mánadagur 7. apríl 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
[ Nr. 66 - 7. apríl 2008 ]
Setið ein stóran
kross í kalendaran
tann 26. apríl. Tá
hittast Chelsea og
Manchester United á
Stamford Bridge í tí,
sum alt meira líkist
eini avgerð um enska
meistaraheitið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Chelsea hóttir nú av álvara
Manchester United í ensku
Premier
League.
Bláa
London-liðið hevur ikki
tapt síðani 16. desember í
fjør, og so líðandi hava teir
etið seg alt nærri Manchester
United, sum annars hevur
verið á beinari meistarakós.
Tann
kósin
varð
tó
avrættað nakað, tá Alfonso
Alves við tveimum málum
syrgdi fyri, at meistararnir
bert fingu eitt stig við sær
av Riverside í Middles-
brough. Cristiano Ronaldo
hevði annars við sínum 37.
máli hetta kappingarárið
lagt Manchester United á
odda, og so skuldi sigurin
annars verið heima. Tí
reyðu devlarnir høvdu í
seks liga-dystum ikki latið
mál fara ígjøgnum. Men
Alves vildi tað altso øðrvísi,
og var tað ikki fyri útjavn-
andi málið frá Rooney, vóru
øll
stigini
eftir
hjá
Middlesbrough.
Dupult gull í eygsjón
Dagin fyri hevði Chelsea
enn einaferð prógvað, at
teir veruliga eru við at finna
meistarastevið aftur. Eftir
eitt kappingarár, har órógv-
in hevur verið hampuliga
stór eftir eitt venjaraskiftið.
Og har Avraham Grant
ongan tíð veruliga hevur
fingið frið at útinna sítt
arbeiði, er Chelsea nú
veruliga farið at tevja blóð.
Eitt keðiligt tap móti
Barnsley í FA-Cup’inum
og eitt eins keðiligt tap móti
Fenerbache í Champions
League tykjast ikki hava
ávirkan á stevið í heimligu
kappingini. Hesa ferð fekk
liðið tó hjálp frá Richard
Dunne hjá Manchester City,
sum sendi bóltin í egið mál
tíðliga í dystinum. Og so
kundi
Salomon
Kalou
staðfesta sigurin átta min-
uttir inn í seinna hálvelik.
Og sigurin fekk venjaran,
Avraham Grant, at staðfesta,
at hann veruliga trýr upp á
møguleikan fyri gulli í bæði
Onglandi og í Europa.
- Liðið hjá okkum hevur
funnið seg sjálvt nú. Spæl-
ararnir hava gjørt eitt fram-
úr gott arbeiði, og eg havi
stórt álit á teimum, segði
Grant við enskar miðlar
eftir dystin.
Um gullið í báðum kapp-
ingunum
kann
røkkast,
veldst nú fyrst og fremst
um tvinnar dystir. Longu í
annaðkvøld skal Chelsea á
heimavølli royna at venda
1-2 tapinum móti turkiska
Fenerbache. Og tann 26.
apríl er nú av álvara lagt
upp til gullbrak, tá Man-
chester United kemur á
vitjan á Stamford Bridge.
Aftur javnt á
Emirates
Aðra
staðni
í
Premier
League spældu Arsenal og
Liverpool næsta 1-1 javn-
leikin upp í slag. Og longu
týskvøldið skulu somu lið
aftur í eldin, tá seinna
fjórðingsfinalan í Champ-
ions League er á skránni.
Úrslitið bar eisini við
sær, at Everton aftur kundi
toga seg nærri Liverpool í
dystinum
um
fjórða
Champions League plássið
og mongu milliónirnar, sum
fylgja við hesum.
Og tá Bolton. Fulham og
Derby øll taptu, líkjast tey
trý
alt
meira
vissum
niðurflytarum. Ein leiklutur,
sum Derby helst longu
hevur vant seg við eftir eitt
kappingarár, har teir higar
til bert hava vunnið ein av
35 dystum.
Síðani Chelsea tann 16. desember í fjør tapti 1-0 móti
Arsenal, hevur liðið ikki tapt í Premier League. Úrslitini
síðani tá hava verið hesi
23.12
Blackburn-Chelsea
0-1
26.12
Chelsea-Aston Villa
4-4
29.12
Chelsea-Newcastle
2-1
01.01
Fulham-Chelsea
1-2
08.01
Chelsea-Everton
2-1
12.01
Chelsea-Tottenham
2-0
19.01
Birmingham-Chelsea
0-1
30.01
Chelsea-Reading
1-0
02.02
Portsmouth-Chelsea
1-1
10.02
Chelsea-Liverpool
0-0
01.03
West Ham-Chelsea
0-4
12.03
Chelsea-Derby
6-1
15.03
Sunderland-Chelsea
0-1
19.03
Tottenham-Chelsea
4-4
23.03
Chelsea-Arsenal
2-1
30.03
Chelsea-Middlesbrough
1-0
05.04
Manchester City-Chelsea
0-2
Teir 17 dystirnir
Arsenal-Liverpol
1-1
Aston Villa-Bolton
4-0
Blackburn-Tottenham
1-1
Fulham-Sunderland
1-3
Newcastle-Reading
3-0
Wigan-Birmingham
2-0
Manchester City-Chelsea
0-2
Middlesbrough-Manchester United
2-2
Everton-Derby
1-0
Úrslitini um vikuskiftið
Salomon Kalou hevur her takið á Nedum Onuoha
frá Manchester City. Kalou skoraði seinna málið
í 2-0 sigrinum, sum enn eina ferð økti trýstið hjá
Chelsea á oddaliðið, Manchester United
Mynd: Polfoto/AP
17 dystir uttan tap
Clapson ger um seg í Íslandi
Paul Clapson hevur av álvara fingið ferð á málskjótingina í
Íslandi. Í kappingini um Leinkjubikari í gjár vann felag hansara,
Afturelding, stórsigur á 9-2 á Sindri, og heilar fimm ferðir var
fyrrverandi KÍ-framherjin á blettinum. Higartil hevur onglend-
ingurin skotið seks mál í trimum skrásettum dystum fyri
Afturelding.
Conteh skoraði
Fyrrverandi KÍ-álopsspælarin Denni Conteh
var annar málskjúttin, tá ið danska 2. Deildar-
liðið Slagelse í gjár vann ímóti B93. Slagelse
spældi á heimavølli, og longu eftir seks min-
uttir var Denni Conteh upp á spæl og skoraði
fyri Slagelse. Í seinna hálvleiki økti Rasmus
Festersen til 2-0, og tað gjørdist úrslitið av
dystinum.