mánadagur 7. apríl 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 7. apríl 2008
33
tíðindi
Seinastu tølini vísa,
at Føroyar framvegis
flyta lutfalsliga
stórar mongdir av
ozonoyðarum inn.
Tað kemst yvirhøvur
av, at nýggjar reglur
mangla
Í 1997 tóku Føroyar undir
við Montreal-protokollini.
Tað er ein avtala um at
minka útlátið av evnum, ið
oyðileggja ozonlagið.
Umhvørvisstovan skrivar,
at
Montreal-protokollin,
sum varð samtykt fyri júst
20 árum síðan, á mangan
hátt hevur verið ein sólskins-
søga. Nærum øll heimsins
lond – 191 tilsamans – hava
bundið seg til protokollina,
og tað hevur eydnast at
minka útlátini av ozonoyð-
andi evnum næstan 95 pro-
sent, síðan protokollin varð
samtykt. Ozonlagið verjur
okkum
fyri
skaðiligari
geisling frá sólini og fyri-
byrgir sjúkum sum húð-
krabba og eygnasjúkum.
Heimsheilsustovnurin
WHO
hevur
mett,
at
Montreal-protokollin fram
til 2050 hevur vart fyri 20
milliónum tilburðum av
krabba og 130 milliónum
tilburðum av eygnasjúkum.
Hóast Føroyar eru millum
londini, ið hava bundið seg
til Montreal-protokollina,
kunnu vit ikki erpa okkum
av at hava gjørt nóg mikið
til at minka um útlátið av
ozonoyðandi evnum. Nakað
er tó gjørt, og fyrsta stigið
var at fáa skrásett hvussu
stór nýtslan er.
Fyrstu tølini eru frá 2003.
Tá var útlátið umleið 2,3
sokallað ODP tons. Megin-
parturin av evnunum er køli-
evni. Seinastu tølini vísa, at
útlátið í fjør var minkað
niður í 1,9 ODP tons. Tað
er framvegis er eitt sera
stórt tal, sammett við eitt
nú Danmark og Norra.
Køliskipanir á skipum
Størsta nýtslan av ozonoyð-
arum hjá okkum er evnið
HCFC-22, eisini nevnt R-
22. Tað verður fyri stóran
part verður brúkt sum køli-
evni til køliskipanir umborð
á skipum. Seinastu tølini
fyri hesa nýtslu vísa, at tað
framvegis
verða
fluttar
størri nøgdir av ozonoyðandi
kølievnum inn, enn tað átti
at verið samanborið við
talið á skipum við køliskip-
anum. Hetta kemst lutvíst
av, at fleiri skip hava eldri
og skeivar R-22-skipanir.
Tað ber í sær, at kølievnið
lekur út, og tískil er við til
at oyða ozonlagið. Ein
onnur grund til, at vit flyta
størri mongdir av ozon-
skaðiligum evnum inn enn
okkum tørvar, er, at evnini
eisini verða seld útlendskum
skipum.
Føroyar hava við Mon-
treal-protokollini
bundið
seg til at minka nýtsluna og
so líðandi skifta skaðiligu
evnini út við evnir, ið ikki
skaða ozonlagið, at skráseta
allan innflutning, útflutning
og nýtslu av evninum og til
ikki at selja slík evni til
lond, ið ikki eru partur av
sáttmálanum.
Í september í fjør var
verkstova, har vinnan og
Umhvørvisstovan hittust at
kjakast um, hvussu skipini,
ið eru atvoldin til megin-
partin av útlátinum, kunnu
minka nýtsluna, til dømis
við at leggja um til um-
hvørvisvinaligari tøkni.
Ozonlagið kann verjast betur
Tað er upp til hvønn einstak-
an okkara at minka um
CO2 útlátið. Tíbetur loysir
tað seg eisini ofta fíggjarliga
at hugsa um umhvørvið.
Jarðfeingi hevur kannað
royndirnar hjá húsaeigarum
við varmapumpum og sól-
fangarum.
Bjálving
Okkara royndir vísa, at olju-
unýtslan í sethúsum vanliga
er 15 til 20 litrar av olju um
árið fyri hvønn fermetur av
búðareali.
Hetta er sera høgt tal og
vísir, at føroysk sethús sum
heild eru illa bjálvaði.
Í nógvum førum ber til at
minka oljunýtsluna niður í
eina helvt (á leið 10 litrar/
m2/ár) við bjálving.
