Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 65 - 4. apríl 2008 Treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2008 er eitt undirvísingar- og granskingarstarv í mýlskari lívfrøði (molecular biology) leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Talan er um professara- ella lektarastarv, treytað av førleika umsøkjarans. Professarin/lektarin skal virka fyri at menna útbúgving, undirvísing og gransking í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Útbúgvingarparturin fevnir um fakliga samskipan, ábyrgd og undirvísing innan genetikk, mýlalívfrøði, kyknulæru og mikrolívfrøði. Náttúruvísindadeildin bjóðar bachelor útbúgving í lívfrøði, sum er gjølligari lýst á www.nvd.fo. Náttúruvísinda- deildin bjóðar ikki masterútbúgvingar í lívfrøði enn, men møguleiki er at stíla fyri Ph.D.-útbúgving í m.a. lívfrøði. Granskingarparturin vil vera knýttur at serøki umsøkjarans. Samstarv er týdningarmikið, og tað kann vera viðkomandi, at umsøkjarin vísir á ítøkiligar møguleikar fyri at fremja sína gransking í tilknýti til onnur granskingarumhvørvi. PROFESSARI/LEKTARI Í MÝLSKARI LÍVFRØÐI Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabos gøta 14, FO-100 Tórshavn, tel. +298 352500, faks +298 352501, setur@setur.fo Meira fæst at vita á www.nvd.fo. Umsóknarfreistin er 30. apríl 2008. Treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2008 eru tvey undirvísingar- og granskingar- størv í kunningar- og samskiftistøkni (KST) leys at søkja á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Talan er um professara- ella lektarastørv, treytað av førleika umsøkjarans. Umsøkjarar skulu hava professionellar starvsroyndir á einum ella fl eiri av hesum økjum: telduverkfrøði (computer engineering), forritanar verkfrøði (software engineering), teldufrøði (computer science) og skipanarmenning (system development). Professararnir/lektararnir skulu virka fyri at menna útbúgving, undirvísing og gransking í KST á Náttúruvísindadeildini. Ein bachelorútbúgving í KT-verkfrøði, sum er lýst á www.nvd.fo, er klár at byrja í september 2008. Í Føroyum er stórur tørvur á KT-frøðingum av ymiskum slagi, og miðað verður tí eftir eisini at fáa master og Ph.D.-útbúgvingar í KST í gongd um fá ár. Granskingarparturin vil vera knýttur at serøki umsøkjarans. Samstarv er týdningarmikið, og tað kann vera viðkomandi, at umsøkjarin vísir á ítøkiligar møguleikar fyri at fremja sína gransking í tilknýti til onnur granskingarumhvørvi. PROFESSARAR/LEKTARAR Í KST Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabos gøta 14, FO-100 Tórshavn, tel. +298 352500, faks +298 352501, setur@setur.fo Meira fæst at vita á www.nvd.fo. Umsóknarfreistin er 30. apríl 2008.