fríggjadagur 4. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 • 4. apríl 2008
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
60.000 krónur til
missión
Strendur: Árligi basarurin hjá
barnaringinum í missiónshúsinum á
Strondum (myndin) gav í ár næstan
60.000 krónur, sum fara óskerdar
til arbeiði í heidnum londum.
Hvønn týsdag veturin ígjøgnum
hittast børnini, sum í mestan mun
eru gentur, í missiónshúsinum á
Strondum at evna ting, sum um
várið verða seld á basarinum.
Aftur í ár var nógv vakurt evnað og
latið til basarin. Sum vanligt sang
barnakórið og ein andakt varð hildin
áðrenn hjólið varð sett í gongd.
Tað gekk óføra væl at selja seðl
arnar, og tá avtornaði høvdu tey
savnað næstan 60.000 krónur, sum
fara til missiónsarbeiði í heidnum
londum
Hittast til ársmøti
Havn: Ársmøtið hjá Heimamissiónini
byrjaði hóskvøldið og heldur fram
alt vikuskiftið. Seinastu nógvu
árini hevur Ársmøtið verið hildið
í Leguhúsinum í Nesvík, men í ár
verður tað í Meinigheitshúsinum og í
Vesturkirkjuni í Havn. – Vit hava valt
at flyta Ársmøtið til Havnar, millum
annað fyri at gerast sjónligari í
høvuðsstaðnum og millum føroyingar
sum heild, sigur Vagn Foldbo,
aðalskrivari hjá Heimamissionini. Í
Nesvík hevur ein tann trupulleikan,
at hølini ikki eru nóg stór til kvøld
møtini, tá ið tað ofta hevur verið
sera trongligt. Við at hava Ársmøtið
í Havn, kunnu vit rúma nógv fleiri
fólkum, sigur Vagn. Ársmøtið byrjaði
í Meinigheitshúsinum, men frá
leygarkvøldinum vera tiltøkini í Vestur
kirkjuni.
Enn ein sunnu
dagsskúli í kirkju
tíð
Hoyvík: Tá klokkan ringir til
gudstænastu sunnudagin í Hoy
víkar kirkju, verður tað ein serstøk
gudstænasta í tveimum førum: Í
fyrsta lagi, tí at hetta verður fyrstu
ferð at nýggi presturin Ann Dahl
Hansen skal prædika. Í øðrum
lagi verður hetta fyrstu ferð at
sunnudagsskúli verður hildin í
kirkjuni. Kirkjuráðið hevur í eina
tíð arbeitt við hesi ætlanini, og nú
verður ætlanin so sett í verk. Skipan
in verður tann, at børnini fara niður
í kirkjukjallarin undan prædiku
og verða heintað av foreldrunum
aftur eftir gudstænastuna. Í øðrum
kirkjum hevur ein sæð, at talið av
kirkjugangarum er økt munandi eftir
at sunnudagsskúlin er byrjaður.
Týðiligur kristindómur
„Men Stefan, gjørdi, fullur av
náði og kraft, undur og stór
tekin millum fólkið“
Ápostlasøgan 6, 8 og 8, 1
Stefan er ein av sjónligastu
kristnu persónmenskum, sum
í heila tikið er lýst í Nýggja
Testamenti. Tá ið Halgabók
skal geva eina mynd av honum,
brúkar hon útsagnir sum, at hann
var ein maður, fyltur av trúgv og
heilagum anda, og fullur av náði
og kraft. Hansara kristindómur
var ein veruleiki, ið fylti hann
heilt, og kristna eyðkenni
hansara var millum annað trúgv
og andi, náði og kraft.
Slíkur persónur talar til
okkara um týðiligan kristindóm.
Og í øllum tí nógva og fløkta
átrúnaðinum, sum vit síggja
í dag hvar markið millum
kristiligt og verðsligt gerst
tokutari og tokutari, tí menniskju
duga ikki at síggja hvat er verðs
ligt og hvat er andaligt kann
sigast, at tað júst er ein slíkan
mann, vit treingja at setast
andlit til andlits við. Alt tað
verðsliga og hálvkristiliga roynir
at viska burtur markið og lokka
hjørtuni inn í ein vandamiklan
heilaspuna.
Søgan um Stefan fyllir ikki
nógv, men tað er sonn dygd í
henni. Hon sigur fyri tað fyrsta,
at greiður kristindómur skapar
árin og andaligan førleika.
Fyri tað næsta, so vekir týði
ligur kristindómur mótsagnir.
Stefan var nógv elskaður, men
eisini nógv hataður.
Fyri tað triðja, so skapar
týðiligur kristindómur sanna og
týðiliga veking.
Og fyri tað fjórða, so gevur
týðiligur kristindómur fullan
sigur í deyðanum.
Alt hetta kanst tú lesa í søg
uni um Stefan í Ápostlasøguni
Gævi vit kundu prædika
soleiðis, at kristindómurin
gjørdist týðiligari og greiðari,
so einki var at fara skeivur
av, tá ið menniskju lurta eftir
orðinum. Amen!
