Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 66 - 7. apríl 2008 ] Tað var sum eitt langt og hart kappingarár. Einasti munurin var, at kappingarárið bert vardi í fimm dagar, heldur Jakob Jónsson, venjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir ein lítlan avleggara til Íslands, har hann fór eftir Challenge Trophy-kapping- ina, er landsliðsvenjarin hjá føroysku hondbóltskvinn- unum, Jakob Jónsson, nú aftur í Føroyum. Og hóast hann heldur, at tað eru viðurskifti, sum kunnu vera betri, so er hann sum heild sera væl nøgdur við føroysku luttøkuna á Cypros. - Tað byrjaði væl, og tað endaði eisini væl fyri okkara viðkomandi, tá vit komu í finaluna. Men tað var næstan sum heilt kapp- ingarár, har tú hevur bæði upp- og niðurtúrar. Munurin var bara, at her var kapp- ingarárið bara fimm dystir, sigur Jakob Jónsson. - Men fyrst og fremst, so haldi eg, at vit sóu á gent- unum, at tú ikki uttan víðari kanst fara til slíka kapping, beint eftir at bulurin á liðnum hevur spælt tríggjar krevjandi finaludystir í heimligu kappingini. Og tá liðið hartil fær avboð frá fýra spælarum, verður tað í nógvar mátar ikki meira enn næstbest. - Vit fingu tó eina góða byrjan við fyrsta dystinum, sum vit vunnu stórt, men so sóu vit eisini møðina í spælarunum, tá tær taptu móti Stórabretlandi. Og í triðja dystinum høvdu vit kanska trupulleikar við at seta okkum upp, tá vit vistu, at vit kortini komu í hálvfinaluna. - Vit koma tó sterkt aftur, tá vit vinna hálvfinaluna, men tað stóð púra greitt, at alt krútið tá var uppi. Nú veit eg ikki, hvussu finsku kvinnurnar vóru fyri, áðrenn tær fóru, men neyv- an hava tær havt tað eins hart, sum okkara høvdu tað. Og í øllum førum høvdu tær sum so bara tveir harðar dystir í allari kappingini (móti Bosnia og Føroyum, blðm.). Tú sást jú í hálv- finaluni, at tær skiftu alt liðið út, eftir at tær høvdu vunnið seg upp á 11-2, so tær vóru munandi meira hvíldar enn vit. - Ikki tí at hetta skal vera nøkur umbering. Tí tær høvdu sanniliga eisini eitt gott lið, sum spældi ógvuliga disciplinerað. Og tær høvdu eisini uppiborið finalu- sigurin, tó at vit fyrstu løtuna sýndu teimum, at vit væl kundu vera við í dystinum, sigur landsliðsvenjarin. Teamwork Tað slepst illa undan, at summir spælarar standa sterkari í myndini enn aðrar. Og tá - Skal eg taka nakrar spælarar framum, so eru kanska serliga fýra, sum eg hug at rósa. Fríða Petersen hevur spælt ótrúliga væl líka síðani januar-februar mánað, og hon helt støðið allan vegin í kappingini. Í verjuni tók Durita Christop- hersen seg sera nógv fram, og hon var ein ótrúliga týðandi spælari hjá okkum. Og tað sama var Unn Kragesteen, tá hon fekk sítt spæl at koyra. - Og so ikki at gloyma Unu Olsen, sum er ein fan- tastiskur spælari hjá einum liði at hava, soleiðis sum hon alla tíðina stríðist og tog- ar viðspælararnar við sær. - Men tá tað er sagt, so eiga allar í hópinum stórt rós fyri síni avrik. Hasara fýra nevndu eru ikki betri enn liðið, sum tær spæla á. Tað er teamwork, sum tað snýr seg um, og tað prógv- aðu allar sum ein eisini á ferðini, sigur Jakob Jónsson. Lærurík leksikon Á ferðini høvdu bæði lið og venjarar sínar upp- og niður- túrar. Og Jakob Jónsson heldur, at hesir vóru sera læruríkir fyri seg. - Tað var sjálvandi stræv- ið, tá liðið rættiliga fór niður við høvdinum eftir tapið móti