mánadagur 7. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 66 - 7. apríl 2008
- Í fyrstani hildu vit,
at tað var laksur,
sum var í nótini,
men skjótt sóu vit, at
talan var um nakrar
hundrað haváborrur.
Vit gjørdust rættiliga
ovfarnir, sigur Rolf
Ervik, skipari á
norska útróðrar-
bátinum, Havbris
Veiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tveir fiskimenn í Måløy,
Rolf Ervik og Leidulf
Årvik, fingu herfyri ein
sjáldsaman og stóran fong.
Teir royndu við snurrinót
og fingu tilsamans 300
áburrur, sum er føroyska
heitið fyri »aborre«.
Tað er blaðið Fjordenes
Tidende, sum ber hesi
tíðindi.
Hetta er dýrur fiskur, sum
er meira vanligur í heitari
sjógvi og syðri á jarðar
hálvuni.
Fyri veiðina, sum vá til
samans 1400 pund, fingu
teir 46 krónur fyri kilo.
Tað hevur ikki verið óvan
ligt, at norskir útróðrarmenn
av og á hava fingið nakrar
einstakar áborrur, men tey
1400 pundini eru ivaleyst
størsta nøgdin, sum fingin
er ein útróðrardag.
Vit fingu allan fiskin í
einum kasti. Tað líka sum
»kókaði« í nótini, tá ið vit
tóku hana inn. Vit skiltu
ikki heilt, hvat tað var, vit
høvdu fingið. Í fyrstani
hildu vit, at tað var laksur,
men síðan sóu vit, at talan
var um nakrar hundrað
áborrur. Vit gjørdust rætti
liga ovfarnir, sigur Rolf
Ervik, skipari á útróðrar
bátinum, Havbris.
Í Noreg vænta tey ikki, at
áborrur fara at gerast ein
náttúrligur
partur
av
norskari
fiskiveiði
tey
næstu árini, men lítil ivi er
um, at tað er ein avleiðing
av heitari sjógvi, at slík
fiskasløg í so stórum nøgd
um leita sær norðureftir.
Væntandi er, at fleiri og
fleiri fiskasløg, sum vanliga
halda til í heitari sjógvi,
fara at leita norðureftir
Tað tók sína tíð hjá
norsku útróðrarmonnunum
at sannføra keyparar um, at
teir høvdu fingið 1400 pund
av áborrum.
– Vit noyddust at sannføra
teir um, at fongurin var ein
veruleiki – og ikki skemt,
siga fegnu og ovfarnu
útróðrarmenninir.
1400 pund í
einum kasti
Norsku
útróðrar
menninir,
Rolf Ervik og
Leidulf Årvik
úr Måløy,
fingu herfyri
heili 1400
pund av hav
áborrum í
einum kasti
– Vit hava meldað
reiðaríið hjá Carlton
fyri, at menninir
ikki hava fingið
ognarlutirnar
aftur, sum lógu
eftir umborð á skip-
inum, tá ið teir fóru
í land, men líkt er
ikki til, at nakað
hendir, sigur Jan
Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum
Carlton-málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Einki røkist fyri, at Carlton
málið verður loyst í bræði.
Skipið er til fiskiskap og
landar í útlendskum havn
um. Dekkarar og kokkur
ganga framvegis heima, og
í løtuni veit eingin, hvør
endin verður á stríðnum
millum reiðaríið og felagið
hjá fiskimonnum.
Tað eru nú fimm vikur,
síðan
Fiskimannafelagið
noktaði sínum limum at
mynstra við Carlton, tí
felagið metir, at reiðarin
brýtir sáttmálan.
– Vit hava tosað við Før
oya Reiðarafelag og biðið
felagið syrgja fyri at hava
skil á sínum limum, soleiðis
at teir ikki bara gera, sum
teir vilja. Vit hava ein
sáttmála við reiðarafelagið
og tað einasta, vit krevja,
er, at sáttmálin verður
hildin.
Eingin ábyrgd
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum,
ásannar, at reiðarafelagið
eftir øllum at døma ikki vil
taka neyðugu ábyrgdina, nú
ein av teirra limum fer um
sáttmálaøkið, sum honum
sjálvum lystir.
