Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 7. apríl 2008 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit mettu ikki, at tað var rætt, at nøkur lið verða kroyst, meðan hini hvíla Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini Føroyski landsliðs­ spælarin skoraði fyrsta málið og varð eftir 2­0 sigurin hjá Hødd kosin sum besti spælarin í dystinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Rógvi Jacobsen og Hødd fingu eina góða byrjan, tá fyrsta umfarið í Adecco- liguni varð spælt í dag. Hødd spældi á heimavølli móti Sarpsborg Sparta. Talan var um ein javnan dyst fyri steðgin, men í seinna hálvleiki trýsti Hødd alsamt meira. Tað gingu tó 80 minuttir, áðrenn nakað mál kom. Og sum ikki einaferð var Rógvi Jacobsen hægsti maðurin eftir frísparksinnlegg, og so var Hødd á sigurskós. Í yvirtíðini staðfesti álops- felagin hjá Rógva, Joachim Magnussen, sigurin. Eftir dystin, har 1.200 áskoðarar hugdu at, varð Rógvi kosin sum dagsins maður hjá Hødd. Rógvi var dagsins maður Joan Bláfoss vann seinasta vikuskiftið silvur í 10 km landa­ vegsrenning Frælsur ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er mest frá triathlon, at føroyingar kenna Joan Blá- foss, men hetta kapping- arárið hevur hon eisini valt at stilla upp í rennikapp- ingum. Og eitt nú vann hon bronsu í DM í cross-renning fyri stuttum. Hesa ferð var tað á sløtt- um, at rennast skuldi, men tað tóktist nú ikki nerva Joan tað heilt stóra. - Í mun til seinast, so hevði eg hesa ferð eina betra hóming av, hvussu ein tílík kapping fór at vera. Eg var klár yvir, at tað bleiv lagt hart út. Venjarin hjá mær og eg valdu ein nýggj- an taktik hesaferð, og tað var, at eg skuldi royna at fylgja við teimum fremstu frá byrjan av, so eg ikki kom at liggja so langt afturi sum seinast, sigur Joan Bláfoss. - Sjálvt um hon legði hart út, so royndi eg at hanga í, men eftir 2-3 km mátti eg sleppa. Men tá høvdu vit eisini fingið eitt hol niður til tær næstu, sum eg fekk hildið aftanfyri meg allan vegin og kundi renna í mál sum nummar tvey, segði Joan aftaná kappingina. Tíðin hjá Joan var 35.33, og er hetta væl undir før- oyska metinum hjá Bjørk Herup Olsen. Eitt mistak hevði tó við sær, at teinurin, sum runnið varð eftir, var 50 metrar ov stuttur, og tí kann tíðin hjá Joan ikki upptakast sum føroyskt met. Føroyska Karina Ottosen (KTK86) var eisini við í kappingini og kom í mál sum nummar 20 við tíðini 39.04. Joan vann silvur í DM Fyri aðru ferð hevur Joan Bláfoss vunnið heiðursmerki í DM-kapping. Hesa ferð í 10 kilometrum á landavegnum