mánadagur 7. apríl 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 66 - 7. apríl 2008
Luttakararnir á
veðurlagsráðstevnuni
TACC fáa allar
upplýsingar frá
fyrilestrunum á
einum smørtum
penni, sum í
veruleikanum er ein
geymi
Ein og hvør, sum hevur ver
ið á ráðstevnu veit, at rúgv
an av pappíri, sum skal
heim aftur við, lættliga fyll
ir alla teldutaskuna og
kanska kuffertið við. Men á
TACC ráðstevnuni fáa lut
takararnir ongi pappír. Har
afturímóti hava fyrireikar
arnir gjørt øllum luttakar
unum hvør sín pen, sum
samstundis er ein geymi. Á
geymanum liggja allir neyð
ugir upplýsingar, so sum
powerpoint
framløgur,
faktuellir upplýsingar og
myndir.
Brúðarsvitan á Hotel
Føroyum stendur
klár við frískum
freistingum til fyrr
verandi varaforsetan
Um fáar tímar lendir flog
farið við Al Gore vesturi í
Vágum, og allar fyrireiking
ar eru um at vera komnar
undir land. Uppi á Hotell
Føroyum er songin í brúð
arsvituni uppreidd, og ser
ligu ynskini frá Al Gore
uppfylt.
Tí
fyrrverandi
ameri
kanski varaforsetin hevur
sjálvandi, sum ein verulig
stjørna, nøkur serlig ynski,
nú hann vitjar kavakløddu
klettarnar í norðuri. Og tað
verður hvørki toskur ella
Føroya Bjór sum kemur at
freista kræsna góman. Hann
hevur nevniliga ynskt út
lendskar vørur, so sum
fríska frukt, ost og reyðvín
sett fram, umframt eina ser
liga venjingarmaskinu, ein
sonevndan krosstrenara, frá
Yndi Fitness.
Starvsliðið hjá Gore gistir
eisini á hotellinum, og tað
sama ger agenturin, sum er
svii.
Al Gore hevur sjálvandi
eisini sett ávísar treytir til
bilin, sum hann skal koyra
runt í. So tað verður ikki
ein av hesum stóru dálkandi
fýrahjulstrektu jeepunum,
sum hjá Clinton. Haraftur
ímóti stendur ein Lexus,
sum ikki brennur ov nógv,
klárur til umhvørvisprædi
kantin.
Frísk frukt og
fitness til Gore
Alt pappír á einum penni