– Sjálvandi eru vit vón
sviknir, tí tá vit gera eina
avtalu, vænta vit, at hon
verður hildin. Men formað
urin í reiðarafelagnum sig
ur, at teir kunnu ikki »spæla
politi«, hóast Hanus Han
sen, reiðari, sjálvur alment
hevur ásannað, at sáttmálin
er brotin.
Jan Højgaard ásannar, at
ein av stóru trupulleikunum
er, at reiðaríið hevur gjørt
avtalu við hini manningar
feløgini sum merkir, at
yvirmenninir fáa ein størri
part av »køkuni« – og fiski
menn ein lutfalsliga minni
part.
– Tað ber ikki til at gera
avtalur við hini feløgini um
hýrupart, sum síðan skal
takast frá okkara limum.
Slíkt kunnu vit ikki góðtaka,
leggur hann dent á.
Næraberg
Vit spurdu eisini formannin
í Fiskimannafelagnum, hví
FF hevur gjørt sáttmála við
Hanus Hansen um, at nýggi
Næraberg, sum heldur ikki
hevur nót, kann avroknast
við 17,5% til manningina,
tá ið hann krevur, at mann
ingin á Carlton verður
avroknað við 27%.
– Vit hava gjørt ein roynd
arsáttmála fyri Næraberg í
fyribils eitt ár, men hesin
sáttmáli var treytaður av, at
málið um Carlton kom upp
á pláss. Hetta kunnu fýra av
okkara stjórnarlimum vátta.
Sáttmálin um Næraberg er
bæði skrivligur og í øðrum
førum munnligur.
Jan Højgaard sigur, at
soleiðis, sum støðan er,
verður royndarsáttmálin við
reiðaríið aftanfyri Næra
berg ikki endurnýggjaður.
– Hanus Hansen hevur
ikki yvirhildið sín part av
avtaluni, og tí fara vit ikki
at ganga við til leingjan av
hesum sáttmála.
Hava meldað
FF hevur vegna limir sínar,
sum nú eru í mynstringar
banni mótvegis Carlton,
meldað reiðaríið fyri, at
menninir ikki fáa sínar
ognarlutir í land. Hetta eru
klæðir og annað, sum lá
eftir umborð, tá ið menninir
fóru í land á seinasta túri
fyri bannið.
– Jú, sjálvandi hava vit
meldað reiðaríið, nú menn
ikki fáa tað í land, sum teir
hava
liggjandi
umborð.
Men tað vísir seg, at her
hendir einki. Summir per
sónar verða ikki revsaðir,
og tað vísir seg, at teir
næstan kunnu ganga ígjøgn
um heilt, sum Jan tekur til.
Hann heldur ikki, at
rættarskipanin virkar, sum
hon eigur.
– Teir, sum fáa mest
burtur úr hesi skipan, eru
løgfrøðingarnir, sum at vísa
seg ikki hava serliga stóran
áhuga í, um vit hava rættvísi
í Føroyum ella ikki.
Formaðurin í Fiskimanna
felagnum undrar seg yvir,
at Fiskiveiðieftirlitið ikki
fer út og tekur Carlton til
lands.
– Tá ið eingin dekkari er
við skipinum, og manning
arskjølini ikki eru í lagi,
verður lógin brotin. Tað er
óskil, at skipið soleiðis
sleppur at sigla ótarnað, sig
ur Jan Højgaard.
La Lina kølir Jørðina
Tað verður ikki so heitt á Jørðini í ár sum í fjør, og so løgið tað
kanska ljóðar, so er tað havstreymurin La Lina, sum er orsøkin til
broytingina. La Lina er eins og tann betur kendi El Nino ein
havstreymur í Kyrrahavinum. Kanningar hava víst, at tað rákið er
í hart í La Lina, kølnar tað á Jørðini, meðan tað er øvugt við El
Nino. Í ár er hart rák í La Lina, og tí verður tað ikki so heitt í ár.
Hinvegin vænta menn, at El Nino verður harðari næstu árini.
Streymarnir í Kyrrahavinum hava stóra ávirkan
á hitan á Jørðini
(Kort: Vísir)
FF meldað reiðaríið
– Summir persónar
verða ikki revsaðir,
og tað vísir seg, at
teir næstan kunnu
ganga ígjøgnum
heilt, sum Jan
Højgaard tekur til
Mynd: Vilmund Jacobsen