mánadagur 7. apríl 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 66 - 7. apríl 2008
UMMÆLI
Kinna Poulsen
Í eina tíð hevur listamaðurin
Hanni Bjartalíð als ikki málað. Í
staðin hevur hann bygt smá
modelhús, sum eru listarliga
hugsað, men sum hann sjálvur
sigur “um ikki annað altíð kunnu
brúkast sum leikutoy hjá
soninum”. Tó at Hanni Bjartalíð
fyllir 40 í ár, er tað helst at gera
ov nógv av, at meta hansara
málisteðg sum eitt úrslit av eini
miðaldurskreppu. Men óansæð
vísir núverandi framsýningin í
Galerie Focus, at hann er aftur í
málarínum í øllum góðum við
endurnýggjaðum myndamáli.
At minnast deyðan
Menniskjaskøltar hómast í
mongum myndum frá
barokktíðini, har teir lýsa í
myrkrinum sum ein memento
mori áminning um, at jarðarlívið
er avmarkað, meðan ævinleikin
er langur. Umráðandi er
tessvegna at hava øll viðurskifti í
ordan við Várharra, soleiðis, at
ein kann doyggja í sælari vissu
um at vera ein av teimum
útvaldu, sum sleppur inn í
Paradísið. Í nýggjari tíð hevur
skølturin verið sera vælumtóktur
innan poppmentanina, innan eitt
nú teknirøðir og heavy metal
tónleik og grundin til tess liggur
helst í sterka og einfalda
symbolvirðinum, sum skølturin
hevur. Enski listamaðurin
Damien Hirst (1965) tykist
fullgreiður yvir hesar týdningar
og hjátýdningar í verkinum “For
the Love of God” (2007), sum er
ein avstoyping av mannaskølti í
fullari stødd úr hvítagulli, ið er
steinsettur við 8601 lýtaleysum
diamantum. Verkið samskiftir við
fortíð og nútíð við, at tað bæði er
eitt siðbundið memento mori,
samstundis sum tað í sínum
vulgera, kostnaðarmikla
vakurleika er ein popput
sensatión. Skøltarnir hjá Hanna
Bjartalíð í Galerie Focus tykjast
hvørki moralskir ella
sentimentalir, heldur má sigast,
at onkur teirra hevur eitt heldur
enn ikki gemytligt yvirbrá.
Grunnur, glaður skalli
Skallamyndin, sum er nummar
28 í myndaskránni, er serliga
áhugaverd. Allir skøltar síggja út
til at grína, men hetta smílið
sýnist veruliga útspekulerað.
Eygnaholurnar, sum vanliga eru
djúpar, myrkar og tómar, minna í
hesum førinum mest um eitt par
av ræðuliga smartum sólbrillum.
Men mest av øllum eru tað litir,
formar og bygnaður, ið gera
myndina áhugaverda. Skallin er
settur mitt á, eitt sindur ovaliga á
løriftið oman á eina stríputa
grund, sum úr erva er ljósagrøn,
gul og blá. Skølturin sjálvur er
reyður og hvítur við eitt sindur
av gráum og brúnum. Sjálvt
skapið av skøltinum er
undirstrikað av eini tjúkkari
svartari umhvarvsstriku. Litirnir,
sum tú nokkso skjótt varnast,
tykjast liggja í forgrundini og
mynda eina litsamanseting, sum
tú kennir aftur: reytt, blátt og
hvítt. Tilsipingin til Merkið tykist
herliga undirspæld sum um litir
og myndevni eru vald eitt sindur
av tilvild og tí skallaskapið er
grafiskt vakurt og litirnir
áhugaverdir.
Endurnýggjan
Á framsýningini eru tvær
tvímyndir (diptykon), sum
umboða nakað nýtt bæði í verki
Hanna Bjartalíðs og í føroyskari
myndlist sum heild. Myndevnið
er áðurnevndu modelhús, sum
Hanni Bjartalíð límar og setir
saman. Myndirnar eru heilt
øðrvísi enn tað, vit higartil hava
sæð frá Bjartalíð, sum ofta hevur
havt livandi verur sum myndevni.
Arkitekturur hevur verið at sæð í
onkrum av hansara myndum,
men mest sum innirúm, ið hava
verið karmur kring menniskju og
Endurnýggjan
Ósentimentalur tjóðskaparskalli
Ein av teimum øðrvísi og sera spennandi tvímyndunum á framsýningini