mánadagur 7. apríl 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 66 - 7. apríl 2008 ]
Atli var matchvinnari
Trýst er á Frem, sum herfyri varð dømt at missa stig, tí
felagið er í fíggjarligum trupulleikum. Nú er lagið tó
betri, eftir at Frem í gjár vann 2-1 á Næstved. Frem kom
á odda við sjálvmáli, áðrenn Atli Danielsen økti til 2-0 18
minuttir eftir steðgin. Næstved minkaði seinni um munin,
men tað hjálpti teimum tó lítið. - Eftir at vit mistu seks
stig, hava vit verið sera uppsettir fyri at vinna okkum upp
um niðurflytingarstrikuna aftur, sigur Atli Danielsen.
Gongur einki hjá Sylla
Eftir eina strúkandi byrjan við fýra málum í sjey dystum fyri
nýggja felag sítt, maltesiska Birkirkara FC, hevur Amed
Davy Sylla fingið beinini niður á jørðina aftur. Seinnapartin
í dag var tað fjórði dysturin upp í slag, har fílabeinsstrand-
ingurin ikki var millum málskjúttarnar. Felag hansara vann
greiðan 4-0 sigur á Hamrun, og fyrrverandi B36-framherjin
var útskiftur í seinna hálvleiki. Sylla er higartil skrásettur
fyri fýra mál í 11 dystum fyri Birkirkara. Fyri B36 leikti
hann í alt 64 dystir og skjeyt 34 mál.
SMS’a
tykkara
meining
Í sendingini, 3.hálvleik-
ur, á Rás2 hava lurtarar
møguleika at SMS’a
sína hugsan um tey við-
urskifti,
sum
verða
umrødd í sendingini.
Best SMS’ini verða
hvønn
mánadag
at
síggja í Sosialinum.
Niðanfyri hava vit prent-
að nøkur av teimum,
sum vórðu send inn, tá
tosað varð um avlýsing-
arnar, sum raktu fót-
bóltin um vikuskiftið.
»Hetta veðrið mugu vit
venja okkum við! Tað
kunnu vera 4 árstíðir í
einum ;D Man skal ik
altíð vera for sikkur, at
man kann spæla, tí tú
veitst aldri, hvussu veðr-
ið verður ;o haha ;D«
»So doyligt, at alt bleiv
avlýst. So tapti vit (KÍ)
ikki í dag«
»Í 2006 bleiv bara EIN
dystur útsettur vegna
veður, og tað var JULI
(EB/S-ÍF) ;-«
»Kappingin má ikki
koppast á, heldur fleiri
dystir í bestu árstíðini«
»Høvdu KÍ bara haft
Clapson, Atla, Hjalgrim
og Rógva. Heilsan KÍ
fan«
»Bert ein upplýsing.
Kvinnudysturin
er
eisini avlýstur«
»Eg haldi at kappingar-
nar skuldu verið sum í
dag. Nemliga avlýstar
hahaha«
Bæði VB/Sumba og
TB høvdu lagt leið
ina til Havnar leyg
ardagin, men noydd
ust aftur til Suðuroyar
ongul í reyv
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Tað tykist mær heldur til-
vildarligt, at boðini ikki
verða givin nóg skjótt. Og
at tað ikki eru nóg greiðar
mannagongdir fyri, hvussu
boð verða givin og nær tey
verða givin.
Soleiðis segði Jón Pauli
Olsen, venjari hjá VB/
Sumba,
har
spælararnir
høvdu siglt í gott korter, tá
teir fingu boð um, at dystur-
in í Gundadali móti HB kort-
ini ikki varð av nøkrum.
Smyril vendi tó ikki aftur,
og tí noyddust spælararnir
at sigla til Havnar. Og hóast
tað ikki var spælandi, so
varð dysturin hjá einum
dreingjaliði úr Suðuroynni
avgreiddus, soleiðis at hesir
ikki eisini noyddust ein
eyka túr norður um fjørðin.