Ein íløga í bjálving vil
eisini skerja CO2 útlátið.
Um oljunýtslan fer niður í
eina helvt, minkar CO2 út-
látið við 3 til 4 tonsum um
árið í vanligum sethúsi.
Útreiðslan til bjálving er
sjálvandi tengd at standinum
á húsunum, men tað er sann-
líkt, at ein íløga í bjálving
kann vinnast inn aftur í ein-
um tíðarskeiði, sum er stytri
enn 15 ár.
Sólfangarar
Royndir í Føroyum gjøg-
num fleiri ár vísa, at hvør
fermetur av sólfangara spar-
ir húsarhaldinum umleið 50
litrar av olju um árið.
Ein vanlig sólfangara-
skipan, sum er 10 m2, vil
skerja CO2 útlátið við 1,5
tonsi um árið.
Íløgan í slíka skipan er
umleið 60.000 kr. Við
núverandi oljuprísum sparir
húsarhaldið 3.500 krónur
um árið. Íløgan í sólfangara-
skipanina kann tí vinnast
inn aftur eftir umleið 20
árum.
Varmapumpur
Ein varmapumpa ger olju-
nýtsluna í húsunum minni,
men elnýtsluna størri, og tí
eisini oljunýtlsuna hjá SEV
størri. Tølini eru neyvt
tengt at, hvussu væl varma-
pumpan virkar, eisini nevnt
COP. COP er lutfallið mill-
um framleidda varmaorku
og tilførda elorku.
Um COP er størri enn 2,
fremur varmapumpan niður-
skurð í CO2 útlátinum,
sjálvt um øll elorkan verður
framleidd við tungolju frá
SEV.
Jú størri COP er, jú betri
loysir íløgan seg fíggjar-
liga.
Luft-luft
varmapumpa
Luft til luft varmapumpur
verða av nógvum nýttar
sum ískoyti til sentral-
varma.
Hesar hava eitt høgt COP
(umleið 4), og íløgan er av-
markað. Fyrimunirnir eru
tí, at íløgan er skjótt vunnin
aftur (umleið 6 ár), og at
CO2 útlátið fyri framleidda
varman verður skorið við
40 %.
Vansar kunnu vera, at
pumpan bara gevur varma
til einstøk rúm, og at livi-
tíðin er avmarkað til eini 10
ár.
Luft-vatn
varmapumpa
Hesar varmapumpur verða
nýttar ístaðin fyri oljufýr og
eru vorðnar alsamt vanligari
í verandi og eisini nýggjum
sethúsum.
Í mun til skipan við olju-
fýri er íløgan umleið 60.000
kr. hægri. COP liggur van-
liga millum 2 og 3, alt eftir
slag av varmaskipan (radia-
torar/gólvvarmi) og nýtslu-
mynstri.
Eisini hesar varmapumpur
minka um CO2 útlátið.
Afturgjaldstíðin við verandi
orkuprísum er 15 til 20 ár.
Aðrar varmapumpuloysn-
ir sum vatn til vatn og
jørð(berg) til vatn eru enn
lítið royndar í Føroyum.
Felags fyri tær eru, at tær
eru dýrari at seta upp, men
hava longri livitíð og síggj-
ast og hoyrast minni í nær-
umhvørvinum.
Samanumtikið kann sig-
ast, at omanfyri nevndu til-
tøk í sethúsum øll geva
minkandi
oljunýtslu
og
harvið minkandi CO2 útlát.
Samstundis kann sigast, at
íløgurnar hava heldur langa
afturgjaldstíð.
Um vit skulu gerast minni
heft av innfluttari olju er
týdningarmikið, at landsins
myndugleikar gera skipanir,
ið fremja umlegging til var-
andi orkukeldur.
Í Føroyum brúka vit í dag
umleið 60.000 tons av olju
til upphiting.
Við skilagóðari stýring
ber til at minka heilt mun-
andi um hesa oljunýtslu.
Nógvar túsund at spara
Spara túsundavís av krónum og oljulitrum
við alternativari hitaskipan til sethúsini.
Jarðfeingið hevur kannað fleiri møguleikar
Í Føroyum brúka vit í dag umleið 60.000 tons av olju til
upphiting. Við skilagóðari stýring ber til at minka heilt
munandi um hesa oljunýtslu