Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-07, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 7. apríl 2008 51 dýr og ikki sum her, har bygningar hava høvuðsleiklutin. Báðar tvímyndir lýsa hús í sera nógvum og ymiskum litum, grundlitum, sekunderum litum, grátónalitum osfr. Myndevnið hús, bygdarløg og býarpartar hava mong føroysk listafólk málað, t.d. Hans Hansen og Steffan Danielsen og teirra myndir minna í báðum førum eisini eitt lítið sindur um hesar myndirnar. Tvímyndirnar hjá Hanna Bjartalíð tykjast tó meira konseptuellar og hugsaðar, enn vit hava verið von við áður, samstundis sum tær á onkran hátt tykjast ótrúliga kenslubornar. Í intensiteti og barnsligari nærveru minna tær um myndirnar hjá amerikansku listakvinnuni Danu Schutz (1976) og hennara fiktivu hugflogsheimum. Óhugni Í myndini vinstrumegin tykjast avmyndaðu húsini blakað niður á myndflatuna. Tey standa hervið skeivt, eins og partur av teimum eru skorin av í hæddini. Eitt sindur av einum gráum túni sæst fremst í forgrundini. Aftanfyri húsini er ein laðaður garður og ein ljósabláur flati, ið kundi avmyndað himmal og skýggj. Í grundini er tað ringt at orða neyvt júst hvaðani sterka úttrykkið kemur frá. Tí hóast litirnir eru mangir og glaðir, er samlaða úttrykkið óhugnaligt. Litirnir eru næstan vamlisliga nógvir, eins og avskeringin og staðsetingin av myndastaklutunum tykist løgin og hættislig við denti á tað klaustrofobiska. Á sama hátt sum í framúrskarandi myndum Steffan Danielsens er okkurt heldur óhugnaligt við hesum manntómu húsunum við teim mongu gluggunum, sum vit ikki síggja inn í. Men í mun til myndirnar hjá Steffani Danielsen er eingin mimetisk ætlan við hesum myndunum. Mann kann næstan siga tað øvugta, at listamaðurin av øllum alvi við málingablettum og ófantaligum pensilsstrokum hevur lagt dent, á, at hetta er eitt málað listaverk, sum upp á allar mátar er óektað. Størri! Hesar fýra myndirnar eru í veruleikanum alla framsýningina verdar, men tær høvdu ivaleyst ikki verið minni hugtakandi, um formatið var nógv størri og monumentalari. Her skal tó sigast beinanvegin, at grundin til at allar myndirnar á framsýningini eru nokkso smáar, helst er, at tær eru hugsaðar til Galerie Focus, har tær eisini hanga sera væl. Her hanga eisini nakrar óhugnaligar maskumyndir, ið líkjast teimum, Bjartalíð hevði við á Várframsýningini fyri nøkrum árum síðani. Á framsýningini hongur eisini tann áhugaverda og eitt sindur mystiska myndin “Húsaskapilsi” og so aðrar, sum eru meira typiskar fyri Hanna Bjartalíð við frukttekningum og smáum at síggja til barnsligum figurum, ið eru málaðir tilvitað primitivt á eina nokkso tjúkt málaða grund. Hanni Bjartalíð er ein av teimum áugaverdu listafólkunum úr yngra ættarliðnum, sum nú altso er væl og virðiliga tilkomið. Við nýggju myndunum vísir hann seg føran fyri at bróta upp úr nýggjum og tað fegnast vit um. Framsýningin í Galerie Focus er opin inntil 10. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Sí www.galeriefocus.fo Áhugaverd mynd við heitinum ”Húsaskapilsi” Lítil borg eitur hendan myndin