týsdagur 8. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Í fleiri dagar koyrdi
ein ungur maður
runt í Føroyum við
narkotika fyri heilar
20 milliónir krónur
í bilinum. Hann
segði, at hann visti av
ongum og tá ið hann
endiliga fann útav tí,
vildi hann ikki boða
løgregluni frá
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er tað býttasta eg
havi gjørt í lívinum.
Tað viðgekk ein ungur
maður, sum í hesum døgum
stendur ákærdur í Føroya
Rætti fyri narkotikabrots-
verk í heilt stórum stíli.
Í fleiri dagar síðsta heyst,
koyrdi hann Føroya Land
runt við narkotika fyri yvir
20 milliónir føroyskar krón-
ur í bilinum.
Men hann tvíheldur um,
at tað gingu fleiri dagar, áðr-
enn hann uppdagaði nakað
sum helst
Men tá ið hann so endiliga
fann útav tí, kom tað honum
ongantíð til hugs at melda
tað.
Og harmur á málinum
staðfesti hann, at hetta er
tað býttasta, hann nakrantíð
hevur gjørt í lívinum.
Sum vit greiddu frá í
Sosialinum í gjár, er hann
ákærdur fyri í nakrar dagar
í septembur í fjør at hava
havt stórar mongdir av
narkotika í varðveitslu fyri
ein stórsmugglara.
Tilsamans er hann ákærd-
ur fyri at hava havt yvir 24
kilo av amfetaminpulvuri, og
sløk 15 kilo av ekstasy-
pulvuri í varðveitslu í eina
góða viku í september í fjør.
Ekstasypulvuri var nóg
mikið til at gera yvir
200.000
ekstasytablettir
burturúr.
Hann er eisini ákærdur
fyri at hava verið við til at
smuggla næstan alla hesa
nøgdina úr Føroyum aftur
til Íslands, saman við fleiri
íslendingum.
Og í triðja lagi er hann
ákærdur fyri at hava havt í
varðveitslu
næstan
800
gramm av amfetamini og
næstan eitt kilo av ekstasy-
pulvuri, sum varð nóg mik-
ið
til
14.000
ekstasy-
tablettir.
Evnini hevði hann í varð-
veitslu við tí í hyggju at
handa tað víðari til ein
annan.
Føroya dýrasti bilur
Ákærin segði í rættinum, at
her er talan um so stórar
nøgdir, at tað eru skerpandi
umstøður.
Tí verður kravt, at maður-
in verður dømdur eftir eini
lógargrein, sum er strangari
enn tann, sum vanlig rús-
evnamál verða dømd eftir
og verður hann dømdur
sekur, kann hann fáa fleiri
ára fongsulsrevsing.
Sakarmálið er eitt úrslit
av nógv umrødda Norð-
stjørnumálinum, har tveir
íslendingar løgdu at landi í
Føroyum við einum stutt-
leikabáti á vegnum til
Íslands.
Tað vísti seg, at báturin var
fullur av rúsevnum, sum
skuldu smugglast til Íslands.
Maðurin, sum er ákærdur
í Føroyum og annar íslend-
ingurin kendust væl frá fyrr
av og áðrenn stuttleikabátur-
in kom til Føroyar, høvdu
teir havt samband, tí tann
ákærdi skuldi útvega teim-
um innivist og eina hjálp-
andi hond ímeðan teir vóru
í Føroyum
Tað var gaman í og tað
endaði við, at teir spurdu
um ákærdi ikki kundi hava
ymiskt hjá teimum í varð-
veitslu.
Tað var eisini gaman í og
soleiðis endaðu nakrar task-
ur í viðførisrúminum í bil-
inum, har tær blivu liggjandi
í fleiri dagar.
Men tann stóri spurning-
urin í Føroya Rætti í gjár
var at fáa greiði á, um mað-
urin visti, at taskurnar vóru
fullar av rúsevnum.
Sjálvur tvíheldur hann
um, at hann onki visti fyrr-
enn beint áðrenn rúsevnini
fóru av aftur landinum.
Ákærin fekk seg illa at
trúgva, at hann onki skuldi
vita um, hvat var í taskunum
og at hann heldur ongantíð
hevði spurt hinar, hvat var í
teimum.
Men at hann, við vilja,
heldur seg okunnugan, er
eisini nóg mikið til at verða
revsaður.
Tí gekk ein stórur partur
av degnum í gjár við at
ákærin royndi at vísa, hvussu
væl
ákærdi
í
íslendski
smugglarin kendust.
Og teir kendust væl frá
fyrr av og ákærdi visti eis-
ini, at hin brúkti rúsevni.
Men hann segði, at talan
var bara um reyp, tá ið hann
í einum kjatti á internetinum
hevði fortalt vinfólki, at
íslendingurin var ein nokk
stór kanón í undirverðini í
Reykjavík.
