mánadagur 7. apríl 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
[ Nr. 66 - 7. apríl 2008 ]
Tað gongur striltið
hjá AaB at finna
avloysaran fyri
Erik Hamrén, sum
í summar skiftir til
norska Rosenborg
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við verandi oddasessinum í
donsku SAS-liguni í mentu
er eingin ónøgd at hóma í
AaB um avrikið hjá Erik
Hamrén. Munurin niður til
FCK er nú øktur til seks
stig, og í Aalborg hóma tey
nú av álvara fyrsta meist-
araheitið síðani 1999. Sum
eitt kuriosum kann nevnast,
at mest týðandi spælarin á
AaB-liðnum ta ferðina var
Ståle Solbakken, sum í dag
venur júst FCK.
Tað stóð tó longu í heyst
greitt, at Hamrén eftir hetta
kappingarárið fer til norska
Rosenborg, men enn hevur
AaB ikki gjørt greitt, hvør
skal avloysa væl lýdda
svian.
- Trupulleikin er, at eingin
venjari er tøkur í løtuni. Og
sum heild er fíggjarstøðan í
ymsu feløgunum somikið
góð, at tað kostar heilt nógv,
um ein venjari skal keypast
úr sínum sáttmála, sigur
ítróttarstjórin í AaB, Lynge
Jacobsen, við Ekstra-Bladet.
- Hevði tú spurt meg fyri
nøkrum mánaðum síðani,
um vit høvdu eina loysn um
miðjan apríl, so hevði eg
uttan iva svarað ja. Men tey
nøvnini,
sum
vit
hava
arbeitt við, eru so ikki
komin nakran veg kortini,
sigur Lynge Jacobsen.
Í donskum miðlum hevur
annars verið dúgliga gitt,
hvør nýggi venjarin hjá AaB
verður. Eitt nú hava Morten
Wieghorst og Kent Nielsen
fleiri ferðir nevndir, men
enn hava teir so sáttmála við
ávíkavist FC Nordsjælland
og AC Horsens.
Oddalið uttan
venjara
Erik Hamrén hevur
alla orsøk til at fegnast
í hesum døgum. Lið
hansara er fremst í
donskum fótbólti, og
sjálvur hevur venjarin
fingið ein góðan sáttmála
við norska Rosenborg.
Verri gongst tó hjá AaB
at finna avloysaran hjá
svianum
Mynd: Polfoto
Tað hevur gingið væl
hjá flogbóltsdeildini
hjá TB í ár og deildin
hevur vunnið 6
av 8 møguligum
meistaraheitum
Flogbóltur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
TB hevur klárað seg væl í
flogbólti í ár. Nærum alt, ið
er at vinna, hevur flog-
bóltsdeildin hjá TB vunnið,
nevniliga 6 av 8 møguligum
heitum.
Meistarar hjá TB eru
gentur 12 ár og gentur 14 ár
og kvinnu unglingar. Í
meistaradeildini eru kvinn-
urnar nummar 4.
Hjá
dreingjunum
eru
meistaraheitini eisini fleiri,
nevniliga hjá dreingjum 10
ár, dreingjum 12 ár og
dreingjum 14 ár og so er
tað eisini 2. deild menn.
Harvið eru 6 av 8 møgu-
ligum
flogbóltssteypum
endað á Tvøroyri í ár, og
hetta var orsøk til hugnaløtu
og myndatøku í Trongisvági
í fríggjakvøldið, har leik-
arar, venjarar, og tey, ið eru
um, savnaðust.
Nevnast kann, at tað í ár
eru 25 ár síðani, at TB
Flogbóltur fekk sítt fyrsta
heiðursmerki, og vóru tað
tá kvinnurnar, ið vunnu seg
úr 3. deild, og upp í 2.
deild.
Ikki færri enn seks av átta møguligum FM-heitum í
flogbólti endaðu í ár hjá TB
Flogbóltsdeildin hjá TB vann næstan alt
Jón Rói á eykaliðnum
Jón Rói Jacobsen var ikki við á superligaliðnum hjá AaB,
sum um vikuskiftið vann ímóti FC Nordsjælland. Jón Rói
spældi hinvegin við eykaliðnum hjá AaB, sum leygar-
dagin spældi ímóti FC Midtjylland. AaB vann greiðan 4-
1 sigur, og Jón Rói legði upp til eitt av málunum. Jón Rói
hevur ikki verið nógv við á besta liðnum í ár, men hann
er ein av fyrstu eykaspælarunum, sum verða innkallaðir
til hópin, um brúk er fyri tí.
AaB liggur væl fyri
Eftir at FCK í gjár tapti fyri FC Midtjyllandi, liggur AaB
heilt væl fyri í toppinum í superliguni. Eftir dystirnar um
vikuskiftið, er AaB seks stig frammanfyri FCK, men tað
eru framvegis 10 dystir eftir at spæla, áðrenn danski
meistarin verður funnin. AaB spældi um vikuskiftið ímóti
FC Nordsjælland og vann. FCK tapti 2-0 fyri FC
Midjyllandi í Parkini.