Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 66 - 7. apríl 2008 - Carlton-málið er eitt stórt afturstig fyri Fiskimannafelagið – ikki minst, nú reiðarar hava fingið staðfest, hvussu lætt teir kunnu koma uttanum felagið. Vanlukkan er størst fyri teir menn, sum sitandi formaður hevur koyrt í land. Tað sigur Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í felagnum Carlton-málið Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Almenningurin hevur líka sum mist tráðin í málinum um pelagiska skipið Carl­ ton. Tey tíðindini, sum kom­ in eru frá formanni FF’s, Jan Højgaard og Samtak, sum FF er partur av, eru soleiðis háttaði, at tey skulu passa til ynsktu niðurstøð­ una. – Tíðindini eru snøggaði til og eru eftir mínum tykki villleiðandi um málið og viðurskiftini, sum talan er um. Tað heldur Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, sum Sosialurin hevur biðið um viðmerkingar til gongdina í Carlton­málinum, nú trætan hevur vart í meira enn ein mánaða. – Tað einasta, sum er rætt av tí, ið verður ført fram, er, at reiðarar kunnu ikki uttanum Fiskimannafelagið gera avtalur beinleiðis við manningina. Tað er sjálvandi ikki í lagi. Søgan aftanfyri Óli, sum ígjøgnum mong ár var við til at gera sáttmálar vegna fiskimenn, vísir á, at tað var í 1971, at FF fekk ein ídnaðarsáttmála fyri skip, sum tóku eini 200 tons, og har manningin taldi 5 mans. – Seinni fóru kraftblokka­ skip at trola eftir svartkjafti til ídnað, og tá varð gjørdur ein serligur sáttmáli fyri trolveiðina. Hetta hevur so aftur seinni ført til ein sáttmála fyri »kraftblokka­ skip á nóta­og trolveiðu«, sum hevur givið hesum fiskimonnum bestu inntøk­ ur í flotanum. Hesin sátt­ máli ásetir, at fyri skip omanfyri 1.500 tons er manningarparturin 17,5% av veiðivirðinum og fyri skip undir 1.500 tons er hann 20%. Óli vísir á, at fyrri reiðar­ in á Carlton, sum tá kallað­ ist Sheanne, vildi fegin sleppa at nýta henda sátt­ málan út frá tí sjónarmiði, at onnur skip, t.v.s. kraft­ blokkaskip við troli – í somu stødd og veiðu – nýttu hann. – Men hetta bar ikki til, tí skipið var ikki útgjørt til nótaveiðu, og lúkaði tí ikki treytirnar. Tá var bert upp­ runaliga ídnaðarsáttmálin at halda seg til, leggur hann aftrat. Avgerandi broyting Í januar í ár hendi tó ein avgerandi broyting í hesi støðu. – Fiskimannafelagið gev­ ur tá Hanusi Hansen, reið­ ara, skrivliga tilsøgn um at kunna nýta kraftblokkasátt­ málan til nýggja Næraberg, sum heldur ikki er útgjørdur til nótaveiðu. Tískil eru Næraberg og Carlton mein­ lík skip. Einasti munur er, at annað skipið er nakað omanfyri 1.500 tons og hitt er beint undir. Óli heldur, at tá ið FF kundi góðkenna henda sátt­ mála fyri Næraberg, finst eingin saklig grundgeving fyri, at sáttmálin ikki eisini skal galda fyri Carlton við tí prosentsatsi, sum sátt­ málin ásetir fyri hesa stødd av skipum, nevniliga 20%. – Sáttmálar fyri saman­ berlig skip í somu veiðu mugu náttúrliga vera eftir sama leisti, leggur hann dent á. Fyrrverandi formaðurin heldur, at við nevndu til­ søgn um Næraberg, styrkir Fiskimannafelagið munandi um støðuna hjá reiðaranum í málinum um Carlton. Eftir at Fiskimannafelag­ ið hevur givið Hanusi Han­ sen nevndu tilsøgn um Næraberg, verður mynstr­ ingarbann lýst fyri Carlton 2. mars, og Óli heldur, at á hesum grundarlagi er mynstringarbannið iva­ samt. – Eftirtíðin hevur eisini víst, at so er, og tað hevur eingin trupulleiki verið hjá Hanusi Hansen at fáa mann­ ing til at bróta bannið. Lunkaður stuðul Tað hevur eisini víst seg at verið ómøguligt hjá sitandi formanni FF’s, Jan Høj­ gaard, at forðað fyri land­ ingum uttanlands. – Fremsta álitið hjá honum skuldi vera ITF, men felagsskapurin hevur eftir øllum at døma funnið út av, at støðan hjá Fiskimannafelagnum er ov illa undirbygd. Tískil ger ITF einki ítøkiligt við málið – uttan at boða frá »moralskum« stuðli. Minni kann tað ikki vera og er heldur einki vert, sigur Óli Jacobsen. Hann vísir á, at støðan við arbeiðsmonnum í Het­ landi er hin sama, eins og hetta eisini er galdandi fyri tann sera lunkaða stuðulin í Føroyum. – Hetta er kanska heldur ikki so løgið við tí orðalagi, sum verður brúkt av for­ manni FF’s – ein háttur, sum ikki beinleiðis fremur álit, sigur hann. Fyrrverandi formaðurin heldur, at støðan, sum er íkomin og nú dregur út, er eitt stórt afturstig fyri Fiski­ mannafelagið – ikki minst, tá ið reiðarar nú hava fingið staðfest, hvussu lætt teir kunnu koma uttanum fel­ agið. Stórt inntøkutap Óli Jacobsen sigur, at van­ lukkan er størst fyri teir menn, sum sitandi felags­ formaður hevur koyrt í land, sum hann tekur til. – Nú meira enn ein mán­ aði er farin, eru eingi útlit til loysn av trætuni, og menn vita ikki, nær – ella um – teir sleppa umborð aftur. Undir øllum umstøðum hava teir havt eitt stórt inntøkutap, tí hetta er sum áður sagt ein tann besti kjansurin í landinum. Óli Jacobsen heldur, at tað átti at borið til hjá Fiskimannafelagnum og tess limum at sloppið undan hesi støðu. – Men her er neyðugt við hegni og forstáilsi, og hetta hevur almenningurin ikki sæð nógv til higartil, sigur hann. Soleiðis kunnu reiðarar koma uttanum Fiski- mannafelagið - Neyðugt er við hegni og forstáilsi, um Carlton-málið skal loysast, men hetta hevur almenningurin ikki sæð nógv til higartil, heldur Óli Jacobsen - Tað einasta, sum er rætt av tí, ið formaður FF´s og Samtak føra fram, er, at reiðarar kunnu ikki uttanum Fiskimannafelagið gera avtalur beinleiðis við manningina. Tað er sjálvandi ikki í lagi, sigur Óli Jacobsen, fyrrverandi felagsformaður Mynd: Álvur Haraldsen Ikki almenn luttøka Í Grønlandi ætlar landsstýrissamgongan, at tað almenna skal eiga part í risastóru verkætlanini hjá aluminiumsfyritøkuni Alcoa, sum skal byggja eitt virki í Grønlandi. Men nú mæla grønlendsku arbeiðsgevararnir tí almenna frá at fara uppí. Henrik Leth, stjóri í GA, sigur við KNR, at landskassin eigur at halda seg uttan fyri eina tílíka verkætlan. Parturin hjá tí almenna eigur at vera inntøkan av avgjøldum, sigur Henrik Leth. Grønlendsli landskassin eigur ikki at seta pening í Alcoa-ætlanina (Mynd: KNR)