- Eg haldi, at tað vildi
nógv betri, um greið boð
vórðu givin. Tað kundi til
dømis verið sagt, at eingin
dystur í Gundadali verður
spældur hetta vikuskiftið, tí
veðrið ikki er til tað, sigur
Jón Pauli Olsen, sum eisini
heldur, at tað eigur ikki at
koma upp á tal, at útsetti
dysturin verður settur á
skránna eitt kvøld mitt í
viku.
Saman við Jón Paula var
Jón Johannesen úr TB eisini
gestur í 3. hálvleiki á Rás2.
Og hann var púrasta samdur
í, at slíkir dystir skulu ikki
spælast mitt í viku.
- Ítróttarliga er tað nóg
krevjandi sum er, tá vit
kanska eru við hús klokkan
23 á kvøldi eftir ein dyst
norðanfjørðs. Men fíggjar-
liga er tað eisini trupult, tá
spælt verður mitt í viku. Tí
veruleikin er jú eisini, at
spælararnir kanska missa
eina arbeiðsinntøku á 1.000
til 2.000 krónur upp á ein
slíkan túr.
TB skuldi spæla oddadyst
móti AB. Leingi varð vón-
að, at tann dysturin kundi
avgreiðast, men heldur ikki
tað varð av nøkrum.
Hóast hugsningur var
at avgreiða dystin í
Gundadali, har B36
skuldi fáa vitjan av
Víkingini, so var alt
umfarið, sum skuldi
spælast í gjár, flutt.
Eingin fekk tískil
fyrimun í strævnu
kappingarætlanini
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Veðrið argaði aftur føroysku
fótbóltskappingina um viku-
skiftið. Júst sum í øðrum
umfari av kappingini um
løgmanssteypið,
legðist
nógvur kavi á vøllirnar
kring landið, og Kappingar-
nevndin hjá Fótbóltssam-
bandinum sá ikki aðrar
møguleikar enn at flyta alt
umfarið.
Einans í Havn, har B36
eftir ætlan skuldi fáa vitjan
av Víkingi, var hugsningur
um at spæla, men FSF vildi
ikki avgreiða dystin.
- Skráin hjá liðunum verð-
ur harðari, nú ein dystur
skal spælast aftrat. Vit
mettu ikki, at tað var rætt,
at nøkur lið verða kroyst,
meðan hini hvíla. Tí gjørdu
vit av at flyta alt umfarið,
segði formaðurin í Kapping-
arnevndini hjá FSF, Sveinur
Tróndarsson, í útvarpsends-
ingini hjá Rás2, 3. Hálvleik-
ur, í gjár.
Fólk vóru farin undir at
rudda vøllin í Gundadali, tá
boðini komu, at eingin dyst-
ur skuldi spælast. Ivamál er
eisini, um dysturin hevði
verið spældur, tí veðrið var
sera óstøðugt í høvuðsstað-
num seinnapartin í gjár.
Ikki spælandi
Longu leygardagin vóru
greiðar ábendingar um, at
veðurgudarnir eina ferð enn
skuldu leggja bein fyri dyst-
um í Formuladeildini. Í
næstbestu deildini var ikki
spælt, og nógvi kavin var
eisini orsøkin til, at fótbólts-
áhugaðir føroyingar ikki
sóu nakran dyst á føroysku
vallunum um vikuskiftið.
- Tað var ikki spælandi.
Ivamál vóru um dystirnar á
Sandi og í Klaksvík, men
fólk á staðnum staðfestu, at
tað vóru ikki líkindi og
umstøður til fótbólt. Vit
hava ein fund í morgin
(mánadagin, blðm.), og so
fáa vit at síggja. Vit vita
einki enn. Tað hevði verið
frægast, um dystirnir vóru
avgreiddir skjótast gjørligt,
men tað kann eg ikki taka
støðu til her og nú, segði
Sveinur Tróndarsson við
útvarpssendingina
3.
Hálvleikur.
Eingin fekk fyrimun
Saman við spælarunum hjá VB/Sumba fóru teir hjá
TB ein ordans bummtúr leygardagin
Norður til onga nyttu
Í Gundadali vóru menn farnir
at rudda ovara vøll, tá boðini
um avlýsing komu. Her er
tað Hans Birgir Hansen, sum
hevur sett ferð á skovlina