Hann mintist heldur ikki
at hann hevði fortalt eini
gentu, at nú koyrdi hann
runt í Føroya dýrasta bili.
Men tað hevur hann áður
upplýst frágreðingum til
løgregluna ella til rættin.
Við fullum viðførisrúmi
av narkotika, høvdu tey ver-
ið bæði í Eysturoy, Norð-
oyggjum, Suðuroy og í
Havn hesar dagarnar.
Hvørki vildi ella tordi
Tann ákærdi segði, at tá ið
hann loksins fekk at vita, at
hann hevði fyri 20 milliónir
føroyskar krónur í bilinum,
varð hann skelkaður.
Men tað kom honum ikki
til hugs at melda. Tvørtur-
ímóti royndi hann, at for-
trongja tað, tí hann vildi
onki hava við rúsevni at
gera og hann vildi bara hava
hetta yvirstaðið.
- Eg valdi lættasta útvegin
og tað var at fortrongja tað
og látast sum onki, segði
hann
Tað vóru tvær orsøkir til,
at hann ikki meldaði.
Fyrra orsøkin var, at
íslendingurin hevði verið
hansara besti og einasti
barndómsvinur.
Seinna orsøkin var, at
hann tordi ikki, tí hann
stúrdi fyri at tey í narkoverð-
ini í Ìslandi fóru at hevna
seg og tað kundi fáa álvars-
ligar avleiðingar fyri bæði
hann sjálvan og fyri hansara
næstringar.
Hann hugsaði heldur ikki
um allar teir misbrúkarar
og teirra familjur, sum hann
við hesum var við til at
oyðileggja lívið hjá.
Men hann helt, at hetta
var tað býttasta, hann hevði
gjørt í lívinum.
Hetta segði, at hetta var
úrslitið av misskiltum trú-
festi móti einum gomlum
vinmanni. Men hann hevði
eisini altíð verið bæði býttur
og góðtrúgvin, tá ið tað
ráddi um vinfólkini.
Hann váttaði kortini, at
hann hevði tikið yvir eitt
hálvt kilo av amfetamini og
næstan eitt kilo av ekstasy-
pulvuri, sum ætlanin var at
grava niður, tí tað skuldi
vera eftir í Føroyum og
seinni skuldi onkur koma
eftir tí.
Hann visti ikki, hvør
skuldi koma eftir tí.
Teir næstu dagarnar skulu
fleiri vitni avhoyrast og
væntandi verður málið ikki
tikið upp til dóms fyrrenn
fríggjadagin.
Koyrdi Føroyar runt við fullum
bili av narkotika
Ein maður segði í Føroya Rætti í gjár, at tá ið hann endiliga varnaðist, at hann koyrdi runt í Føroyum við fullum bili av
narkotika, hvørki vildi ella tordi hann at melda. Fríggjadagin skulu teir 12 nevningarnir taka støðu til, um hann er sekur ella ikki.
Tekningina úr rættinum í gjár gjørdi Hannis Egholm
Bíbliuvers á fartelefonina
Nú ber til at fáa „mannakorn“ á fartelefonina. Tænastan hevur verið
royndarkoyrd í eina tíð, men er nú klár til marknaðin. Tað er sera
einfalt, tú skrivar „vers“ í einum SMS boðum og send boðini til 1919.
Dømi: Stuttval: vers Nummar: 1919 - Aftursvar: “Tí falla vit ikki í
fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara inn-
ara menniskja endurnýggjað dag frá degi. Tí at trongd okkara, sum er
stokkut og lætt, virkar okkum út um alt mark og mát eina æviga
tyngd av dýrd, við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum
ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt. (2
Kor 4,16-18)”. Tænastan kostar einans kr. 2,6 umframt vanligan SMS
takst. Bæði kundar hjá Føroya Tele og Kall kunnu brúka tænastuna
Løgmaður á globaliser-
ingsráðstevnu
Jóannes Eidesgaard løgmaður luttekur saman við hinum norður-
lendsku forsætisráðharrunum á Nordisk Globaliseringsforum,
sum verður í Riksgränsen í norður Svøríki í døgunum 8. og 9
apríl. Evnið fyri ráðstevnuna er globalisering, og forsætisráðharr-
arnir fara at luttaka í námsskeiðum og orðaskiftum um leiklutin
hjá norðanlondum í globaliseringini. Serligur dentur verður lagdur
á búskaparligan vøkstur og arbeiðsmarknað, umframt, umhvørvi,
orka og veðurlagsbroytingar. Ráðstevnan er tann fyrsta av sínum
slag, og løgmaður verður aftur í Føroyum hósdagin 10. apríl.