mánadagur 7. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 66 - 7. apríl 2008
Eftir at Al Gore tapti
forsetavalið í 2000
móti George W.
Bush, hevur hann
vígt lív sítt sum verji
av umhvørvinum.
Vit lýsa lívsleið hjá
manninum, sum
vitjar okkum í dag í
sambandi við Trans
Atlantic Climate
Conference
VITJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Albert Arnold Gore, Jr. er
føddur 31. mars 1948 í
Washington DC. Pápin,
Albert Gore Sr., var limur í
umboðsmannaráðnum um
boðandi statin Tennessee
frá 1939 til 1944 og aftur
frá 1945 til 1953. Hann sat
síðani í senatinum frá 1953
til 1971.
Mamman, Pauline LaFon
Gore, var ein hin fyrsta
kvinnan, sum fekk prógv
frá Vanderbilt University
Law School.
Barna og ungdómsárini
vórðu býtt millum Washing
ton DC og lítla býin Cart
hage í Tennessee, har hann
um sumrarnar arbeiddi á
familjugarðinum, har tey
hava hoyggj, dyrka tubbakk
og hava neytahald.
Hann átti eina eldri systir,
Nancy Gore Hunger, sum
tó doyði av lungakrabba í
1984.
Skúlaárini gekk hann í
St. Albans School í Wash
ington DC, og læs seinni á
Harvard
University,
har
hann tók B.A. í stjórnarfrøði
(cum laude) í juni 1969.
Í 1970 giftist Gore við
Mary Elizabeth Aitcheson
(nevnd Tipper). Tey eiga
fýra børn, Karenna (fødd
1973),
Kristin
(1977),
Sarah (1979) og Albert III
(1982). Abbabørnini eru
tvey, Wyatt Gore Schiff
(1999) og Anna Hunger
Schiff (2001).
Sum so nógvir aðrir
amerikanarar fór Al Gore
eisini inn í herin, hóast
hann var ímóti Vietnamkríg
num. Hann kundi annars
sloppið undan, tí ein familju
vinir hevði goymt honum
pláss í the National Guard.
Men pliktkenslan gjørdi, at
hann meldaði seg í herin 7.
august 1969.
Eftir grundvenjing í Fort
Dix, varð Gore settur sum
blaðmaður á The Army
Flier, hernaðarblaðið á Fort
Rucker. Tá sjey mánaðir
vóru eftir av hernaðartíðini
varð Al Gore sendur til Viet
nam. Hetta var 2. januar
1971, og hann var í tænastu
hjá 20th Engineer Brigade í
Bien Hoa.
Heimsendur frá Vietnam
fór Gore at lesa journalistik
og teologi á Vanderbilt Uni
versity. Samstundis arbeiddi
hann á blaðnum The Tennes
seean í Nashville á náttar
vaktini.
Seinni
arbeiddi
hann fast á blaðnum í fimm
ár sum blaðmaður, har hann
kannaði korruptión millum
limir av Metro Council í
Nashville. Hetta førdi til
handtøku og dóm av tveim
um embætismonnum fyri
ymisk lógarbrot.
Eftir at hava fullført eitt
ár av Rockefeller Founda
tion
Scholarship,
gavst
hann at lesa teologi og kast
aði seg fulla tíð yvir journali
stikkin. Nøkur ár seinni, frá
197476 læs hann jura á
Vanderbilt, til hann knapp
liga setti sær fyri at stilla
upp til umboðsmannaráðið
í 1976.
Politisk lívsleið
Seint í februar 1976 boðaði
Joe L. Evins óvæntað frá,
at hann gavst í politikki og
tók ikki við afturvali. Evins
hevði annars loyst Albert
Gore Sr. av sum umboðs
mannaráðslimur í 1953, og
tá Gore Jr. frætti hetta,
gjørdi hann av at taka seg
úr juralesnaðinum og stilla
upp til valið.
Hetta kom óvast á sjálvt
hann sjálvan, og konan,
Tipper Gore, stóð púra býtt,
tá hon fekk tað at vita.
Gore vann tepurt demo
kratiska valið og stillaði tí
upp við ongum mótvalevni
og varð tískil valdur í sín
fyrsta tingsess 28 ára gam
al.
Al Gore varð afturvaldur
tríggjar ferðir, í 1978, 80 og
82. Í 1984 stillaði hann upp
til senatið, ein sess sum
republikanski meirilutaleið
arin Howard Baker hevði
havt. Hetta valið vann Gore.
Hann sat sum senator um
boðandi Tennessee fram til
1993, tá hann gjørdist vara
forseti.
Sum senator sat hann í
eini røð av nevndum so sum
Senate Armed Services,
House of Intelligence, Com
merce, Science and Trans
portation, Rules and Ad
ministration og Govern
mental Affairs.
19. mars 1979 gjørdist Al
Gore hin fyrsti á CSPAN
(ein kaðalrás, sum sendir
nonstop frá stjórnarfundum
og tingfundum), tá hann
helt røðu í umboðsmanna
ráðnum. Og seinast í 80
unum setti Al Gore fram
the Gore Bill, sum seinni
varð samtykt sum High Per
formance Computing and
Communication
Act
of
1991. Leonard Kleinrock,
sum var ein av høvuðsmonn
unum
aftan ARPANET,
metir lógina ein mílastein í
internetsøguni.
Gore gjørdi støðu sína
greiða um Golf kríggið,
serliga áðrenn og aftaná. Í
einari røðu sum senatorur í
1992 gjørdi hann vart við,
at hann sum senatorur tvær
ferðir royndi at steðga
amerikanska stuðlinum til
Saddam Hussein, men fyrst
Reagan og síðani Bush
stjórnin høvdu forðað hes
um. Í kjalarvørrinum av Al
Antal herferðini, har Hus
sein framdi deyðilig álop á
irakiskar kurdar við sinn
ops og nervagassi, setti
Gore fram Prevention of
Genocide Act of 1988, sum
hevði skorið burtur allan
stuðul til Irak. Hetta upp
skotið fall tó.
Forsetaval
Al Gore stillaði upp fyrstu
ferð til forsetaforvalið hjá
demokratunum í 1988. Arg
Umhvørvis aktivisturin Gore
Al Gore var ein hin fyrsti politikarin, sum hugsaði um umhvørvið. Longu seinast í 70-unum skipaði hann fyri kongresshoyring um evnið