mánadagur 7. apríl 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 66 - 7. apríl 2008
tíðindi
Ólagaligir veruleikar
Vinnusíðu
kronikkin
Signar P. Heinessen
Øðrumegin
standa
teir
negativu fundamentalistar-
nir: Einki ber til; Einki er
møguligt; Alt er svart og
neyð og elendigheit verður
málað á veggin. Hinumegin
standa teir positivu funda-
mentalistarnir: Veruleikin
verður orðaður uppá kvams-
vís alt eftir, hvat er lagaligast
til løtuna: Andsøgnir, tvætl
og veruleikar sleingjast
hvørt um annað. Men veru-
leikin sjálvur rakar okkum,
hvørt vit meina tað eina
ella hitt. Fólk flest royna
tí sum frægast at liva við
teim óvissum og tí váða,
sum hetta foldarlívið nú
einaferð hevur at bjóða
– og fólk flest hava eitt
ynski um at geva sítt íkast
til skynsama atferð.
Tí er tað trupult at yvir-
meta týdningin av sakligari
vitan. Slík saklig vitan
verður bygd upp ígjøgnum
mánaðar, ár, áratíggju, øldir
og ártúsund. Tær mentanir,
sum við makt hildu vitanini
niðri, máttu lúta, og aðrar
mentanir sluppu at royna
seg. Tey lond, sum við makt
forðaðu sakligum orðadrátti
um tilverunnar margfeldi,
taptu vælferð og land mót-
vegis teimum londum, har
saklig vitan var sádd og
røktað við skynsemi.
Í Føroyum hava vit í løt-
uni tvey mál, sum vit ikki
hava ráð til at handfara
uppá kvamsvís. Heilt ein-
falt tí tey hava ov stóran
týdning í mun til okkara
tilverugrundarlag. Annað
málið er føroyska vinnuliga
tilverugrundarlagið. Hitt
málið hava vit í felag við
restina av heimsins borg-
arum, og er tað umhvørvi
og orka. Í hesi grein
verður spurningurin um
umhvørvið
viðgjørdur.
Hetta við grundarlagi í
tveimum aktuellum hend-
ingum: Onnur er tann, at
Al Gore hevur gjørt ein
film viðvíkjandi veður-
lagsbroytinum (“An incon-
venient truth”) og hin er, at
Bogi Hansen er tilnevndur
professari og hevur fingið
norðurlendska
virðisløn
fyri nátturu og umhvørvi.
Al Gore og filmurin
“Ein ólagaligur
sannleiki”
Al Gore er forsetavalevnið,
sum í 2000 fekk hálva
millión fleiri atkvøður enn
George W. Bush, men sum
mátti lúta í eini løgnari
– og helst søguligari – upp-
teljingargølu í USA. Árini
1993-2000 var hann varafor-
seti í Bill Clinton stjórnini.
Miðjan sekstiárini las
Al Gore stjórnmálafrøði
á Harvard og hoyrdi har
Roger Revelle, professara,
røða um CO2 innihaldið
í atmosferuni. Tað var
Roger Revelle, professari,
sum skundaði undir hesar
mátingar, sum vóru settar í
verk í 1958 og sum Charles
David Keeling varð settur
at taka sær av. Mátingarnar
vóru gjørdar yvir Hawaii.
Roger Revelle framsetti
í fimmtiárunum eina hypo-
tesu um, at mannaættin við
øktum fólkatali og øktari
orkunýtslu vildi ávirka CO2
innihaldið í atmosferuni
og at hetta ávirkaði hitan
– tað, vit í dag nevna
“vakstrarhúsárinið”. Hann
vísti eisini á, at tað er sann-
líkt, at CO2 økist í høv-
unum.
Hetta merkir í stuttum,
at Al Gore hevur upplivað
ein mann, sum sá ein
veruleika fyri sær út frá
teoretiskum
metingum.
Hesar metingar vóru – og
verða - eftirkannaðar við
mátingum og nú, hálva
øld eftir, halda vit okkum
síggja samanhangin.
Al Gore er ein av fremstu
politikarum í heiminum
– gjørdist næstan heimsins
valdmiklasti maður. Við
eini søgu á Harvard saman
við
Revelle
professara
í skjáttuni er tað ikki at
undrast yvir, at hann brúk-
ar sína politisku orku til
at sannføra heimsins borg-
arar um, at vit eiga at taka
umhvørvis árin manna-
ættarinnar í størsta álvara.