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Nýggj norsk kanning vísir,
at 44 prosent av norðmonn
um trúgva á Gud, meðan 57
prosent eru annaðhvørt í
iva ella trúgva als ikki á Gud
Noreg: Bólkurin av teimum ið
siga seg ivast og teimum sum
siga seg vera ikkitrúgvandi,
er so líðandi vorðin eins stórur
– ávikavist 29 og 27 prosent.
Hetta vísir kanningin, har tey
1000 spurdu skuldu svara eina
spurninginum: “Trýrt tú ella trýrt
tú ikki á Gud, ella ert tú í iva?”
Samstundis vísti kanningin,
at tað bert eru 34 prosent av
teimum spurdu sum trúgva uppá
eitt lív eftir deyðan, meðan 38
prosent trúgva ikki uppá eitt lív
hinumegin deyða og grøv. 28
prosent siga seg ivast.
Páskaboðskapin, sum sigur
at Jesus reis upp frá deyða,
trúgva bert 30 prosent uppá,
vísir kanningin sum Respons
hevur gjørt fyri norska blaðið
Aftenposten. 38 prosent siga, at
tey ikki trúgva hesi hending.
Tað er ein gongd sum sæst í
Vesturheiminum har parturin av
teimum religiøsu minkar. Bólkurin
av teimum sum trúgva eitt lítið
sindur veksur nakað, meðan
bólkurin av teimum sum trúgva er
minkandi, sigur granskingarleiðarin
Hans StifossHansen í Stiftelsen
Kirkeforskning.
Sambært StifossHansen brúka
mong menniskju tey kristnu ritu
alini, men siga seg kortini ivast í
kristindóminum ella trúgva bert
eitt lítið sindur.
44 prosent trúgva á Gud
Abdullah kongur í Saudi
Arabien stuðlar ætlanini at
byggja ta fyrstu katólsku
kirkjuna í muslimska
heimlandi sínum.
Saudi-Arabien: Umboð fyri
Vatikanið eru í hesum døgum
í samráðingum við stjórnina í
SaudiArabien um loyvi at byggja
hesa kirkjuna í landinum, har slíkt
áður hevði verið púra óhugsandi.
Stjórnin hevur higartil ikki
vilja givið loyvi til ikkimuslimsk
trúarsamfeløg at byggja sær
samkomuhús ella alment at lýsa
við trúgv síni, eins og tað er
bannað at eiga bíbliur, krossar og
rósukransar, skrivar cnews.com.
Hóast hetta hevur Abdullah
kongur nú givið loyvi til, at ein
katólsk kirkja kann byggjast í
landinum. Hetta verður ein “søgulig
hending” og eitt týdningarmikið
fet ímóti størri samskifti millum
átrúnaðirnar, sigur talsmaðurin hjá
pávanum, Faðir Federico Lombardi.
Í SaudiArabien búgva einir
800.000 katolikkar, og er hetta
landið tað einasta í arabisku
hálvoynni, har eingin kirkja
higartil er bygd.
Ynskið frá pávanum
SaudiArabien hevur enn ikki alment
diplomatiskt samband við katólsku
kirkjuna, men í november mánaði í
fjør varð Abdullah kongur tann fyrsti
saudiarabiski kongurin sum vitjaði
Vatikanið.
Undir vitjanini tosaði Benedikt
XVI pávi íðin fyri at fáa loyvi at
byggja eina kirkju í landinum.
Nú er líkt til at hetta fer at geva
úrslit.
Diplomatar í Vatikaninum hava
leingi tosað um, at tey muslimsku
londini áttu at givið frælsi til
kristnar minnilutabólkar at útinna
átrúnað sín, eins og kristin lond í
Europa viðurkenna sama rætt hjá
muslimum.
Rom hevur til dømis givið loyvi
til byggingina av størstu moske
’ini í Europa.
Stuðulin frá Abdullah kongi
kemur júst um sama mundið sum
oljulandið Qatar í farna mánaði
vígdi fyrstu katólsku kirkjuna,
sum skal tæna teimum 150.000
gestaarbeiðarunum í landinum.
Kirkjan, ið verður mett sum eitt
symbol uppá samstarvið millum
ein muslimskan stat og Vatikanið,
varð latin av emirinum í Qatar,
Hamad Bin Khalifa alThani.
Katólski ovastin í Kuwait, Qat
ar, Yemen og Sameindu Arabisku
Emiratini, erkabiskupurin Paul
Mounged ElHachem, hevur
staðið fyri samráðingunum um
eina kirkju í SaudiArabien.
SaudiArabien fær
katólska kirkju
Arabisku
londini hava
higartil ikki
verið so
fegin um
fremmandan
átrúnað. Nú
er kortini
broyting áveg
Bólkurin av teimum trúgvandi í Noregi er í minking