mánadagur 7. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 7. apríl 2008
27
tíðindi
Bogi Hansen:
Umframt eina sera lærandi frágreiðing um støðuna í
Norðuratlanshavi, segði Bogi Hansen, havgranskari, at hann fegnaðist
um vitjanina hjá Al Gore.
- Vónandi kann hetta hjálpa okkara politikarum at handla meira
ábyrgdarfult í framtíðini, enn teir hava gjørt higartil
Mynd: Finnur Justinussen
Josef Motzfeldt
grønlendskur landstingslimur og fyrrverandi
uttanríkismálaráðharri
Umhvørvisbroytingar sæð úr einum grønlendskum sjónarhorni
Mynd: Finnur Justinussen
Nice to see you
Veðurlag
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Al Gore, er ein
heilt onnur typa enn tann politiski leiðarin, hann arbeiddi
undir frá 1992 til 2000, nevnliga Bill Clinton. Síðstnevndi
er munandi meiri fólksligur, enn tann meiri afturhaldandi
– fyri ikki at siga styggi – Al Gore, tá tað kemur til tann
fólksliga partin.
Sjálvt um trygdartiltøkini vóru munandi meiri strong
undir Clinton-vitjanini í oktober, so var lættari at fáa
viðmerkingar frá honum, enn Al Gore.
Og tó. Sum tann fyrsti og einasti miðilin eydnast tað
kortini Sosialinum at fáa nakrar heilt stuttar viðmerkingar
frá Al Gore, tá hann fyrstu ferð vísti seg alment á veg út
av Hotel Føroyum, har nøkur barnagarðsbørn frá
Dagstovninum undir Fjalli vóru komin við amerikanskum
fløggum, tey sjálvi høvdu teknað.
- Hello, nice to see you, vóru fyrstu orðini hjá Al Gore,
tá hann kom út at heilsa upp á børnini.
Undirritaði: - Hvat væntar tú tær av ferðini í Føroyum?
Al Gore: - Eg síggi fram til at tosa um
veðurlagskreppuna og vísa mína myndaframløgu um
hetta evnið. Og eg gleði meg at vísa á møguleikar, hvussu
vit kunnu loysa hesa kreppuna.
Undirritaði: - Hvat kunnu Føroyar gera fyri at gera sítt
til at bøta um støðuna á hesum økinum?
Al Gore: - Minka CO2-útlátið, var stutta svarið hjá
fyrrverandi varaforsetanum. Síðani setti hann seg inn í
bilin, koyrdi hurðina aftur og saman við fylgi setti kósina
móti Tinganesi, har hann skuldi hitta Jóannes Eidesgaard,
løgmann, og landstýrisfólkini, Høgna Hoydal og Helenu
Dam á Neystabø.
Klokkan 14 skuldi Al Gore halda sín fyrilestur í
Norðurlandahúsinum.
umsiting av okkara tilfeingi,
segði landsstýriskvinnan
millum annað
Mynd: Finnur Justinussen
Al Gore uttan fyri Hotel Føroyar
Mynd: Slim Allagui
Gore heilsaði upp á børn frá Dagstovninum undir Fjalli
Mynd: Slim Allagui