Eftir Revelle professara,
sum doyði í 1991, og Keel-
ing, sum doyði í 2005, er
Al Gore annað ættarlið,
sum úr Harvard hevur
brúkt týðandi part av síni
orku til at geva sítt íkast
til skynsama atferð okkara
millum.
Ein av “perlunum” í film-
inum hjá Al Gore er, tá ið
hann nevnir trupulleikan í
sambandi við ozon-lagið.
Tað ber mannaættini til at
- Úrslitini, sum liggja eftir Boga Hansen, Elias Davidsen,
sála, starvsfólki á Fiskirannsóknarstovuni og starvsfólki
aðrastaðni, hava ikki einans granskingarvirði, men eru eisini
eitt av heilt fáum framtøkum, sum á føroyskum grundvølli
hava møguleika at vera støði undir nýggjum vinnuligum
átøkum.Um illa vil til, skal ikki meira enn ein óheppin avgerð
á hægsta stigi til fyri at hesir møguleikar gleppa okkum av
hondum skrivar Signar Heinesen í vinnukronikkini í dag
Ein av “perlunum” í filminum hjá Al Gore er, tá ið hann nevnir trupulleikan í sambandi við
ozon-lagið. Tað ber mannaættini til at taka tøk í felag.
Fáur – fyri ikki at siga eingin – granskari innan umhvørvisøkið er ósamdur um, at CO2
innihaldið í atmosferuni hækkar.
Úr bókini hjá Al Gore
- Úrslitini, sum liggja eftir Boga Hansen, Elias Davidsen,
sála, starvsfólki á Fiskirannsóknarstovuni og starvsfólki
aðrastaðni, hava ikki einans granskingarvirði, men eru eisini
eitt av heilt fáum framtøkum, sum á føroyskum grundvølli
hava møguleika at vera støði undir nýggjum vinnuligum
átøkum.Um illa vil til, skal ikki meira enn ein óheppin avgerð
á hægsta stigi til fyri at hesir møguleikar gleppa okkum av
hondum skrivar Signar Heinesen í vinnukronikkini í dag.
Greinin stóð í Sosialinum 14. nov. 2006
Vanligt at halda innbúgv
og KT uttanfyri
Formaðurin í Mentanarnevndini, Bill Justinussen, tekur ikki atfinningarnar frá
samgongu og andstøðu til eftirtektar, eftir at málið um nýggjan miðnámsskúla
var til 1.viðgerðar í løgtinginum hósdagin. - Tað er ikki óvanligt at halda KT og
slíkt burtur frá tílíkum verkætlanum. Tað verða minst fimm ár, til vit skulu taka
støðu til, hvørjar íløgur skulu gerast í KT og innbúgv. So talan verður ikki um
eina umsókn um eykajáttan, men um eina játtan, segði Bill Justinussen, við Rás
2 fríggjadagin. Hann vísti á, at hetta er vanlig mannagongd í slíkum førum, av
tí at tøkniliga menningin er so skjót, at tað ber ikki til at siga longu nú, hvussu
stórar upphæddir talan verður um til ta tíð.
Hægri løn fastheldur
starvsfólki
Seinastu árini er tað vanligari og vanligari at arbeiðsgevarar bjóða
starvsfólki aðrar ágóðar enn løn, men hetta er burturspilt. Hægri løn og
fakligar avbjóðingar er tað sum telur, tá ið starvsfólk avgerða, um tey skulu
skifta arbeiði ella ikki, vísa kanningar í Danmark hjá Ugebrevet A4, skrivar
Samtak. Arbeiðsmarknaðargranskarar greiða frá, at kjakið um løn fyllur
nógv í almenna rúminum. Eisini verður víst á, at í Danmark er tað eydnaðst
fakfeløgum at fáa munandi betri arbeiðsumhvørvi, førleikamenning og
eftirløn inn í sáttmálarnar, og tí fyllir hetta ikki so nógv í tilvitskuni hjá
starvsfólki í dag í mun til fyri 5 -10 árum síðani, skrivar Samtak.