avmarkað pláss.
Fyrilestur í miðlahúsinum 10. apríl 2008
Á Leiklistarskúla Føroya fer leikstjórin Sigrún Valbergsdóttir, (t.v) fer at geva frálæru í arbeiðinum við at leikstjórna sjónleikir