mánadagur 7. apríl 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 66 - 7. apríl 2008
tíðindi
Kjartan Hoydal
Um somu tíð sum verðin misti dinosararnar, vórðu Føroyar
til, og hetta var kanska ein ikki so galin býtishandil, helt
Kjartan Hoydal, skrivari í NEAFC og leiðari av ráðstevnuni,
skemtandi fyri, tá hann bjóðaði vælkomin til ráðstevnuna.
Hann fegnaðist um, at Føroyar á hendan hátt rætti heiminum
hondina og vísti vilja at geva og taka ímóti umhvørviskunning
Mynd: Finnur Justinussen
Helena Dam á Neystabø
Landstýriskvinnan í lógarmálum, sum
hevur ábyrgd fyri umhvørvismálum,
lovaði at samgongan tekur
umhvørvistrupuleikan í størsta álvara
og ætlar at seta ítøkilig átøk í verk.
- Eg vóni at hetta verður okkara
útpurring, soleiðis at vit í staðin fyri
ábyrgdarleysa troyting fáa skilagóða
Marita Rasmussen
Marita Rasmussen, forkvinna í Arbeiðsgevarafelagnum, sum
hevur skipað fyri ráðstevnuni saman við Bitland, Samvit og
Nora, staðfesti, at vinnan eisini hevur ábyrgd fyri at taka
umhvørvisspurningin í álvara og skipa fyir einum slíkum
tiltaki sum hesum.
- Vit mugu vísa heiminum, at vit eru til reiðar at vera virkin
fyri at verja umhvørvi, segði Marita Rasmussen
Mynd: Finnur Justinussen
Bogi
bergtók
Meðan vinnulívsfólk,
politikarar, fjølmiðlafólk
og onnur leitaðu sær inn
til stóru altjóða ráðstevn-
una, vísti stórskermurin í
høllini í Norðurlandahúsi-
num livandi myndir
tiknar beint undir
vatnskorpuni – kanska
fyri at skapa rætta
huglagið frá byrjan.
Høvðuspersónurin á ráð-
stevnuni, nobelvinnarin
og fyrrverandi varaforset-
in í USA, Al Gore, var
ikki hjástaddur, men tað
man vera lítil ivi um, at
hann hevur tryggjað part
av stóru luttøkuni á ráð-
stevnuni.
Stjørnan hendan fyrra-
partin var tó eingin
útlendingur, men okkara
egni Bogi Hansen,
havfrøðisgranskari. Eftir
at Kjartan Hoydal,
skrivari hjá NEAFC og
leiðari fyri ráðstevnuna,
hevði bjóðað vælkomin,
Marita Rasmussen,
forkvinna í
Arbeiðsgevarafelagnum,
og Helena Dam á
Neystabø,
Landstýriskvinna við
ábyrgd fyri umhvørvis-
málum høvdu stuttar
hugleiðingar, kom Bogi
Hansen á pall, og við
einari greiðari,
hugtakandi framløgu
greiddi hann frá, hvussu
havumhvørvið við
Føroyar hevur týdning
fyri alla verðina.
dh
Al Gore við fylgi úti á Tinganesi – tað var ein serstakliga
styggur varaforseti, sum hitti føroysku heimspressuna í
dag. Úti á Tinganesi vitjaði hann løgmann, Helenu Dam
á Neystabø og Høgna Hoydal. Men hann hevði ikki eitt
orð til yvirs fyri føroysku pressuni annars
Mynd: Álvur Haraldsen