mánadagur 7. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 7. apríl 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ingarð Karlsen, fødd Olsen, ættað av Skála, and
aðist í Stokke í Noregi mikudagin, 68 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Stokke kirkju hósdagin
klokkan 13.30.
Andlát og jarðarferðir
Vit eiga í landinum livandi varðar,
sum vísa um víddir, hvar gøtan er greið,
um grýtut er gjótan, um stíggjur hann snarar,
teir lýsa í lendi, hvar laglig er leið.
---
Í Solberg vit áttu ein tílíkan varða,
sum serstakur var okkum øllum í bý,
sum fram um so mangan í vit mundi skara,
um lív hans “bert” fevndi um nærleið og líð.
Hann var í so mongum ein viti á vegi,
sum lýsti oss leið á sín serliga hátt,
í vási og verki í gerandisdegi,
í søgu og skemti á kvøldi og nátt.
Tí mugu vit sanna, nú Solberg er farin,
at tómt kenst í túni á hansara stað,
nú allir teir mongu, sum mannaðu garðin
í mold hava funnið sær grøv undir flag.
Nú tøgn er í stovu, har vinafjøld møtti
at gera upp alt tað, sum rørdist í bý,
har kæti so javnan teim stundina bøtti
við speiði og spølni og smíli á snýð.
Nú, Solberg er farin, ein tíð er at enda,
har vitborin frásøgn í stovu enn gekk,
har gerandisdagurin upp kom at venda,
og hvør sína fleingju for smásinni fekk.
Við Solberg vit mist hava mannin hin vísa,
sum sjálvlærdur røkti sítt univers’tet,
ið væl mundi bygd okkar listinlært lýsa,
for dygdir og brigdir og merkilig met.
Vit ynskja tær Solberg, nú fjallboð tey komu
frá hyrðanum hægsta til ovasta fjall,
at skurðin so góðan í haga tit nomu,
at sælur tú náddi tín himmalska stall.
----
Eg takki tær frændi for ferðalag,
har vit saman um fjøll hava stigið
á sumri og vetri so mangan dag:
“Mín vinur nú hvíl í Guds friði”.
pmp
Solberg Christiansen
f. 7. des. 1919 – d. 2. apr. 2008
in memoriam
Eirikur Ólason Simonsen er helst for
maður aftur í felagnum Føroya Ellisak
førum, sum hevði aðalfund leygardagin
í hølunum yviri við Strond í Havn.
Øll nevndin varð afturvald, men
hon hevur ikki skipað seg enn. Í nevnd
ini eru: Eirikur Ólason Simonsen,
sum varð valdur til formann í fjør,
Hans Korsgaard, Páll Danielsen, Finn
Jespersen og Hans Jákup Michelsen.
Tiltakslimirnir eru eisini teir somu:
Búgvi Apol og John Christiansen.
Í Føroya Elliakførum eru einir 160
limir.
Fyrsta stóra tiltakið hjá felagnum í
ár er tann siðbundni túrurin hjá ellis
akførum Flaggdagin, 25. apríl, frá
Shellstøðini við Ringvegin í Havn.
Felagið roknar við, at mong ellisak
før vera aftur í ár. Tað er, at veteranbil
arnir í Brunninum undir Gráasteini og
allar tær gomlu motorsúkklurnar
verða tiknar út og fara at koyra Flagg
dagin.
Annars ætlar felagið at snøgga um
hølini og økið rundandum húsið yviri
við Strond.
Eirikur aftur formaður
Nevndin í Føroya Ellisakførum, f.v.: Finn Jespersen, Hans Jákup Michelsen, Hans Korsgaard, Eirikur Ólason Simonsen, Páll
Danielsen, John Christiansen og Búgvi Apol
Dagurin
8. apríl. Janus. Navnið er ókent í halgimannatali; sipar
helst til ein Januaris í Suðuritaliu, sum varð tikin av
døgum. Vensceslaus Ulricus Hammersheimb doyði
hendan dagin í 1909, og Kristian Osvald Viderø doyði
hendan dagin í 1991.
Ráðið fyri Ferðslu
trygd hevði ársfund
hósdagin 3. apríl.
Eini 45 fólk møttu
til fundin, ið varð
hildin á Hotel
Føroyum. Sjálvur
ársfundurin var
fyrrapart, meðan
seinnaparturin
var settur av til
tríggjar fyrilestrar
um kommunalar
ferðslutrygdar
ætlanir
Á ársfundinum var nevnd
arval á skránni. Kári Thor
steinsson varð valdur til
næstformann fyri Høgna
Djurhuus, ið valdi at takka
fyri seg á hesum sinni.
Petur Elias Petersen varð
nývaldur
nevndarlimur.
Hann kom inn fyri Duritu
Bjellvåg, ið bar seg undan
afturvali.
Hinir
báðir
nevndarlimirnir,
Hervør
Hergudóttir og Finnleif
Durhuus, vóru afturvaldir.
Til varalimir vórðu Sól
fríð Fjallsbak, Jan Fossa
berg og Árni Jacobsen
vald.
Høgni í Stórustovu, for
maður, og Sølvi R. Han
sen, stjóri, greiddu frá
virkseminum í farna árið.
Heini Eysturoy frá Lands
verki greiddi frá arbeiðin
um at ferðslutryggja vegin
gjøgnum Sandavág og
Miðvág. Gunn H. Møller
frá LBF greiddi frá arbeið
inum við at gera eina ætl
an fyri Tvøroyri. Og at
enda greiddi BrittMona
Vang úr Karmøy frá
arbeiðinum við 0hug
sjónsverkætlanini
har.
Teir tríggir fyrilestrarhald
ararnir løgdu dent á hvør
síni viðurskifti í arbeiðin
um at orða kommunalar
ætlanir.
Ársfundurin hjá
Ferðslutrygd 2008
15