Stórabretlandi, men hetta lærdi meg eisini ótrúliga nógv sum venjara. - Og tað gjørdi tað eisini, at eg hevði Dia Midjord við sum hjálparvenjara. Upp- runaliga skuldi eg jú ikki hava høvuðsábyrgdina av liðnum, so eisini tann part- urin var nýggjur fyri meg. Men við at hava Dia við liðina á mær fekk eg eina ótrúliga hjálp. Tað var næstan, sum hevði eg eitt heilt hondbóltsleksikon við mær. Ikki minst var hann ein ótrúliga hjálp í taktisku fyrireikingunum til dyst- irnar, og eg haldi eisini, at vit báðir matchaðu væl saman. So tað var heilt avgjørt eitt teamwork, sum gekk fyri seg á venjara- beinkinum, sigur Jakob Jónsson. Mugu taka atlit Eitt er, at kappingin hóast alt gekk rímiliga væl. Annað er, at Jakob Jónsson heldur, at hetta eisini eigur at læra okkum at vera betur fyrireikað, tá vit næstu ferð taka lut í líknandi kapping. - Fyri spælararnar var hetta ótrúliga hart. Eg ivist tó ikki í, at tær hava lært nógv, tí eftir ein slíkan umgang kemur tú oftast út sum ein sterkari spælari. Men skulu vit til slíkar kappingar, so eiga atlit at takast til bæði landsliðs- venjingar og til kappingina sjálva. - Tað eiga at vera nøkur vikuskifti ígjøgnum kapp- ingarárið, har landsliðs- spælararnir kunnu savnast. Og tað nyttar ikki, at hesi verða løgd millum tvey mikudagsumfør. Og hartil má kappingin eisini enda eitt sindur fyrr, soleiðis at spælararnir ikki eru troyttar, longu tá farið verður avstað. - Í mínari verð er eingin loysn at leingja árið, soleiðis at spælararnir komu aftur til avgerandi dystirnir her heima eftir slíka kapping. Eg var sjálvur venjari hjá Neistanum, og mær hevði dámt sera lítið, um bestu spælararnir hjá mær skuldu spælt fimm slíkar dystir í eina viku, og síðani komu heim til seinastu dystirnar í Sunset-kappingini – og kanska eisini finalu. Tað hevði heldur ikki verið rætt- víst fyri hinar spælararnar, at tær ikki høvdu dystir í einar tvær vikur, umframt at tað vildi verið keðiligt hjá bestu liðunum, um onkrir lyklaspælarar komu skaddar heimaftur. - So mín niðurstøða er, at hetta er nakað, sum atlit mugu takast til, longu tá kappingin verður løgd, sigur Jakob Jónsson avgjørdur. Heilur vetur í fimm dagar Landsliðsvenjarin er her ígongd við at senda SMS-boð heim um sigurin á Bosnia. Tomma Petersen, Rebekka Justinussen og Unn Kragesteen fegnast eisini um sigurin Føroysku úrslitini á Cypros Føroyar-Estland 32-17 Stórabretland-Føroyar 20-19 Føroyar-Cypros 22-23 Bosnia-Føroyar 20-21 Føroyar-Finnaldn 17-25 FAKTA Holst á blettinum Tað var leingi líkt til, at Lyngby skuldi fáa eina stigi úr dystinum móti Esbjerg, har føroyski Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir vitjaðu seinnapartin sunnudagin. Júst Christian Lamhauge Holst var á blettinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann stýrdi bóltinum í málið við høvdinum. Esbjerg legði seg á odda tíðliga í dystinum, og sigursmálið fall ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Fremad Amager tapti Fremad Amager hevur í várhálvuni spælt tveir heimadystir. Eftir 2-2 javnleik móti Greve fyri tveimum vikum síðani, tapti Fremad Amager í gjár 1-0 móti KB. Fremad Amager er tó framvegis fremst í donsku 2. deild eystur. Harðasti kappingarneytin í stríðnum um uppflyting er Roskilde, sum hevur átta stig færri enn Fremad Amager. Roskilde hevur tó spælt tveir dystir færri.