Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti forkunnugt fyribrigdi í arabiska heiminum longu frá uml. ár 750 og fram: at slíkir mentamenn og úrmælingar fingu skjól og starv við kongasætir kring allan tann arabiska heiminum, sum tá rakk eysturum Iran og vestur, alt Norðurafrika, til atlantarhavsstrondina í Spaniu, norðureftir inn í núverandi Turkaland og suðureftir inn í Afrika. Áðrenn Ziryab kom til Kordoba var hann í tíggju ár í tænastu hjá valdsharranum í Kayrawan, dagsins Tunesia. Sambært norðurafrikanska søgufrøðinginum al-Maqqari úr 17. øld var tilboðið frá Abd al- Rahman til Ziryab sera gott. Lønin var sera góð og umfevnandi, hann fekk egna borg, summarhús og bóndagarðar úti á landinum. So yvir nátt gjørdist Ziryab ríkmaður og partur av fínara slagnum í tí muslimska Spania. Ziryab kom at sita sum eitt slag av mentamálaráðharra. Kaliffurin Abd al-Rahman hevði brúk fyri slíkari hámentan, sum Ziryab kom við úr Baghdad, til betri at grundfesta sítt vald í økinum. Tá var hetta økið, sum nýliga var hertikið, roknað sum ein mentanarlig oyðimørk. Ein tann fyrsta verkætlanin, sum Ziryab fór undir, var ein tónleikaskúla. Hesin tónleikaskúli lat upp fyri nýggjum slóðum innan tónleiksiðvenju og var tað her, at Ziryab grundlegði tónleikasiðvenjuna í tí muslimska Spania. Tað er innan arabiska tónleikin, at hansara eftirmælið stendur sterkast. Men hansara áhugi og ávirkan steðgar als ikki við tónleikinum. Fyrst súpan, omaná okkurt søtt Fleiri matuppskriftir komu til Spania við Ziryab. Men ein borðskikkur, ið hvørki var kendur í Damaskus ella Baghdad, var tann at byrja máltíðina við súpan, síðan yvir til fisk, fugl ella kjøt og so, til seinast, frukt, eitthvørt søtt ella nøtur. Hesin borðskikkurin úr andalusiska køkinum spreiddi seg um alt landið, eisini millum jødar, kristin og tey lægri standandi og síðan til alt Evropa. Frá borðskikkum til klædnamóta og hárstíl. Tað sigst eisini, at Ziryab stovnaði ein fríðkanarskúla, har nýggj hársnið komu fram bæði til menn og kvinnur. Og samstundis gjørdi hann hin fyrsta mótaalmannakkan í Spania, har klæðir og litir, ið hóskaðu best til árstíðina. Hvítt til summarið og til vári okkurt litríkt og ljóst til várið. Tá teir lesandi vendu aftur úr Kordoba, til Bretland, Frakland og onnur lond, tóku teir ikki bara nýggja vitan við sær heimaftur, men harumframt list, tónleik, borðskikk, klædnamóta og meiri. Ziryab, svarti smáfuglurin úr Baghdad, var avgjørt ein orsøk til at slíkt kom norðureftir til tað kaldara Norðurevropa. Langa ferðin hjá Ziryab – úr Baghdad til Kordoba. Tað var ikki óvanligt, at arabiskir mentamenn, sum vóru kringir í skrivaða orðinum, til yrkingar ella tónleik, pakkaðu saman og ferðaðust langar leiðir fyri at finna ein valdsharra, sum hevði áhuga í at húsa hesum fjakkandi mentamonnum. – Kelda: Saudi Aramco World Klædnamóti, ið fylgir árstíðunum, tað at brúka tannbustina, at byrja eina máltíð við suppu og enda við dessert, alt hetta og meiri verður ført aftur til hendan tónleikaran og mentamannin, eyknevndur Ziryab. Við útgangin av 10. øld leitaðu lesandi úr Fraklandi, Bretlandi og øðrum pørtum av Evropa, helst eisini Norðurlondum, til Andalusia, serliga til Kordoba, at nema sær kunnleika innan heimspeki, læknavísind og vitja stóra bókasavnið í býnum. rabisk gylt øld Andalusia